Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 2. mars 2006 23 Íbúð í Havn til leigu Við hesum verður íbúð F í ognini Torfinsgøta 23 lýst til leigu. Íbúðin er uml. 50 fermetrar til støddar, við stovu, sovirúmi, entré, køki og baðirúmi. Mánaðar- liga leigan er í løtuni 3.300,- + ácontogjald fyri hita/felagsútreiðslur, stórt kr. 486,- pr. mánað, og streymur eftir egna málara. Íbúðin er ledig frá 1. juni 2006, men kann yvirtakast longu tann 1. apríl 2006, um hetta ynskist. Limir í »Pensionskassen for Sygeplejersker« og sjúkrasystranæmingar hava framíhjárætt. Skrivlig umsókn við upplýsingum um navn, bústað, føðingardato og møguligum limaskapi í pensionskassa, verður at senda undirritaða áðrenn fríggjadagin 17. mars 2006. Nærri upplýsingar annars, fáast við at venda sær til undirritaða. Annfinn V. Hansen Advokatfirma Bryggjubakki 22, boks 106, 110 Tórshavn tlf. 359595 · telefax 359596 T-postur: advokat@advokat.fo Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 4177 Navn: Sp/f Føroyar Afrika Shipping Adressa: Fugloyarvegur 3 Postbox 1050 110 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 04-01-2006 Viðtøkudato: 04-01-2006 Stovnarar: Kári Arnfríður Müller, J. Weinkouwffsvej 10, 9850 Hirtshals Stjórn: Kári Arnfríður Müller, J. Weinkouwffsvej 10, 9850 Hirtshals, (stjóri) Alfred Stefan Karlsten, Becodos Invalidos. Lote 5, 2750 Casais, (stjóri) Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 110 Tórshavn Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 04.01.2006 - 31.12.2006 Skráseting Føroya tann 28. februar 2006 Kristin Balle _______________________ Søkt verður eftir Skipara/stýrimanni Starvið: Er innan offshore vinnu, herundir oljuvinnu, kápulvinnu o.a. Krøv og ábyrgd: Viðkomandi kemur at hava ábyrgd av, at formligu reglur á økinum, verða fylgdar, og at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Førleikakrøv: • Vinnubræv sum skipsførari/skipari við STCW átekning • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Trygdarskeið, ikki eldri enn 5 ár • Roykkavara/sløkkileiðara skeið • GMDSS skeið • ARPA skeið • Kunnleika til ISM og ISO 9000 góðskustýring. Løn og setanartreytir: Verður sett eftir avtalu. Umsóknin saman við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi skjótast tilber. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Gunnbjørn Joensen, stjóra, tlf. 422503 ella e-mail gunnbjor@thor.fo ella Justin Philbrow, manning, tlf. 422503 ella e-mail justin@thor.fo P/F THOR 420 Hósvík www.thor.fo P/F THOR, er eitt felag sum eigur og rekur skip í oljuvinnuni, fiskivinnuni og annað virksemi í hesum sambandi. Víst verður til heimasíðu okkara www.thor.fo T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Gongur hundur leysur uttan leiðara, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur. Hevur hundurin ikki helsi og spjaldur, verður lýst eftir ánaranum. Hevur ánarin ikki gjørt vart við seg innan 3 ferðir 24 tímar frá tí, boðað er frá, kann løgreglan avhenda ella avlíva hann. w w w . t o r s h a v n . f o Kunngerð um leysgangandi hundar