Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 19 tey vita um ætlaninar at fara til skips aftur: – Tey hildu meg vera býtt­ an! Eivind sigur, at hann ætl­ aði at vera burtur á sínum 86 ára føðingardegi, men tað eydnaðist ikki. – Eg fór við Saksabergi yvir til Íslands einar tveir dag­ar eftir føðingardagin, sigur hann. Seinastu árini, áðrenn Ei­vind Gudmundsen gavst við sjólívi og skiparakstri, hevði hann skipini, Mars og Venus, sum hann reiddi út. Seinni tók sonurin, Hálvdan Gudmundsen yvir, og eins og flestu reiðaríir og virkir rendi eisini skipavirksemið hjá teimum seg í stóru sam­­felagskreppuna fyrst í nítiárunum. seksti ár yngri enn ”dekkarin” tosað um at koma yvir við flogfari. Eivind fór umborð á Saksa­ berg í Havn, og teir fingu ein ringan túr yvir til Íslands. – Eg tosaði við skiparan á Saksabergi. Hann segði, at skipið ongantíð hevði rullað so illa áður. So, her hevur verið ringt veður á leiðini millum londini. Ferðin yvir til Íslands tók stívliga eitt samdøgur. Bogi sigur, at tá ið Eiv­ind kom av Saksa­bergi hend­an dagin í Vest­manna­oyggj­un­ um, helt hann fyri, at túr­ urin yvir mundi gjørt enda á sær. – Eg trúði, eg sigldi av á veg yvir, segði hann. Tað hevði rullað ógvuliga illa, skipið stoytti hart, og nógv­ur larmur hevði verið umborð. Bláa bók Skiparin á Finni Fríða sigur, at teir ynsktu helst, at Eivind fekk sær Bláu bók, áðrenn hann kom umborð, og hesa fekk hann hjá Mariusi Dam, kommunulækna. – Hetta var ikki neyðugt, men vit hildu tað vera best, at læknin metti um heilsuna, so hvørki Eivind sjálvur ella vit tóku okkum nøkur óróð fyri. Og Bogi heldur fram: – Guð viti, hvat Marius Dam hevur sagt, tá ið 86 ára gamli kom inn á gólvið at biðja um læknakanning og Bláu bók! Tað var eingin trupulleiki hjá Eivindi at fáa Bláu bók, men viðmerkt varð, at hann skuldi ikki arbeiða nakað umborð og ikki hava út­kikk. Tá ið Eivind var komin í land í Vestmannaoyggjun­ um, bjóðaði gamli venjarin hjá GÍ, Gisli, manningini á Finni Fríða ein túr runt í oyggjunum, og Eivind var eisini við á hesi rundferðini, sum vardi umleið hálvan ann­ an tíma. – Jú, Eivind var væl fyri, og hýrurin var góður, sigur Bogi. Á lodnuveiði Skiparin sigur, at tá ið teir loystu við Finni Fríða í oyggj­ unum, fóru teir nakað vestur frá, tætt inn ímóti íslendska meginlandinum, har skipini vóru. – Vit royndu í stívliga hálvt annað samdøgur og fingu 1800 tons av lodnu, sum vit landaðu til matna í Faskrudsfjørðinum. Av Íslands-leiðini fór Finnur Fríði suður í al­tjóða sjógv at royna eftir svart­ kjafti. – Vit royndu í ein útsynn­ ing úr Rock All og einar 280 fjórðingar vestur úr Írlandi. Bogi sigur, at teir høvdu ikki rokfiskiskap, men eftir stívliga trimum samdøgrum høvdu teir fult skip, eini 2500 tons. – Tað eina av hálunum fingu vit 400 tons, leggur hann aftrat. Skiparin sigur, at teir høvdu fínasta veður – heilt frá tí, at Eivind kom umborð, til teir vóru á veg heim av Rock All-leiðini. – Nú vit nærkaðust Føroy­ um, høvdu vit nokso nógvan vind inn á bakborðsbógv, upp í einar 30 m/sek., men tað vísti seg slett ikki at nerva Eivind. Betur og betur Bogi heldur, at tað gekk bara betri og betri fyri hvønn dag­ in, hann var umborð. – Eivind, sum hevur skift bæði knøini, segði, at tað hevur verið ein fyritøka hjá sær bara at fara niður í kjall­ aran heima við hús. Umborð á Finni Fríða hevði hann kamarið hjá 1. stýrimanni, sum er á hæddini beint und­ir brúnni – og messan er á hæddini niðanfyri. So, Ei­vind ”húsaðist” beint mill­ um brúgv og messu, og hetta riggaði bara heilt væl. Skiparin sigur, at tað gekk sera væl hjá Eivindi at ganga ímillum, og á túr­ in­um var hann heilt niðri í maskinrúminum, har hann, sum sjálvur hevur ver­ið maskinmeistari alt sítt ar­beiðs­lív, hevði stóran áhuga fyri øllum tí, sum har var at síggja, bæði stórum og smá­um. – Jú, tað hevur verið virku­ liga áhugavert at hava Eivind saman við okkum hesar um­leið 10 dagarnar. Nógv hevur verið sagt, og nógv hev­ur verið prátað, sigur Bogi Jacobsen. – Hetta hevur bara verið eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at vita, hvussu stórt hetta er. Finnur Fríði er eitt so veldugt skip, og eg dugi slett ikki at ímynda mær, at fiskimaðurin kann hava tað betri umborð á nøkrum øðrum skipi, sigur 86 ára gamli Eivind Gudmundsen Mynd: Vilmund Jacobsen gum á sjónum