Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 45 - 3. mars 2006 SUÐUROYARLEIÐIN 2003 2004 2005 2006 Ferðafólk Akfør Ferðafólk Akfør Ferðafólk Akfør Ferðafólk Akfør Jan 8.430 2.382 8.891 2.993 10.317 3.363 12.035 4.484 Feb 8.653 2.338 10.497 3.379 10.212 3.384 Mar 11.510 3.454 11.273 4.213 12.555 4.184 Apr 12.324 3.947 13.644 4.427 13.731 4.278 Mai 12.221 3.274 15.295 4.901 14.636 4.771 Jun 16.837 4.185 12.950 4.487 18.205 5.076 Jul 16.105 4.912 18.925 5.734 18.037 5.489 Aug 16.042 4.861 16.983 5.250 15.926 5.118 Sep 12.353 4.071 13.043 4.125 12.627 4.388 Okt 12.535 4.417 12.908 4.571 10.108 3.668 Nov 10.815 3.856 10.015 3.772 14.398 4.940 Des 10.608 3.756 10.018 3.796 13.503 5.079 Íalt 148.433 45.453 154.442 51.648 164.255 53.738 Klaksvík: Dagur er nú ásettur, nær Norðoya­tunn­ ilin fer at lata upp. Henda søguliga leygardagin 29. apríl er ætlanin at skipa fyri alskyns tiltøkum. Nú hevur so P/F Norðoyatunnilin sett Steintór Rasmussen sum samskipara av tiltøkunum sum skulu verða henda dagin. Tiltøkini verða eisini sam­skipað á samráð við mentamáladeildina hjá Klaksvíkar býráð, sum eisini er ein vertur til henda stóra dag. Ætlanin er at fyrireika og samskipa eina stóra skrá, sum greiður frá øllum til­ tøkum, har fyritøkur og stovn­ar kunnu gera seg sjónligar henda dagin, sum eftir ætlan skal gerast bæði hugnaligur og serligur. Arbeitt verður eisini við einum stórum „Tunnils­ kóri“, sum verður sett sam­ an av vandum sangar­um úr Eysturoynni og Norð­ oyggjum til hetta serstaka høvið. sb. Fyrireika eitt serstakt tunnilskór Vestmanna: Nógvir dreingir í Vestmanna hava hug til annað enn bert til hondbóltin, hóast tað er henda, sum bygdin man vera mest kend fyri. Fleiri teirra hava tí sæð seg noyddar at fara til fótbóltsvenjing í Sandavági. Og í hes­um sam­bandi søkti ítróttar­ felagið í Sandavági – SÍF – Vestmanna kommunu um stuðul til flutning av hesum dreingjum til fót­ bóltsvenjingina. Á seinasta fundi í bygdar­ ráðnum varð samtykt at stuðla hesum flutningi við 10.000 krónum. sb. Vágur: “Kirkjukórið Ljóm­ ur” skipa aftur í komandi viku fyri sangskeiði. Fyrru ferð var í januar í ár, hesa ferð verður tað í komandi viku. Tað er Súsanna Bratta­ berg sum aftur hesaferð gevur frálæru eftir ser­støk­ um máta, sum er brúktur í Italiu. Um skeiðið sigur Sús­ anna soleiðis við Suðurrás: – Við einføldum venjingum, kunnu vit fáa røddina størri, lægri, hægri og breiðari – alt tað, ið ein droymir um, tá ið ein hoyrir góðan sang. Tað er at líkna saman við ítrótt, tí við venjing kunnu vit betra røddina sera nógv. - Grundarlagið er stuttleikin at syngja, og at tit duga eitt sindur av nótum, sigur Súsanna. Fyrra skeiðið varð full­ teknað beinanvegin við lut­ takarum í øllum aldrum og úr allari oynni. Sangskeiðið verður í Vágs kirkju og byrjar kom­ andi mánadag og heldur fram til hósdagin. Pláss er fyri 15 næmingum. sb. Stuðul til koyring til venjing Enn eitt sangskeið fyri suðringum Vágs kirkja verður enn einaferð karmur um eitt skeið fyri sangglaðar suðringar Norðoyatunnilin letur upp 29. apríl við sangi og einum hópi av øðrum tiltøkum Nógv fólk ynskja at gera brúk av nýggja Smyrli. Hetta merkist týðiliga aftur í fyrispurningum hjá Suðuroyar Kunn­ ingarstovu um tað, sum oyggin hevur at bjóða teimum ferð­ andi. – Vit bíða tí spent eftir, hvussu hetta árið fer at verða, sigur Póla Strøm, leiðari á kunningarstovuni Samferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Suðuroy: – Jú, tað er so púra vist, at vit hava fingið nógv fleiri fyrispurningar um bæði gisting og ferðing, síðani