Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • hósdagur • 2. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Todi Jónsson endaði ovar­laga í eini atkvøðu­greiðslu millum FCK-fjepp­ arar um, hvørjir eru teir størstu spæl­ ararnir í søguni hjá felagnum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í eina tíð hevur tað verið gjør­ ligt at atkvøða á heimasíðuni hjá FCK um, hvørjir spælarar eru teir størstu í søguni hjá felagnum. Og nú avdúkar heimasíðan hjá FCK leyp­ andi, hvørjir spælarar eru ovast á listanum. Føroyski fótbóltsspælarin Todi Jónsson var ein væl um­tóktur spælari í FCK, og tað sæst eisini aftur í at­kvøðu­greiðsluni, tí Todi end­aði á fimta plássi. Todi Jónsson spældi 207 dystir fyri FCK, og við sín­ um 68 málum er hann tann mest skorandi spælarin í fe­lagnum nakrantíð. Todi er eisini í toppinum, tá ið tað ræður um tal á dystum fyri FCK, tí hann er nummar 5 á tí listanum. Kundi blivið enn størri Todi Jónsson flutti í 1997 til FCK at spæla, eftir at hann hevði roynt seg í Lyngby í nøkur ár. Todi spældi í átta ár fyri FCK, og hann var við til at vinna fleiri meistaraheiti og onkra steypakapping. Harafturat spældi Todi eis­ini við í 18 europeiskum dystum fyri FCK, og har skor­aði hann heili 9 mál. – Tíverri var Todi ofta skadd­ur, og tað var kanska við til at forða fyri, at hann fekk sítt altjóða gjøgnum­brot og fekk ein sáttmála í ein­ari av teimum størru europe­ isku kappingunum, skrivar heimasíðan hjá FCK. Eitt er so vist, áskoðararnir hjá FCK hava ikki gloymt teirra føroyska álopsspælara, og Todi kann fegnast um, at hann telist millum teir avgjørt størstu profilarnar í FCK nakrantíð. Í 1990 kostaði tað Josef Hickersberger starvið sum lands­ liðsvenjari í Eystur íki, tí Føroyar vunnu ein sjokksigur á hansara liði í Landskrona. Nú ynskir Hickersberger, sum aftur er lands­ liðsvenjari, sær ein nýggjan dyst ímóti Føroyum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Føroyar púra óvæntað vunnu á Eysturríki í Lands­ krona í 1990, gav tað eystur­ ríkarum eitt sjokk fyri lívið, og grasteppið var samstundis rykt und­an venjaranum Josef Hickers­berger. Hann noyddist at leggja kongin og fara úr starvinum, og tað tók honum fleiri ár at koma fyri seg aftur sum venjari. Men Hickersberger er kom­in fyri seg aftur, og hann telist aftur millum fremstu venjararnar í Eysturríki. Í fjør fekk hann aftur á­byrgd­ arfullu uppgávuna sum lands­ liðsvenjari hjá Eystur­ríki. Helst ímóti Føroyum Í einari samrøðu við Die Presse sigur Hickersberger, at hann kundi hugsa sær at spælt ímóti Føroyum aftur. Fyrsti dysturin hjá Hick­ ers­berger, nú hann aftur er landsliðsvenjari hjá Eyst­ ur­ríki, var ímóti Kanada í gjár­kvøldið, og blaðið vildi undan dystinum vita, um hetta var ein hóskandi avbjóðing hjá honum. – Hesin dysturin var av­tal­aður, áðrenn eg tók við starvinum. Eg hevði helst viljað spælt ímóti Føroyum, helst á uttanveltaðum vølli. Tað hevði verið stuttligt, ha? Eg skal í øllum førum viður­ kenna, at tað hevði kenst væl hjá mær, sigur Hickersberger við blaðið. Dysturin ímóti Kanada á heimavølli í gjárkvøldið endaði við 2-0 til Kanada, so byrjanin var ikki tann besta hjá Hickersberger. Men kanska hann fær kjans­in ímóti Føroyum aft­ ur... Tað verður lutakast Ósemjan millum londini í okkara EM-bólki hevur nú við sær, at UEFA fer at kasta lut um dystarskránna í bólkinum. Føroyar hava saman við Fraklandi, Italia, Ukraina, Skotland, Litava og Georgia roynt at funnið eina semju um, nær dyst­ irnir millum londini skulu spælast, men tað bar ikki til at finna semju. Regl­ arnar siga, at so skal UEFA hava lutakst um, hvussu dystirnir verða spældir, og UEFA hevur nú boðað frá, at hetta lutakast verður Nyon tann 9. mars. FSF heldur, at hetta kann hava sera óhepnar fylgjur við sær, tí nú hava Føroyar onga ávirkan á, hvussu dystirnir verða lagdir. ek Italia knústi Týskland Italska landsliðið er ikki at spæla við. Mikukvøldið vunnu italiumenn, sum eru í sama EM-bólki sum Føroyar, heili 4-1 á Týsklandi. Hini londini í okkara bólki høvdu mis­ jøvn úrslit. Týskland, sum verð­ur vertur fyri HM-enda­spæl­ inum í summar, fekk av at vita í dystinum ímóti teimum himmalbláu italiu­monnunum. Longu áðrenn ein tími var spæld­ ur av dystinum, hevði Italia skorað fýra ferðir, og tað var lítil troyst í mál­ inum, sum Robert Huth gjørdi fyri Týskland átta minuttir fyri leiklok. Málini hjá Italia vórðu skorað av Alberto Gilardino, Luca Toni, Dan­iele De Rossi og Aless­andri Del Piero. Fleiri av hinum lond­ unum, sum Føroyar eru komin í bólk saman við, spældu venjingardystir mikukvøldið, men úrslitið vóru misjøvn. Frakland var fyri einum vónbrotið, tá ið teir taptu 2-1 á heimavølli ímóti Slovakia. Slovakar komu á odda 1-0, áðrenn Frakland javnaði. Og best sum Frakland royndi at fáa vinnandi málið, sló Slovakia til aftur og skor­ aði sigursmálið. Skotland spældi á heima­vølli ímóti Sveis, og sveisar vunnu dystin 3-1. Tey bæði smærru lond­ ini, sum eru afturat Før­oy­ um í EM-bólki B. Litava var í Albania og vann 2- 1, og Georgia vann 2-0 á Malta. ek Todi millum størstu hetjur nar í FCK Hickersberger vildi helst spælt ímóti Føroyum Josef Hickersberg sigur farvæl við áskoðararnar hjá Rapid Wien. Nú er Hickersberger aftur landsliðsvenjari í Eysturríki. Tað hevur hann ikki verið síðani lagnudagin í Landskrona fyri meira enn 15 árum síðani Mynd: Scanpix Todi Jónsson spældi 207 dystir fyri FCK, og við sínum 68 málum er hann tann mest skorandi spælarin í felagnum nakrantíð