fríggjadagur 3. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 45 - 3. mars 2006
Orsøkin til, at løg
maður og landsstýrið
vilja gera sáttmálan
millum Føroyar og
Ísland til lóg, er, at
vit hava ein hóp av
lógum í Føroyum,
sum skulu broytast,
um íslendingar skulu
fáa tey rættindi í
Føroyum, sum sátt
málin leggur upp til.
Hetta er ein ”teknisk”
loysn, sum politiskt
stríð er – og ivaleyst
fer - at vera um
Sáttmáli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hoyvíkssáttmálin, sum er
sáttmálin millum Føroyar
og Ísland við teimum f‡ra
grundleggjandi frælsunum
fyri vørur, tænastur, kapital
og fólk, er til politiska viðgerð
í uttanlandsnevndini.
Ætlanin hjá løgmanni og
landsstýrinum er, at allar
tær skyldur, sum Føroyar
við sáttmálanum koma
at hava mótvegis Íslandi,
verða avgreiddar á tann hátt,
at sjálvur sáttmálin verður
gjørdur til lóg.
Hetta er ein ”teknikkur”,
sum politiskt hevur verið
funnist at, tí sáttmálin við
hesum verður hevjaður yvir
allar aðrar galdandi lógir,
sum kunnu hava t‡dning
í viðurskiftunum millum
Føroyar og Ísland.
Tá
ið
sáttmálin
er
samtyktur á tingi, kann ein
íslendingur, sum kemur til
Føroya, við sáttmálanum í
hondini vísa á, hvørji rættindi
hann hevur í Føroyum.
Her standi eg!
Vit kunnu taka eitt til
vildarligt dømi:
Sum
er,
kann
ein
íslendingur ikki reka ein
biograf í Føroyum, tí her
krevst, at hann er danskur
ríkisborgari við bústaði í
Føroyum.
Tá ið Hoyvíkssáttmálin
er vorðin lóg, kann íslend
ingurin standa við sátt
málanum í hondini í Føroyum
og siga, at hann hevur hesi
rættindi – líka mikið, hvat
ein onnur lóg sigur.
Og soleiðis verður tað
allan vegin ígjøgnum – og
ikki minst, tá ið talan er
um sonevndar tekniskar
handilsligar forðingar.
Orsøkin til, at løgmaður
og landsstýrið vilja gera
sáttmálan millum Føroyar og
Ísland til lóg, er, at vit hava
ein hóp av lógum í Føroyum,
sum skulu broytast, um
íslendingar skulu fáa tey
rættindi í Føroyum, sum
sáttmálin leggur upp til.
Hetta er lættari sagt enn
gjørt – í eini handavending,
og ikki er vist, at onkur
lóg tá ikki liggur eftir, sum
ikki er broytt samsvarandi
sáttmálanum.
Eingin ”feilur”...
Á henda hátt, heldur løg
maður, at vit best kunnu
avgreiða tær skyldur, sum
Føroyar koma at hava
mótvegis Íslandi – og við at
gera sáttmálan til lóg, koma
vit heldur ikki at gera nakrar
”feilir”, sum fólk, ið standa
málinum nær, taka til.
Sambært stýriskipanar
lógini, grein 55, verður
sáttmálin, tá ið hann er sam
tyktur á løgtingi, soleiðis ein
binding yvirfyri Íslandi.
Løgmaður heldur soleiðis,
at vit í fyrsta lagi eiga
at binda okkum yvirfyri
Íslandi, í øðrum lagi binda
vit okkum inneftir, og í triðja
lagi mugu vit fremja neyðugu
lógarbroytingarnar í einstøku
lógunum, sum stríða ímóti
sjálvum sáttmálanum millum
Føroyar og Ísland.
Íslandssáttmálin:
Hóttir føroyskt
umhvørvi og
arbeiðspláss
Íslandssáttmálin:
Gerast til lóg yvir øðrum lógum
– Vit verða ein av
føroysku fyritøkunum,
sum koma at merkja
sviðan av uttanríki
spolitikkinum hjá
løgmanni, Jóannesi
Ejdesgaard, sigur Einar
Waag, stjóri á Føroya
Bjór í Klaksvík
Avleiðingar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í hesum døgum sita føroysk
embætisfólk og kýta seg fyri
at fáa Íslandssáttmálan fyri
tingið.
– Lógaruppskotið kemur
at hava álvarsligar avleið
ingar fyri føroyskt vinnulív.
Føroya Bjór, sum í út við
118 ár hevur virkað á før
oyska marknaðinum, er
ein av fyritøkunum, sum
kemur at merkja sviðan
av hjartamálinum hjá løg
manni.
Hetta sigur Einar Waag,
stjóri í Føroya Bjór.
Hann vísir á, at íslenska
vinnulívið hevur yvirfyri
uttanlandsdeildini
hjá
løgmanni trumfað ígjøgnum,
at øl- og sodavatnsdósir skulu
inn á føroyska marknaðin,
hóast umhvørvisvinarligir
landspolitikarar seinastu
nógvu árini hava verið hart
í móti, at dósir og onnur ein
gangs embalasja skal koma
á okkara marknað.