Smyril kom. Póla Strøm er leiðari á Suðuroyar Kunningarstovu á Tvøroyri. Og hon er ikki í iva um týdningin, sum hetta flaggskip okkara hevur havt fyri oynna og serliga ferða­ vinnuna í oynni. Bæði talið av ferðafólkum og bilum er økt munandi, síð­ ani nýggi Smyril varð settur í sigling í november mánaði í fjør. Og tað er einki sum bendir á, at hetta talið fer at minka nakað, nú tað stundar móti sumri. – Nógv fólk vitja vanliga her um høgtíðirnar páskir og hvítusunnu. Men eisini til aðrar tíðir ynskja fólk at koma higar. – Vit hava longu nú fingið fleiri fyrispurningar um møguleikan at leiga summ­ar­ hús í norðaru helvt av oynni. Og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Póla. Í Suðuroynni eru tvær kunn­ingarstovur. Ein er í Vági og so henda, sum hevur heimstað á Tvøroyri. Fleiri ferðandi og bilar Hagtølini fyri talið av ferða­ fólkum til Suðuroyar vísa greitt, at fólk veruliga ynskja at vitja hesa sunnastu oyggj okkara. Áðrenn Smyril kom til land­ ið seinast í oktober mán­aði í fjør ferðaðust 10.108 ferðafólk til oynna. Henda mánaðin vórðu fluttir 3.668 bilar. Í november mánaði, sum var fyrsti mánaðurin við nýggja Smyrli, sást bein­an­ vegin ein stór øking í tal­in­ um av ferðafólki og bilum. Íalt vórðu nú flutt 14.398 ferðafólk og 4.940 bilar. Mánaðin eftir minkað tal­ið av ferðafólki nakað, meðan talið av bilum vaks. Í desember vórðu kortini flutt 13.503 ferðafólk og 5.079 bilar. Seinastu hagtølini frá Strandferðsluni eru fyri janu­ ar mánað í ár: Tá vórðu flutt 12.035 ferðafólk og 4.484 bilar. Ynskja gisting Hesi tølini eru eisini áhuga­ verd hjá báðum kunn­ing­ar­ stovunum í Suður­oynni. Tey vísa á, at hjá hesum báðum liggur nú eitt stórt arbeiði at fáa øll hesi ferða­ fólkini væl og virðiliga til oynna fyrstu ferðina, soleðis at tey koma aftur. – Tey, sum ringja til okkara spyrja fyrst og fremst eftir møguleikunum fyri gisting, og síðani hvat ein kann upp­ liva í oynni, sigur Póla. Hesir fyrispurningarnir koma frá øllum landinum, bæði frá einstaklingum, familjum, bindiklubbum og øðrum bólkum av áhugaðum ferðafólkum. Vakur siglitúrur Póla Strøm fegnast tó mest um, at ein vøkstur eisini hevur verið at hóma hesa ársins tíð. Vanliga er ikki so nógv at gera hesa ársins tíð. – Vit eru tí spent eftir at vita, hvussu hetta fyrsta ár­ið við nýggja Smyrli fer at roynast. – Alt talar kortini fyri, at hetta verður eitt gott ár, um vit skulu ganga eft­ ir fyrispurningunum og eftir­spurninginum eftir summarhúsum, sum vit nú hava fingið, sigur hon. Hinvegin so vísir Póla eisini á tann vakra siglitúrin um Suðuroyarfjørð. Tað er helst so, sum onkur tók til, at ein sær mun á hvørji ferðafólk eru úr oynni og hvørji eru norðanfjørðs. Tá Smyril leggur frá landi leggja nógvir suðringarnir seg at sova, meðan onnur verða sitandi og njóta ta vakra útsýnið tey fáa við í prísinum fyri ferðaseðlarnar. – Jú, fólk elska at sigla henda túrin. Og tað fer væl eisini at gerast so, at tað fer at verða forkunnugt at sigla, nú Norðoyatunnilin letur upp, verður sagt. Ynskja fólk tí ein vakran túr í einum behagiligum og sjógóðum skipi, so er Smyril ein góð loysn, - ein loysn, sum helst fleiri og fleiri fara at gera brúk av. Smyril skapt vaksandi áhuga fyri Suðuroynni Suðuroyingar fegnast um nýggja Smyril, og tað smittar eisini av á áhugan fyri ferðing og gisting hjá fólki norðanfjørðs Mynd: Jens Kr. Vang Ferðafólk til Suðuroyar Yvirlitið vísir talið av ferðafólki og bilum til og úr Suðuroynni seinastu árini. Tølini fyri februar í ár eru ikki klár enn frá Strandferðsluni. FAKTA