fríggjadagur 3. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
DAGSINS MEINING
Kallið nú spakan fyri spaka
Tað er nærum tragikomiskt at hoyra orðaskiftið,
nú ein lutvís liberalisering av rúsdrekkalógini skal
leggjast fyri tingið. Eitt lógaruppskot, sum fleiri
ferðir er steðgað í gongu síni móti logtinginum,
tí einstakir tingmenn hava gjort hetta til kardinal-
spurningar. Men har Bjarni Djurholm hevur víst
stoðufest og dirvi at halda fast um ætlanina. Eis-
ini hóast smolu samgongurnar hava forðað fyri
lagtingsviðgerð, hóast tað væl kann vera ein meiri-
luti av tinglimunum, sum tekur undir við hesum.
Trupulleikin er bara, at tann meirilutin íkki er í
samgonguni. Skilji tann, sum skilja kann.
Er hetta ein margháttlig staða, so er tað enn meira
margháttligt, hvussu orðaskiftið undan logtings-
viðgerðini hevur tikið skap.
Eitt av argumentunum fyri at broyta lógina er, at
logreglan hevur havt eitt ynski um hetta! Er ein
av hornasteinunum í rættarsamfelagnum ikki júst
greiður skilnaður millum lóggevandi, útinnandi
og domandi valdið? Her er bland komið í, so tað
forslær. Fyri eygleiðaran at síggja eitt - kanska
sterkt - bland, sum einamest líkist onkrum formi
fyri passivari sjálvtekt, har logreglan á nógvum
okjum púrasta konsekvent hevur noktað fyri at
hondhevað lógina. Nakað sum er og hevur verið
sjónligt við hópin av tiltökum kring landið.
Samstundis standa fyrireikarar skríggjandi við
moralska peikifingrinum, har sagt verður, at sleppa
hesi eisini at fyriskipað ol- og rúsdrekkasolu, so
verður talan um betri skipan á okinum - og harvið
minni rúsdrekkanýtslu!
Fyrst er at siga, at uppskotið als ikki leggur upp til,
at fyrireikararnir sjálvir skulu standa fyri útskeink-
ingini. Og tí er líberaliseringin ikki so liberal, sum
hesi vilja hava. Men at siga, at tað verður minni
drukkið, tí skipað eftirlit verður, er at vera bæði
bláoygdur og innbilskur ísenn. Sjálvandi vilja
handilsfólk sleppa at selja bæði ol og tað, sum
sterkari er til festivalar, stevnur og onnur tiltok.
Stykkjatalið er av slíkum slag, at hetta uttan iva
merkir inntokur í 100.000-klassanum. Og at fyri-
gykla fólki, at tað er idealisma og afturhald, sum
eru hornasteinarnar í hesum útsagnum, hevur lítið
hald í veruleikanum.
So kallið barnið við sínum rætta navnið. Tað hevur
Miðflokkurin verið einsamallur um higartil. Og
latið ikki bland koma ímillum tey trý statsveldini,
tá lógir skulu smíðast. Vil (ting)fólkið hava eina
hægri grad av liberallisering á okinum, so fremji
tað í verki - uttan undanforslur ella argument, sum
einki hald hava í veruleikanum.
Sosialurin
Blaðfólk:
Söðialurin
Meira tunlaprát
HEINI
OLSEN
Verkfraðingur
Gerið vegaloysnina fyrst,
og er hon ikki noktandi
um hundrað ár - roynið
so tunnilsloysnina, sigur
Heini Olsen millum
annað í lesarabrævi
Nú er so nógv skrivað og
talað fyri ella ímóti sub-leir-
víksum tunli, at fólk so smátt
eru farin at vamlast við hetta
óendaliga tjakevni, sum eftir
mínari meting ikki er so tor-
fort at loysa.
