hósdagur 2. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 44 - 2. mars 2006
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2407,
Sp/f Skósølan í Runavík,
600 Saltangará.
Viðtøkur broyttar:
09.02.2006
Navn:
Nýtt navn:
Sp/f 100-1000
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Johannus Ragnar Hansen,
530 Fuglafjørður
(nevndarlimur)
Thorleif Haldur Hansen,
600 Saltangará
(nevndarlimur)
Anna Sofie Hansen, 600
Saltangará
(nevndarformaður)
Innkomin í nevndina:
Leif Høj, Hjallavegur 14,
600 Saltangará
(nevndarformaður)
Jeffri Jógvanson
Johannesen, 627 Lambi
(nevndarlimur)
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Thorleif Haldur Hansen,
600 Saltangará
Innkomin sum stjóri:
Jeffri Jógvanson
Johannesen, 627 Lambi
Endamál:
Felagsins endamál er at
eiga og reka fasta ogn,
handil, útleigan o.a. í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya
tann 21. februar 2006
Kristin Balle
_______________________
Felagið Vágar
Aðalfundur felagsins verður á Hotel Vágum
hóskvøldið 16. mars 2006 kl. 19.00.
Skrá sambært lógini. Lógarbroyting.
Nevndin
Leyst starv
Starvið sum røktarleiðari á Gróðurstøðini (plantu-
skúlanum) hjá Skógrøkt landsins er leyst at søkja til
setan 1. apríl 2006.
Røktarleiðarin virkar undir leiðslu av landsskóg-
arvørðinum, og við tilvísing til hansara. Eftir fyri-
skipan hevur røktarleiðarin um hendi dagligu
praktisku leiðsluna av virkseminum og arbeiðs-
megini, ið hoyrir til Gróðurstøðina. Reglugerð er
fyri starvið.
Vit sóknast eftir umsøkjarum við førleika ájavnt
við støðið í norðurlendsku útbúgvingunum til
jordbrugsteknolog ella til gartnara. Annar við-
komandi yrkiskunnleiki kann tó eisini góðtakast.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
landsskógarvørðin á telefon 310922/210966 ella
við telduposti til: trondur@skogroktin.fo
Skrivlig umsókn, við avritum av próvskjølum,
viðmælum v.m., skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 15. mars 2006. Umsóknin
skal sendast til:
Skógrøkt landsins
Hvítanesvegur 3 · Postrúm 1174 · 110 Tórshavn
Teldupostur: skogroktin@skogroktin.fo
Skógrøkt landsins er stovnur undir Innlendismálaráðnum og innur
uppgávur og áhugamál Skógfriðingarnevndarinnar. Stovnurin skal
røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur,
sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við
plantualing, plantusølu og arboretvirksemi.
Frá Miðvágs
Arbeiðarafelag
Lýsti aðalfundurin er útsettur til mánadagin 20.
mars.
Nevndin
Ársaðalfundur í
P/F Atlantic Petroleum
Við hesum verður innkallað til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða í
høllini á Føroya Sjómansskúla í Nóatúni 2, 100 Tórshavn
leygardagin tann 18. mars 2006 kl. 10.00
við hesari fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskap
og ársfrágreiðing.
5. Val av nevnd. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali fyri eitt 2. ára skeið, nevniliga
Kjartan Hoydal, Mortan Johannesen og Óli Hammer.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.
7. Viðtøkubroytingar.
Skotið verður upp fylgjandi viðtøkubroytingar:
Grein 11 í viðtøkunum verður broytt til hetta innihald:
»Hvør partaeigari hevur rætt til at møta á aðalfundinum, um viðkomandi í
seinasta lagi 5 dagar frammanundan aðalfundinum hevur biðið felagið um
atgongumerki.
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar
undan aðalfundinum hava biðið felagið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
Partaeigari kann skrivliga geva øðrum persóni fulltrú til at fara á fund og
greiða atkvøðu hansara vegna.
Atgongd til aðalfundin hava harumframt fjølmiðlarnir.«
8. Ymiskt
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin
veitst tú ikki tað?