hósdagur 2. mars 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 2. mars 2006
Sosialurin
21
H71-VÍF 18-28 (9-13):
Avbardir hoyvíkingar
Oddabrakið í
Hoyvík gjordist
ongan tíð tann stóra
hondbóltsupplivingin.
Snogt sagt, so
megnaði H71 á ongan
hátt at sannfora, hví
teir eiga eitt pláss í
oddinum, og so fingu
vestmenningar lætt
spæl
HONDBÓLTUR
Jákup Mork
jakupEsosialurin. fo
Hevur H71 sálarligu styrkina
til eina tilveru í oddinum av
foroyskum manshondbólti?
Tað tykist meira enn nakað
at vera spurningurin eftir teir
báðar seinastu dystirnar.
Undan hesum tóktist FM-
finalan at liggja beint til
hogra armin hjá felagnum,
men við tveimum tapum á
rað er hetta pláss av álvara
komið í vanda.
5-1 verjan avgerandi
Ikki minst mundi tað
Órógva náttarsvovnin hjá
hoyvíkingum, at dysturin
varð taptur somikið
ruddiliga, sum talan í
veruleikanum var um.
VIF hevði framt eina
hampuliga stóra broyting
á liðnum. Johnny Joensen,
sum ikki hevur spælt tað
stóra í ár, var aftur á liðnum
- frá fyrsta minutti sum
offensivur eittari í verjuni.
Tað skapti eina velduga
órógv í H71 álopsspælinum,
har skjúttarnir hovdu til við at
sleppa framat. At vongspælið
samstundis var fullkomuliga
einsrættað út móti Tróndi,
gjordi ikki uppgávuna hjá
VIF truplari, og soleiðis
vórðu stórskjótandi
bakspælararnir mest sum
tiknir úr spælinum.
Fyrsta lítla korterið
megnaði H71 kortini athanga
í. Einamest, tí Jakob Jónsson
við nokrum framúrskarandi
fríspælingum spældi Olaf
Vesturgarð til fleiri mál,
meðan Levi Nybo í sínum
lag eisini hevði nakrar
týdningarmiklar bjargingar.
Stórar byrður
Eitt, sum tó hevur eyðkent
spælið hjá hoyvíkingunum
í ár, er, at sera stórar
byrður hava verið lagdar
á einstaklingarnar. Fyrst
og fremst, so hevur spælið
snarað um eina sterka
verju. Og í oðrum lagi
hava einstaklingaavrikini
í álopspartinum verið nóg
mikið, til at liðið hevur togað
seg eitt, tvey og trý mál fram
um mótstoðuna.
Tann parturin helt bara
slettis ikki mikukvoldið.
Hóast Jakob hevði nakrar
framúrskarandi frispælingar,
so vóru eisini nøkur
fullkomuliga óneyðug bóttap
frá hansara hondum. Og
Halgir var bara ein skuggi
av tí, sum vit eru von við at
síggja. Tað kundi tókst, sum
er knæskaðin aftur við at
gera um seg, men tað var tó
merkisvert, at maðurin íkki
fekk eina tí einastu pausu í
dystinum. Um ikki annað,
so fyri at sláa kalt vatn í
blóðið.
Kolnir meistarar
Just köldum vatni í blóðinum
tóktust vestmenningarnir
hava ovmikið av. Tá verjan
fyrst riggaði, kundu teir
koyra vanliga álopsspælið,
har serliga Sámal Joensen
gjordi um seg. Levi royndi at
standa ímóti horðu skotunum,
og hann hevði eisini nakrar
góðar bjargingar, men nóg
mikið var tað ongantíð.
Kanska var ein lítil vón
at hóma, tá H71 eina lotu
í seinna hálvleiki royndi at
toga. Munurin kom niður í
trý mál, men eftir at teir fyrst
misnýttu gyltan möguleika,
og síðani fingu tríggjar
útvísingar á rað, var leyst
og liðugt. Vestmenningarnir
vóru kaldir og kyniskir,
tá teir fingu definitiva
moguleikan at avgera, og
so gjordist spurningurin
bara um stödd. H71 var
follið púrasta saman, og við
at vinna 7-2 seinastu tíggju
minuttirnar, gjordist talan
um veruligan stórsigur hjá
VIF.