Sjálvur átti eg helst eisini
at tagt, hetta serliga tá eg í
móðurlegg eri ættaður undan
Ussala-Pæturi og sostatt
á henda hátt kanska komi
mær í strið við okkurt av
skyldfólkunum á Húsamork
í Leirvík; men tað gerst so
ikki við. Hinvegin harmar
tað meg, um tey tvíhalda um
okkurt, tey seinni noyðast
iðra seg um.
I útvarpstjakinum miku-
kvoldið 1. mars kom einki
fram um “kirkjutunnilin,"
sum eg nevni hann, nú so
nógvir eru á lofti, annað
enn, at bygdarráðið var
samt um, at har skuldi leiðin
liggja — alt gott um eina
semju at siga; men annars
talaði hesuferð enn meira
fyri teirri ovaru loysnini, har
vegurin er annar moguleikin
og ein tunnil har uppi hitt
uppskotið, um rindast vil
eyka fyri tað loysnina.
Nú dámar mær í hesum
ófriðatíðum best at skriva
okkurt lættisoppasligt; men
sogan um leirvíkarleiðina
nærkast so mikið restini av
umheiminum, at eg í fullum
álvara seti fram hetta uppskot
og grundgevi fyri tí:
Gerið fyrst vegin oman
fyri bygdina.
Við hesum kunnu leir-
víkingar sjálvir stýra fram-
burðinum í Leirvíkar bygd
og har á leið
Hann lýkur allar treytir
og væl meira enn tað, tí
umframt vanliga autoverju
er eyka verja gjørd fyri larm,
sum kanska als íkki er har,
tí ljóð fer eins og hiti ikki
so nógv niður eftir, sum upp
í loft.
Vegurin gevur góða at-
gongd til stóra lendið oman-
fyri, har ítróttarvollurin ligg-
ur, serliga um samstundis
hampað verður um verandi
atkomuvegin frá ætlaðu
íbindingunum og niðaná
— tunnilstilfar til hetta enda-
mál trýtur íkki.
Við hesum vegi bindur
bygdarráðið um heilan
fingur, tí nú hava teir vegin,
sum undir öllum umstöðum
einaferð skal gerast, eins og
víst er í bygdarplaninum
heilt afturi í 80-num, hetta
um nakar framburður verður
í Leirvík.
Tað verða bygdini dýr
grundoki, um hesi eru tað,
sum forðar fyri at leiða
ferðsluna niðan um bygd-
ina! Leirvíkar kommuna er
Nr. 45 - 3. mars 2006
vælsignað við storri byggi-
vidd enn kanska nokur onnur
bygd í Foroyum.
Við hesum verðu eingin
ferðsla gjøgnum bygdina,
uttan so, at hin ferðandi í
onkrum grindum ynskir at
snara frá í ferðslurunding-
unum hvorju megin bygdina,
at vitja tað, sum har er, tað
verið seg havnarlagið, vinnu-
rekandi ella vinfólk.
Heldur brúka ætlaða
vegaokið har niðri til par-
kering til tey vitjandi, enn
hetta fremmanda mitt gjøg-
num bygdina.
Ella tunnil oman fyri
bvgdina
Sjálvur eri eg sannfordur
um, at við omanfyri nevnda
möguleika fyri vegi er ein
tunnil óneyðugur: men fæst
ikki semja um vegin, so er
tunnilin omanfyri eftir míni
meting so avgjort frægari
enn tað fremmandalikamið,
sum talan er um at leggja
niðanvert kirkjuna, og sum
við tvinnum longum ramp-
um — ein í hvørjum enda.
I hvussu er ger “kirkju-
tunnilin" stóra kollveltandi
broyting í friðarligu bygdar-
myndina, og forðar í stóran
mun fyri moguligum vinnu-
ætlanum nærhendis havnar-
lagnum. Hvat heldur friðing-
armyndugleikin um hetta?
Vísir vegurin omanfyri
seg um hundrað ár ikki
at nokta torvin, so liggur
“kirkjutunnilin“ ella eitt
av hinum uppskotunum
enn óroynt, hetta um ikki
alt er útbygt. |
Stóra okið Uti á Vík
varð einki tosað um; men
tað er kortini framtíð, sum
hongur saman við planlogdu
íbindingunum sunnan fyri
bygdina.
