fríggjadagur 3. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
9
Í næstu viku letur
ASFALT upp nýggja
skrivstovu í húsinum
hjá Føroya Banka
í N. Finsensgøtu
13. Ætlanin við
skrivstovuni er at
birta lív í tónleik á
gongugøtuni.
Tónleikur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
ASFALT fer at húsast í øllum
húsinum í N. Finsensgøtu,
og verður skrivstovan opin
frá í næstu viku og fram til
stóra tónleikatiltakið fer av
bakkastokki fríggjadagin 2.
juni:
– Ætlanin við skrivstovuni
er longu nú at skapa eitt
livandi tónleikaumhvørvi
á gongugøtuni. Fyrst og
fremst verður húsið nýtt
til fundarvirksemið, men
somuleiðis ætla vit at geva
øllum tónleikaáhugaðum
møguleikan at støkka inn
á gólvið. Vit hava m.a.
lænt borð og stólar frá
Tjóðpalli Føroya, so vit
okkurt kvøldið kunnu hava
jam-session o.a.m., sigur
ein av fyrireikarunum Bogi
Andreasen.
Fimm fólk fara dagliga at
starvast á skrivstovuni, men
Bogi Andreasen væntar,
at fleiri og fleiri koma at
arbeiða sjálvboðið, tá stóra
tónleikatiltakið nærkast.
ASFALT skrivstovu á gongugøtuni
Nú um vikuskiftið fer
Maria Guttesen at hava
tvær konsertir í Árhus, ið
verða tiknar upp við útgávu
fyri eyga. Á konsertunum
fer Maria at spæla klaver
og syngja nýggj løg, men
eisini okkurt gamalt lag hjá
henni verður at hoyra.
Maria
hevur
gjørt
flestu løgini sjálv. Lene
Drachmann hevur sett
orð til flestu løgini, Maria
Salomon hevur sett orð
til tvey og føroyska Elspa
Metzdorff hevur sett orð til
eitt lag.
Maria
hevur
boðið
tónleikagestum at vera við
á konsertunum. Tey eru
føroyska Lena Anderssen,
ið syngur og danin Morten
Svenstrup, ið spælir cello,
umframt Sophie Ziedoy
sum verður kórsangari.
Í dag letur upp
spennandi
framsýning í
Leikalund við
grafiskari list hjá
Mariusi Olsen
Listaframsýning
Listamaðurin Marius Olsen
arbeiðir bert við grafiskari
tøkni. Menniskjað er
miðdepilin í list hansara, og
serstakliga ger hann nógvar
sjálvsmyndir. Marius er
ógvuliga eksperimenterandi
í síni list, og setir ymiska
tøkni saman, so sum
silkiprent og etjing. Á
tann hátt fær hann fram
ein sermerktan poesi og
sjáldsamar myndir, ið bert
kunnu síggjast í góðum
ljósið. Í ávísum høpum
viðger Marius náttúruna og
landslagið einsamøll, men
aloftast við dramatiskum
temaum.
Fernisering verður í
Leikalund kl 16.00, og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er at síggja
í upplatingartíðunum hjá
Leikalund:
Mánadag-fríggjadag:
10.00-23.00
Leygardag: 10.00-13.00 og
19.00-23.00
Sunnudag: 19.00-23.00
ave
Mótakvøld við mótasýning,
ráðgeving innan andlits-
viðgerð
og
litavali
verður í VB – húsinum
leygarkvøldið 4. mars.
Tað er ungdómsdeildin hjá
VB/Sumba, ið skipar fyri
hesum eitt sindur alternativa
háttinum at savna pening
inn.
Møguleiki verður at fáa
ráðgeving innan andlits-
viðgerð frá Maiken Sandá,
vakurleikaserfrøðingi.
Eisini verður mótasýning
við klæðum frá Sirri,
Toystovuni í Vági, Reinfan
og Heimavirkinum
Dansigenturnar úr Vági, ið
vunnu gull í kappingini hjá
Tvøroyrar Fimleikarfelag,
fara eisini at luttaka og sýna
síni kynstur fram. Kaffi
og køkur verða til keyps.
nud
Moss, Midge og
Svan gjørdust
nummar eitt í hvør
sínum flokki,, tá 21
hundar dystaðust
í sera tættari
seyðahundakapping á
Viðareiði leygardagin
Seyða-
hundakapping
Anna v. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Síðsta leygardag var
seyðahundakapping
á
Viðareiði. Hóast nakað
kalt, var veðrið av tí besta,
tá kappingin byrjaði kl 10.
