hósdagur 2. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 44 - 2. mars 2006
Kroppurin krevur venjing
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Tann livandi kropp
urin hevur krav
upp á venjing; men
trupulleikin er bara
tann, at eigarin av
kroppinum hevur
gloymt, at tað er
so. Fyrst tá ein er
doyggjandi, skal
kroppurin fáa loyvi at
vera í frið
Tað var tann tíð, tá tú mátti
vaska klæðir hvønn dag,
hanga tey út á snórin, taka
tey niður, leggja tey saman
og inn í skáp og skuffur við
teimum.
Tað var tann tíð, tá tú
mátti tíðliga upp hvønn
morgun, vaska tær, lata teg
í, knappa skjúrtuna, gera
morgunmat til fleiri, eta,
vaska upp, lata teg í -eisini
í skógvar og boyggja teg
niður at binda lissur, fyri
síðani t.d. at ganga teinin út
á Bacalao – til í minsta lagi
ein harðan arbeiðsdag upp á
minst 8 tímar.
Tað var tann tíð, tá tú
mátti boyggja teg niður
fleiri ferðir um dagin fyri at
seta barnaskógvar og gummi
stylvar upp á pláss.
Tað var tann tíð, tá tú
mátti bera og lyfta børnini
eins og barnabørnini.
Alt tú kropsliga mátti var
so nógv, tað var dagurin – og
kvøldið við.
Tað var eisini tann tíð, tá
tú ikki mátti, tíðin, tá tín
barnakroppur ikki kundi
lata vera.
Tað var tann tíð, tá barna
spølini løgdu seg í hvørja
nervakyknu og funnu sær
veg yvir til eina aðra, við tí
úrsliti at tú knappliga kundi
lofta við fýra bóltum, súkkla,
hoppa á steinum yvir um
ánna, hoppa elastik, skoyta
ella spæla við í bóltspæli,
bólta rút, standa á høvdinum
og mangt mangt annað.
Dømini eru nógv, nógv
fleiri – tit kenna tey øll. Alt
hevur sína tíð!
Tíðin tá tað kendist, sum
alt hendi av sær sjálvum, tá
tú gjørdist klárur til tíðina
har tú mátti, arbeiðsárini og
árini tá børnini høvdu 100
prosent tørv á tær.
Síðani broyttist alt – alt ov
skjótt, alt ov knappliga.
Tað ber ikki til at tosað um
”tey eldru” sum ein bólk.
Tann stóra bólkin av eldri
kenni eg í mínum arbeiði
onki til, tí tey ferðast í stóru
verð, eru á háskúla, ansa
barnabørnum í Danmark,
spæla golf og fiska síl,
granska og skriva bøkur.
Eg kenni hini. Tey, sum
eru dottin, tey sum hava fing
ið varandi sjúku, tey sum í
langa tíð ikki hava boygt seg
niður at binda lissur vegna
ryggpínu, tey sum í langa tíð
ikki hava snara høvdinum á,
tí nakkin er so illa farin av
sliti.
At glíða í hálkuni sum
vaksin, tað setir seg, ikki
bert sum pína, men so sanni
liga í tað kropsliga minni,
tað liggur og krógvar seg í
minninum og órógvar títt
gongulag, tað ger at tú fert
at hugsa um hvørt fet, tað
sjálvirkandi gongulagið er
ikki har longur.
Hesi, eins og fleiri onnur
dømi eru nokk til at tilveran
sum eldri verður strævin,
so strævin at møði gerst ein
dagligur fylgisveinur.
Tí er tað stórur munur á
at vera ”eldri” og so at vera
”sjúkur eldri”
Vit mugu tí umgangast,
at sjúk menniskju gerast var
andi sjúk (yvir 3 mánaðir),
umgangast at varandi sjúk
gerast handikappað, og vit
skulu umgangast at sjúk og
handikappað fáa tørv á at
koma á røktarheim.
Hvat skulu vit so gera?
Vit skulu halda áfram við
tí áður nevnda. Tað sum
hendi av sær sjálvum sum
barn, hetta ”ikki at kunna
lata vera”, saman við tí vit
í vaksinlívinum máttu, tað
skal samantvinnast við ellis
árini.