Ein lítil viðmerking
um Vágatunnilin, tunnil
undir Háls og veg oman
fyri Sandavág og Miðvág
Ein yndislig kvinnurodd
gramdi seg um, at Vágatunn-
ilin ikki varð fordur heilt
oman til Sandavágs, og um
ferðsluna har og í Miðvági.
Til hetta kann eg siga,
at millum tær 16 kannaðu
tunnilsleiðirnar undir Vest-
mannasundi, var eisini ein,
sum kom út við Smyrlagjógv
oman fyri Sandavág: men
varð hon so long, at fígging
tá neyvan kundi fáast fyri tí
loysnini. Eisini var hildið í
so fall best vera við tvinnum
tunlum, har annar er hin ver-
andi Vágatunnilin og hin
tunnilin frá norðanvert tunn-
ilsmunnan vágamegin og í
Smyrlagjógv. Tað prosjektið
varð gjört í 80-unum og
hongur á goymslu.
Annað, sum hongur á
goymslu, er ein vegur í
framhaldi frá Smyrlagjógv
og oman fyri Sandavágs og
Miðvágs bygdir við íbinding
til verandi landsveg við Leitis-
vatn. Hetta loysir spurningin
um ferðslu gjøgnum bygd
oki og er saman við Hálsa-
tunlinum meira brúkbært
fyri oll og munin bíligari
enn tunnil av Oyrargjógv til
flogvollin, sum einans tænir
flogferðsluni.
Innsent tilfar
e *
Sosialurin Áki Bertholdsen akiæsasialurin.fo
-
Stovnadur: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
janEsosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikursosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos
Figgjarleiðari: Tóki Højgaard
Snorri Brend snorriæsosialurin.fo
Terji Nielsen terjiðsosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaÐsosialurin.fo
Rigmor Dam rigmorðsosialurin.fo
innaðsosialurin.fo
Ítróttur:
Vilmund Jacobsen vilmundæsosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggiðsosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard annaðsasialurin.fo
Liv Højsted Horsdal horsdalsosialurin.fo
Jákup Mørk jakupsosialurin.fo
Terji Nielsen terjiæsosialurin.fo
tokiÆsosialurin.fo
Marknaðardeild: sinna
Jonhard Hammer jonhardÆsasialurin.fo
Durita Simonsen duritafsosialurin.fo
Finnbjarg Nattestad tinnbjorgasasiskurin fo
Gudny Langgaard gudnyæsosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvurðsosialurin.fo
Myndamenn: 00
Jens Kristian Vang jenskæsasialurin.fo
Avtí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
— meira enn vit fáa í blaðið — hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjart nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir allum
innsendum greinum — annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent gðrum blaðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
— greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sóló sn
Nólsoyar Pálsgata 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvikæsosialurin.fo
a
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: akiÆsosialurin.fo
e-post: dagfinnGsosialurin.fo
1)! Haldarar oo
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppsetinglprent: ——
Uppseting: Faroyaprent
Prent: Prentmiðstaðin
Sp/f Sosialurin
Awgreiðsa 000.
Mán.-fri. 8-16
Tórsgata 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadesa ———————
Postboks 76, 110 Tórshavn
postÆsosialurin.fo
lysingEsosialurin.fo
lysingartorgEsosialurin.fo
varpsosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsi
Mánadagsblaðið Mán.kl.10 Fri. kl.15 Fri. kl.12 í. kl.12
Týsdagsblaðið — Týs. kl.10 Mán.kl.15 —Mán.kl.12 — Mån. kl. 12
Mikudagsblaðið Mik.kl.10 Týs. kl.15 Týs. kl.12 Týs. kl.12
Hósdagsblaðið Hós.kl.10 Mik. kl. 15 Mik. kl.12 Mik. kl.12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl.10 — Hós. kl.15 Hós. kl.12 Hås. kl.12
Starri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stodd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.