Slíkar kappingar verða
skipaðar í ymsum flokkum
og á ymsum torleikastigum.
Dugnaligastu hundarnir
kappast í flokki trý, sum
eisini hevur tær torførastu
avbjóðingarnar.
Ymsar avbjóðingar
Fyrsta uppgávan hjá
hundunum var at reka á
leið fimm seyðir hvørja
ferð gjøgnum ymisk portur.
Síðani skuldu teir deila eitt
størri seyðafylgi upp í tveir
bólkar. Seinasta avbjóðingin
hjá hundunum var at reka
seyðafylgið í rætt og síðani
finna og reka ein ávísan seyð
úr mongdini.
Til at leiðbeina hundarnar í
eini slíkari kapping, standa
eigarnir á síðulinjuni og
bríksla ávís signal. Ymiskt
er, hvussu nógv signal verða
brúkt. Summir eigarar brúka
eini 10-12, meðan aðrir
ikki hava tørv á fleiri enn
eini fimm. Allir hundarnir,
sum vóru við í kappingini
leygardagin, verða vanliga
brúktir sum seyðahundar.
Kappingin helt á allan
dagin til um fimm tíðina.
Tá varð farið oman í gamla
skúlan, har borgarstjórin á
Viðareiði, Árni Absalonsen,
handaði vinnarnum steyp
og heiðursmerki. Síðani
varð farið til borðs,
har luttakararnir fingu
smyrjibreyð og ein góðan
drekkamunn.
Kappingin var sera væl
eydnað, frætta vit frá
stigtakarnum. Til samans 21
hundar tóku lut, og gjørdust
úrslitini hesi.
21 hundar dystaðust í seyðahundakapping
Vinnararnir av
seyðahundakappingini á
Viðareiði leygardagin
Flokkur 3: (bestu hundarnir í
landinum)
1. Moss við Absalon Hansen,
Tórshavn
106 stig
2. Hvess við René Hansen,
Nólsoy
106 stig
3. Meg við Eyðstein Jensen,
Tórshavn
104 stig
4. Ben við Eyðstein Jensen,
Tórshavn
102 stig
5. Mirk við Absalon Hansen,
Tórshavn
99 stig
6. Jim við Absalon Hansen,
Tórshavn
95 stig
7. Odd við Erik Hansen, Bøur
92 stig
8. Ravn við Erik Hansen, Bøur
83 stig
9. Marta við René Hansen,
Nólsoy
72 stig
10. Peik við Hanus Højgaard,
Tórshavn
68 stig
11. Snøgg við Kjeld Nattestad,
Mykines 42 stig
Flokkur 2:
1. Midge við Jógvan A. Petersen,
Sørvágur 79 stig
2. Glenn við Torbjørn Poulsen,
Bøur
60 stig
3. Flekk við Jákup Jacobsen,
Haraldssund
42 stig
4. Jack við Gerhard Hansen,
Miðvágur
41 stig
5. Puk við Jónleif Jørgensen,
Miðvágur
30 stig
Flokkur 1:
1. Svan við Ellef Ellefsen,
Sørvágur
73 stig
2. Roy við Absalon Hansen,
Tórshavn
71 stig
3. Jim við Tróndur Petersen,
Viðareiði
54 stig
4. Nap við Eyðstein Jensen,
Tórshavn
51 stig
Mótakvøld í Vági
Upptøkukonsertir við Mariu Guttesen
Marius Olsen í Leikalund
Sermerktu poetisku
myndirnar hjá Marius Olsen
eru at síggja í Leikalund í
løtuni
Bogi Andreasen hevur her
júst hongt ‘ASFALT’ plakátir
upp í n‡ggju
skrivstovuni. Í vikuskiftinum
fara fyrireikararnir at
hugna um og gera alt
klárt til at lata upp fyri
almenninginum mánadagin