Føroysku bryggjaríini hava
í síni framleiðslu innrættað
seg eftir hesum politiska
veruleika og tískil ikki gjørt
íløgur í dósakolonnur, sum
tað verður rópt.
– Íløgurnar í útgerð til
dósaáfylling eru í mun til
føroyska marknaðin so
stórar, at tær als ikki loysa
seg, sigur Einar Waag.
Tað, sum Einar rópar
”politiska hjartabarnið hjá
løgmanni”, heldur hann
kemur at viðføra, at føroysku
bryggjaríini mugu síggja í
eyguni, at móti sumri verður
framleiðslan hálverað.
Multinationalir stýra
– Ìslandssáttmálin leggur
upp til, at føroyskar vørur
hava frítt at fara á íslendska
marknaðinum. So, her
skuldu verið møguleikar fyri
størri útflutningi. Føroya
Bjór hevur gjørt royndir at
koma á íslenska marknaðin.
Hetta vísir seg tíverri at
vera ógvuliga torført, tí
tað eru stór multinational
bryggjaríir, sum st‡ra hesum
marknaði, sigur hann.
Stjórin í Føroya Bjór vísir
á, at tað, sum kanska er verri
fyri Føroyar í longdini, er tey
negativu árini, sum blikk og
eingangsíløt koma at hava
fyri umhvørvið.
– Higartil hava føroyskir
politikarar sæð t‡dningin av
at verja umhvørvið á landi og
sjógvi móti eingangsíløtum.
Tað eru eisini onnur lond,
sum við lív og sál verja um
sítt umhvørvi, og eitt av
hesum londum er Grønland,
sigur hann.
Grundsjónarmiðið í hand
ilsavtaluni millum Føroyar
og Ísland er, at vørur skulu
hava frítt at fara millum lond
ini, tó so, at atlit skulu takast
fyri serligum viðurskiftum.
– Hóast vørur og rávørur
skulu hava frítt at fara, er tað
ein sannroynd, at tað ber ikki
til hjá íslenskum skipum
at leggja rávøru upp her á
landi.
Óbúnir politikarar
Einar Waag heldur tí nógv
benda á, at tað er sera
”agressiva” íslenska vinnu-
og handilslívið, sum í hesum
førinum leggur føroyskar
politikarar undir trýst - og
at hesir eru við til at ofra
føroyskt vinnulív.
– Við hesum í huga, er
tað ein góður spurningur,
um okkara landspolitikkarar
eru búnir at føra uttanríkis
politikk, heldur Einar Waag,
stjóri í Føroya Bjór.
Hugsandi er, at
íslendskir útflytarar
ætla sær at koma
til Føroya við
drykkjuvørum í
eingangsíløtum,
og tá eigur ”em
balasjulógin”
ikki at ”diskrim
inera” íslendsku
vørurnar – um tað
er diskriminering
ikki at loyva ein
gangsíløtum
Drykkjuvørur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av lógunum, sum inn
lendismálaráðið í løtuni
arbeiðir við at broyta, er
lógin um ”íløt til øl, min
eralvatn og lidnar leski
drykkir”.
Hetta
er
sonevnda
”embalasjulógin”, sum
eitt nú ásetir, at ikki er
loyvt at flyta inn ella selja
drykkjuvørur í eingangs
íløtum, t.v.s. íløtum, sum
bert einaferð verða nýtt til
upprunaliga endamálið,
sum lógin sigur.
Í lógini stendur eisini, at
Toll-og Skattstova Føroya
kann geva fyritøkum
loyvi til at flyta inn ella
selja drykkjuvørur í ein
gangsíløtum til skip og
flogfør, sum ”kunnu provi
antera toll-og avgjaldsfrítt
sambært kunngerð um
proviantering av skipum
og flogførum til nýtslu
umborð ella til sølu til
ferðafólk”.
Í einum øðrum broti í
”embalasjulógini” stend
ur, at ”Toll-og Skattstova
Føroya kann krevja, at
framleiðarar/innflytarar av
nevndu drykkjuvørum skulu
prógva, at innsavningar-og
returskipan er til steðar sum
tryggjar, at íløtini verða send
aftur til endurfylling”.
Íslandssáttmálin
Orsøkin til, at innlendis
málaráðið arbeiðir við at
broyta ”embalasjulógina”,
er Hoysíkssáttmálin millum
Føroyar og Ísland.
Innlendismálaráðið
heldur nevniliga, at áset
ingin í lógini um forboð
ímóti innflutningi av
eingangsíløtum ikki er
í tráð við tað, sum ”man
vil við sáttmálanum við
Ísland”, tí lógin forðar fyri
”vørufrælsi”, sum er ein
partur av sáttmálanum.
Tí metir ráðið, at lógin
eigur at verða broytt.
Hugsast kann nevniliga,
at íslendskir útflytarar
hugsa sær at koma higar til
lands við drykkjuvørum í
eingangsíløtum, og tá eig
ur ”embalagulógin” ikki at
”diskriminera” íslendsku
vørurnar – um tað er dis
kriminering ikki at loyva
hesum.
Innlendismálaráðið:
Ætlar sær at broyta
”embalasjulógina”
Stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, heldur, at føroysku myndugleikarnir boyggja seg fyri
multinationalum fyritøkum í Íslandi