Nú skulu vit onki tú mást
er til meira; men egin tilvitan
sigur tú skalt. Og tað eru tað
bert góðar grundir til.
Uttan orðini eg skal so for
ferst kroppurin. Har er onki
mitt í millum, væl vitandi
at talan í síðsta enda er um
eitt persónligt val. Hetta
er týdningarmikið í yngri
árum; men lívsneyðugt tá
vit eldast.
Heilin skal brúkast, so
vit varðveita evnini til at
hugsa kreativt so leingi
sum gjørligt. Aftrat hesum
stýra nervarnar frá heilanum
okkara rørslum. Um vit ikki
brúka hesa skipanina dagliga
við at røra okkum, møðist
skipanin, við tí avleiðing at
vit vera heldur sein, pøst og
ótrygg, tá vit røra okkum og
fáa harvið trupult við at halda
javnvágina (balansuna).
Daglig venjing og rørsla
eru við at tryggja, at rørslur
nar vera sjálvvirkandi (auto
matiskar) og at balansan er
nakað, vit yvirhøvur ikki
nýtast at hugsa um.
Sjálvandi er stuttligari at
ganga, um tú hevur onkran
at fara til – sum tú hevur
hug at fara til. Sjálvandi skal
rørsla ikki kennast sum ein
plága, og sjálvandi skal tað
geva meining at liva aktivt.
Tað kann vera strævið at
varðveita ein vælvirkandi
kropp uttan ein jaligan hug
burð til lívið.
Tað er so skjótt at sjúkur og
løstir (skavankir) koma við
árunum; men vit skulu nokta
at geva upp. Vit skulu.
Tað ið er okkum nærmast,
eru tær dagligur funktión
irnar, ADL-funktiónirnar,
sum á enskum merkir Acti
vities of Daily Living. At
vit gera so nógv sum til ber
sjálvi, til dømis at pussa
vindeygu, binda lissur,
klippa negl, smyrja seg
inn í krem, busta tenn, sláa
grasplenuna, brúka trappur,
vaska hár, keypa inn, elta
deiggj, hanga út á snór, mála
stakitt og alt tað tit nú sita og
hugsa um.
Hugaligt er eisini at motio
nera saman við øðrum. Kann
ingar vísa, at meira kemur
burtur úr, tá fleiri venja sam
an. Møguleikarnir eru ótelj
andi, alt frá gongufeløgum til
ryggfimleik í kvøldskúla.
Eg vil enda við nøkrum
orðum hjá Henning Kirk,
sum granskar í tí at eldast og
hugburðinum til ellisárini.
”Tann livandi kroppurin
hevur krav upp á venjing;
men trupulleikin er bara
tann, at eigarin av kropp
inum hevur gloymt, at tað
er so. Fyrst tá ein er doyggj
andi skal kroppurin fáa loyvi
at vera í frið”.
www.fysio.fo
Góðir stjórar
eru góðir fyri
heilsuna
Ein kanning sum er
gjørd sum eitt samstarv
millum finska Arbeids
miljøinstituttet og Uni
versity College í London
vísir, at góðir stjórar og
starvsfólkaleiðarar hava
góða ávirkan á heilsuna
hjá starvsfólkunum.
Starvsfólk sum upp
liva órættvísi, lítlan stuð
ul og sjáldan fáa nakað
herðaklapp eru í stórum
vanda fyri at fáa hjarta
sjúkur, meðan starvsfólk
við einum rættvísum
stjóra sum stuðlar og gevur
herðaklapp og rós, eru í
30 prosent minni vanda
fyri at fáa hjartasjúkur,
vísir kanningin, sum
varð gjørd av yvir 6.000
monnum í almenna sek
torinum ymsastaðni í
London. Menninir vóru
í aldrinum 35-55 ár, tá
kanningin, sum vardi í
nýggju ár, byrjaði.
Kelda: Sunnhetsbladet
Fysioterapeutur
Leila á
Lofti