fríggjadagur 3. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
– Tað er ósakligt,
tá ið tinglimir úr
samgonguni nú sáa
iva um ætlanina at
einskilja Atlantsflog,
sigur Bjarni
Djurholm
Einskiljingin av
Atlantsflogi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kom ógvuliga dátt við
hjá Bjarna Djurholm at lesa
Sosialin mikudagin.
Har sáddu tríggir ting
menn
úr
samgonguni
iva um ætlanina at ein
skilja Atlantsflog. Lands
stýrismaðurin í vinnumálum
hevur lagt uppskot fyri
Løgtingið um at einskilja
Atlantsflog, men teir tríggir
samgongumenninir gjørdu
greitt, at í veruleikanum var
ongin avtala í samgonguni
um málið.
Men í Sosialinum í gjár
boðaðu tríggir aðrir ting
menn úr samgonguni frá,
at onki hald var í atfinn
ingunum og at málið var
væl og virðiliga lýst og fyri
reikað í samgonguni og at
allir flokkar høvdu givið til
søgn um at tað varð lagt fyri
Løgtingið.
Ongantíð so væl
fyrireikaður
Og Bjarni Djurholm kann
ikki annað enn geva teimum
rætt.
Einskiljingin av Atlants
flogi er eitt sera týdningar
mikið mál, tí hetta er fyrstu
ferð, at Løgtingið skal taka
støðu til at selja eitt alment
felag.
– Tí havi eg lagt alla orku í
at fyrireika málið so væl sum
yvirhøvur gjørligt og eg tori
at pástanda, at øll árini, eg
havi verið í politikki, er onki
mál, sum er so væl fyrireikað,
so væl gjøgnumarbeitt og so
væl upplýst, sum hetta, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at tað hevur
ómetaliga stóran týdning, at
hetta málið verður handfarið
rætt og tí hava vit lagt alla
orku í at fyrireika tað so væl,
at ongi ivamál skulu vera.
Tí skilir hann ikki, at sam
gongumenn nú eru farnir at
sáa iva um ætlanina og hann
heldur at tað er beinleiðis
ósakligt.
– Eg kann bara geva for
manni javnaðafloksins á
tingi, Kristiani Magnussen
rætt, táið hann í Sosialinum í
gjár segði, at summi tingfólk
royndu at finna semjur, onn
ur rondu bara at gera vart við
seg sjálvi.
– Eg havi ongantíð fyri
reikað eitt mál so væl sum
hetta fyri at tryggja politiska
undirtøku fyri tí. Men er
fyrireikingin í hesum máli
ikki nóg mikið, veit eg rætt
og slætt ikki, hvat kann ger
ast fyri at upplýsa málið
betri.
Óteljandi fundir
Bjarni Djurholm sigur,
at málið um at einaskilja
Atlantsflog hevur verið
fyri á óteljandi fundum í
samgonguni, í lítlu sam
gongu, í vinnunevndunum
og á fundum í teimum ymsu
flokkunum. Harumframt
hava umboð fyri flokkarnar,
umboð fyri vinnunevndina
og umboð fyri flokkarnar,
verið á eini ørgrynnu av
fundum um málið.
– Eg havi rætt og slætt
ikki hugflog at hugsa
mær til, hvussu vit skuldu
upplýst flokkarnar betri,
sigur landsstýrismaðurin í
vinnumálum.
Hann staðfestir eisini, at
allir flokkar í samgonguni
hava skrivliga góðtikið ætl
anina og hava góðtikið, at
tað verður lagt fyri tingið,
sum tað er nú.
Hann hevur eisini tosað
beinleiðis við flestu tinglimir
í samgonguni og greitt teim
um frá ætlanini og teir góvu
honum allir sum ein tilsøgn
um at leggja málið fyri
tingið.
– Tí er tað beinleiðis
ósatt, at tað ikki er nóg væl
viðgjørt í samgonguni og tað
harmar hann, at tingmenn nú
sáa iva um tað av orsøkum,
sum bara kunnu vera tann
beri profileringshugur.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann eisini nú hevur fingið
váttað frá javnaðarflokkinum
og fólkaflokkinum, at tað
er ongin trupulleiki við
málinum og í Sosialinum í
gjár kundi hann lesa, at eisini
formaður sambandsfloksins
váttar, at ongin trupulleiki
er.
Einaferð ella
tvær ferðir
Bjarni Djurholm sigur, at
tað einasta, sum sakliga
kann skilja tinglimir, er, um
Atlantsflog skal einskiljast
í einum ella í tveimum løg
tingssamtyktum.
Sum málið liggur nú, skal
Løgtingið fyrst einskilja
33% og selja tey á virðis
brævamarknaðinum. Seinni
skal Løgtingið so einaferð
afturat samtykkja at selja
33% til íleggjarar.
– Hetta er eftir mínum tykki
einasta ivamál, sum kann
vera í allari einskiljingini
og hetta er einasta sakliga
atfinningin, ið tingmenn
hava ført fram.
Sjálvur vildi Bjarni Djur
holm helst, at øll 66% vórðu
einskild í einari og somu
løgtingssamtykt.
– Hinvegin hava allir
flokkar gjørt greitt, at teir
vilja hava gongd á virðis
brævamarknaðin nú og tí var
uppgávan at fyrireika søluna
so, at tað kundi bera til.
– Men skal ein partur av
Atlantsflog á virðisbræva
marknaðin, er tað eitt krav
frá myndugleikunum, at
minst 300 partaeigarar skulu
vera og tí verður farið eftir
teimum smáu íleggjarunum
fyrst.
– Sostatt verða 33% ein
skild í fyrstu syftu til almenn
ingin at keypa og seinni
verða so aftur 33% seld til
íleggjarar.
Bjarni Djurholm ásannar,
at hetta er tann nætbesta
loysnin, men fyri tað er hetta
ikki ein vánalig loysn, men
tað er orsøkin til, at málið
má í Løgtingið tvær ferðir.
Men hinvegin staðfestir
hann, at kemur Løgtingið
til tað niðurstøðu, at alt
skal gerast í einum, kann
hann bara taka undir við
tí og tað stendur eisini í
uppskotinum, sum nú er lagt
fyri Løgtingið.
Hann vísir eisini á, at
Atlantsflog tekur undir við
ætlanini. Felagið heldur, at
besta loysnin er at einskilja
øll 66% í einum, men kortini
er tað betri, at 33% verða
einskild nú, heldur enn at
onki hendir.
Hann leggur afturat, at tað
er rætt og slætt neyðugt at
einskilja Atlantsflog nú.
– Vit samráðast við ES
um fult frælsi at flúgva
upp á Føroyar, samstundis
skulu vit longja flogvøllin
og Atlantsflog stendur fyri
stórum avbjóðingum í sam
bandi við at útvega nýggj
flogfør.
– Tí kann landið ikki eiga
eitt felag, sum kappast við
flogfeløg á privata mark
naðin, sigur Bjarni Djur
holm.
Annars gleðir hann seg til
viðgerðina í Løgtinginum
og sum hann sær málið
nú, er einasta ivamálið um
Atlantsflog skal einskiljast
í einum ella tveimum og
hvat tað endar við, verður so
nakað, sum vðgerðn í Løg
tinginum kemur at vísa.
– Eg havi rætt og slætt ikki hugflog til at hugsa mær til, hvussu eitt mál kann lýsast betri enn hetta málð um at einskilja Atlantsflog, er lýst. Tí kann tað bara vera hugurin til at gera vart við seg, sum
ger, at tingmenn nú sáa iva um ætlanina, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum
Havi ongantíð fyrireikað
meg so væl sum hesuferð