Alt er opid
Og so er oddastridid
framvegis púrasta opið. VÍF
hevði sum so slettis ikki ráð
at tapa dystin mikukvoldið,
men við sigrinum eru teir
enn við. Men við dystum
móti StÍF og Kyndli í
seinastu umforunum, munnu
teir kortini ikki kenna seg
tryggar í nokrum.
Tað kunnu hoyvíkingarnir
heldur ikki gera, men
hinvegin var tapið ikki
nokur vanlukka. Verða teir
báðir komandi dystirnir móti
KÍF og Neistanum vunnir,
standa teir helst væl undan
seinastu uppgávuni. Men
hon er hinvegin av tí heilt
torfora slagnum. Á útivolli
móti StÍF í einum dysti, har
bæði liðini væl kunnu spæla
fyri finalusessinum. Tað
líkist í ollum forum einum
sonnum gysara, og so er
spurningurin, hvort teir tá
eru kaldari, enn teir hava tey
bæði seinastu umforini.
Droppið finalutosið
Olaf Vesturgarð var hamp-
uliga bersogin, tá vit eftir
dystin mikukvoldið spurdu
hann, hvort hoyvík-ignar
havdu trupulleikar við at
tackla heldur óvandu staðuna
sum oddalið.
— Tað kann í ollum forum
tykjast, sum situr hetta
í tonkunum hjá okkum.
Sjálvur haldi eg annars
ikki, at hetta er nakað, sum
eg hugsi um, men úrslitini
staðfesta í ollum forum, at
onkrir trupulleikar eru. Og
kanska eru teir bara, at vit
ikki eru vanir við, at fólk
knappliga forvænta nakað
av okkum.
Men hóast greiða tapið
mikukvoldið, so tykist
veteranurin á strikuni tó ikki
at hava mist mótið um eitt
pláss í finaluni.
— Vit eru so ikki lidnir enn.
Komandi dystirnar hava vit
KÍF og Neistan, og vinna vit
har, so eru vit væl við.
Men tá verður aftur talan
um ein seinasta dyst, har
heilt nógv stendur upp á
spæl?
— Tað kann væl verða, men
umstaðurnar verða kortini
nakað oðrvísi. Tá vita vit
í ollum forum, at vit yvir
hovur ikki hava ráð at tapa.
Tað kravið hevur ikki verið
so náðisleyst móti Kyndli og
VIF, og tí hava vit kanska
havt eitt alibi fyri at tapa.
— Men alt tað kunnu vit
tosa um, tá vit koma so
langt. Her og nú, so verður
tað ein dystur í senn, sum er
galdandi. Vit á liðnum mugu
í öllum forum droppa alt tos
um eina finalu í nakrar vikur.
Tí tað sær ikki út til, at vit
eru til reiðar at hugsa tann
tankan, slær Olaf Vesturgarð
fast at enda.
-mork
a
"
Tá lyklaspælararnir ikki megnaðu at bróta igjøgnum einsamallir, fall spælið hjá H71
Mynd: Álvur Haraldsen
fullkomuliga saman
FAKTA
H71-VÍF 18-28 (9-13)
Málskjúttar
H71: Olaf Vesturgarð
6, Piti Negru 5, Niels
Viggo Niclassen 3, Halgir
Dahl Olesen 2, Tróndur
Vatnhamar 2
VÍF: Sámal Joensen 11,
Agnar Joensen 10(5),
Regin Joensen 3, Áki G.
Olsen 2, Ingi Olsen 1
Brotskost: VÍF 5
Útvísingar: H71 3, VÍF 6
Diskvalifikatión: VÍF 1
(3X2 minuttir)
ÍF ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
v t
d v - j - t mál mál */ stig
1 Kyndi 7 4 - 1 - 2. 455 400 55 17
2 VIF 7 5 - 1 - 1 465 440 25 16
3H1 7 4 - 0 - 3 451 394 57 16
4 SÍF 7 5 - 0 - 2 430 419 11 15
5 KÍF 7 2 - 0 - 5 415 454 396
6 Neistin 7 0 - 0 - 7 431 540 -1091
Fá . .
Ítróttarsosialurin
— vit eru har tað hendir