Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 3. mars 2006 7 Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sigur, at uppskotið um broytingar í rúsdrekkalógini, ið júst latið løgtinginum, er fullkomiliga misskilt av loftmiðlunum, tí talan í veruleikanum er um ógvuliga avmarkaðar broytingar Rúsdrekkalógin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Soleiðis sum loftmiðlarnir hava borið málið fram sein­ astu dagarnar, skuldi ein trúð, at talan er um ógvuliga víttfevnandi broytingar av rúsdrekkalógini, men tað er ikki veruleikin, sig­ur Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður. Festivalarnir sleppa ikki at skeinkja Landsstýrismaðurin vísir á, at til dømis hava fyri­ skipararnir av festivalum skilt broytingaruppskotið soleiðis, at teir nú sjálvir sleppa at skonkja fyri festi­ valsgestunum. – Uppskotið leggur upp til, at tað skal bera til at skonkja á eitt nú festivalum, men tað skulu verða persónar, ið frammanundan hava skeinkiloyvi, ið skulu standa fyri hesum. Fyriskipararnir hava ikki sjálvir skeinki­ loyvi, og tí kunnu teir ikki rokna við at sleppa at skonkja. Harumframt sigur uppskotið, at tá ið talan er um skeinking uttandura, verðut tað bert øl, ið kann skeinkjast, greiðir Bjarni Djurholm frá. Í uppskotinum verður tó latið upp fyri, at í teimum førum, har eingin loyvishavari hevur møgu­ leika at standa fyri skeinking til eitt stórt tiltak, ber til at geva ábyrgdarfullum persóni loyvi at skeinkja. – Her hava vit tó serliga hugsað um eitt nú útoyggjarnar, har eingin hevur skeinkiloyvi. Til dømis kann tað verða í sambandi við eina útoyggjastevnu í eitt nú Skúgvi, at ein ábyrgdarfullur persónur fær loyvi at standa fyri skeink­ing, sigur landsstýrismaðurin. Skot í tóman heim Í Degi og Viku í gjárkvøldið fanst Bill Justinussen, løgtingslimur, harðliga at broytingaruppskotinum, ið hann helt verða ein roynd at lumpa eina liberalisering av rúsdrekkalógini ígjøgnum. Hesum er Bjarni Djurholm als ikki samdur í. – Hatta er fullkomiliga skot í tóman heim. Eg havi sitið á hesum málsøki í nógv ár, og eg veit, at var talan ikki um ógvuliga avmarkaðar broytingar í lógini, so varð uppskot­ið ongantíð borið niðan í ting­ ið. Hetta snýr seg bert um at loyvishavarar kunnu skonkja í sambandi við størri tiltøk so sum konsertir, ráðstevnir, fundir og annað, og at tað í ein avmarkaðan mun skal bert til at lata øðrum loyvi at skonkja í sambandi við tiltøk, har loyvishavari ikki hevur møguleika at skonkja, sigur Bjarni Djurholm at enda. Teir báðir fyrrverandi formenninir í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum og Herman Oskarsson, eru samdir um, at valið av Jørn Astrup Hansen til nýggjan formann í Búskaparráðnum er eitt gott val Búskaparráðið Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í gjár skipaði nýggja Búskaparráðið seg við Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóra í Føroya Banka, sum formanni. Teir báðir undanfarnu formenninir í ráðnum eru samdir um, at talan er um eitt gott val, hóast nýggi formaðurin er dani og ikki býr í Føroyum. Hevur dirvi at siga sína meining Herman Oskarsson sigur, at Jørn Astrup Hansen er ein virdur kjakluttakari í føroyska samfelagnum, og tað í sjálvum sær er eitt gott útgangsstøði. – Eg haldi ikki, at tjóðskapurin hevur nakað at siga. Tað skal leggjast nógv størri dentur á integritet, og tað hevur Jørn Astrup Hansen prógvað, at hann hevur. Somuleiðis hevur hann prógvað, at hann torir at siga sína meining, og so hevur hann eisini gott innlit í føroysk viðurskifti, sigur Herman Oskarsson. Sambært Herman Oskars­ syni er tað eisini ein fyri­ mun­ur, at nýggi formaðurin er óheftur av føroyska arbeiðsmarknaðinum og vinnu­lívinum, og hann heldur eisini, at Jørn Astrup Hansen í sínum virki her á landi hevur víst seg ikki at verða partískan, og tað er ógvuliga umráðandi. – Alt í alt haldi eg, at valið av Astrup sum formanni er eitt útmerkað val, sigur Herman Oskarsson. Skrivarafunktiónin umráðandi Júst fráfarni formaðurin, Johnny í Grótinum, heldur, at tá ið talan er um val av Jørn Astrup Hansen til formann, kann tað góðtakast. – Sjálvandi kann tað verða óheppið, um onkur uttan fyri Føroyar verður valdur til formann, men í hesum førinum haldi eg, at valið er gott. Jørn Astrup Hansen hevur hollan kunnleika til føroyska samfelagið, og tí er tað í lagi, sigur Johnny í Grótinum. Tó heldur fyrrverandi formaðurin, at tað, sum er mest umráðandi í løtuni, er, at skrivararfunktiónin hjá ráðnum er í lagi, og tað er hon ikki í løtuni. – Fyrrverandi skrivarin hjá Búskaparráðnum er farin til DK, og eingin er settur ístaðin. Eftir mínum tykki er tað ógvuliga umráðandi, at Fíggjarmálaráðið rað­ festir hetta høgt, so at Búskaparráðið aftur fær ein skrivara, ið er bú­skaparfrøðingur og hev­ ur kunnleika til føroyska samfelagið, sigur Johnny í Grótinum at enda. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður: – Uppskotið er fullkomiliga misskilt Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sigur, at loftmiðlarnir hava fullkomiliga misskilt uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini, sum í veruleikanum er eitt ógvuliga avmarkað broytingaruppskot savnsmynd Astrup er eitt gott val Nývalda Búskaparráðið hevði sín fyrsta fund í gjár, og tá varð Jørn Astrup Hansen valdur til formann. Eitt val, sum teir báðir undanfarnu formenninir, halda verða sera gott. Mynd: Jens Kr. Vang Í Degi og Viku í gjár segði Bill Jus­tin­uss­en, løgtingsmaður, at tað nyttaði einki at ringja til løgregluna um brot á rúsdrekkalógina. Hesum er Uni Vestureið, politikommiserur, ikki samdur í Annars hevur Uni Vestureið ikki stór­ vegis viðmerkingar til hugburðin hjá Bill Justinussen mótvegis løgregluni. - Vit hava fitt av arbeiði á hesum øki, og um talan er um brot á rúsdrekkalógina, verður tað kannað eftir førimuni. Vit eftirkanna bæði í sambandi við fráboðan um brot á lógina, men eisini uttan fráboðan, tí vit vitja javnan skeinkistøð at kanna eftir, um alt er í lagi, sigur Uni Vestureið. Politikommiserurin metir tískil ikki, at teirra partur liggur eftir, hóast ein altíð kann siga, at ein kann gera meira. Uni Vestureið, politikommiserur: – Okkara partur liggur ikki eftir