fríggjadagur 3. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
11
At løgmaður fer til onnur
lond á odda fyri einari
vinnulívssendinevnd er
eitt óalmindiliga gott
hugskot, sigur Thomas
Arabo, sum í lesarabrævi
finst at mátanum, sum
Sjónvarpið hevur fylgt
ferðini
Byrjanin – mánakvøld
Indiaferðin hjá løgmanni
hevur verið høvuðstíðindi
í SvF hesa vikuna. Fyrsta
innslagið var nokk mána
kvøldið – minnist ikki
reiðiliga hvat bleiv sagt,
men eg helt ið hvussu so
er, at skógvarnir vóru í so
smáir. Mín niðurstøða var
at globaliseringin hevði ikki
sína vøggu í Vørsluni.
.
Týskvøldið –botn
skravarin
Týskvøldið kom fram
haldið. Tað byrjaði við
telduskíggjanum hjá løg
mansstjóranum, har ein
mailur var at síggja – nú
kennir tann, sum mailar
til hana, so vandan fyri
at tann skermurin kann
blíva sjónvarpsskermurin í
hvørjum heimi í landinum.
So fingu vit ein lista at
síggja við nøvnum á vinnu
lívs elituni í Føroyum, sum
var bjóða við. Ja, so kundu
øll sum halda seg hoyra til
hesa síggja at tey ikki vóru
á listanum,.og so blíva for
nermaði yvir tað.
Men “stik den” showið var
ikki liðugt.
So vísti ein feit blýant
strika, hvør íð hevði sent
avboð – við navns nevnilsi
– so tað var undirforstaðið,
at hesi fólkini ikki tímdu við.
Ikki eitt orð um at hesi fólk
ini høvdu prioritera onnur
ting fram um – kanska mess
una í Bruxelles – hvør veit.
Tað er eitt frælst land og
50 túsund krónur eru eisini
pengar.
Sum rosinan í pylsuend
anum fingu vit at vita, at til
síðst mátti løgmansskrivstov
an ordiliga skravað botnin og
hevði bjóðað Árna Brattaberg
og Jeanette Johansen, ið bara
hevði 3 fólk í arbeiði, við.
Eg kenni bæði hasi fólkini
og tey brúka ikki 50 túsund
krónur uttan at vænta sær at
fáa nakað burturúr.
Týskvøldið liðugt og so
hugsaði eg hatta mátti vera
botnurin fyri journalistikki.
Hóskvøldið – ynkuligt
Men gakk. Hóskvøldið bleiv
søgan ynkelig. Vit fingu at
vita at ein íslendskur pro
fessari hevði sagt at okkara
løgmaður skuldi verið farin
til Kina. Tíbetur var tað
ikki Alfredsson, tí so hevði
kommedian verið fulkomin.
Hugsið tykkum, at ein av
okkara professarum hevði
komi við ráðum til Haldór
Ásgrimsson hvar hann
skuldi ferðast. Íslendska
tjóðin hevði doyð kollektivt
í látri! Annars so hava
íslendingar beint nú opna
ambassadu í Indien, so teir
hava nokk gloymt at spurt
professaran.
Ferðin eitt gott hugskot
At løgmaður fer til onnur
lond á odda fyri einari
vinnulívs sendinevnd, er eitt
óalmindiliga gott hugskot.
Tað er nevniliga so at ein
politikari á so høgum støði
kann opna dyr, íð ikki eru
atkomuligar hjá einari van
ligari vinnulívsnevnd. Merki
ligt skal tað vera, um tey sum
eru við einki fáa burtur úr. At
Indien er skeivt land at fara
til, tað er tvætl og sum eitt
kouriosum kann nevnast at
Indien er einasta land uttan
fyri Europa, sum vit hava
dupultskattasátmála við.
So nú er at vóna at løg
maður beinan vegin fer at
fyrireika ta næstu ferðina
fyri vinnulívið til ?.
Vit onnur kunnu so seta
okkum framman fyri skíggj
an og síggja framhald nú
fríggjakvøldið.
VIÐMERKINGAR
Ferðin til India ein Svf framhaldssøga
Thomas
Arabo
Onkuntíð verður sagt,at
mong hava liðið meira enn
Jesus, at teirra lív var ein
longri líðing og pína, og at
tey vóru noydd at halda út
nógv fleiri ár enn hann. Mong
hava liðið meira enn Jesus.
Slíkar innvendingar stava frá
eini stórari misfatan. Hildið
verður, at poengið í boð
skapinum um krossfesting
Jesu er, at eingin hevur liðið
meira enn hann, tvs. at kross
festingin skuldið vera eitt
slags hæddarpunkt í likam
ligum líðingum, soleiðis at
skilja, at Jesus kláraði mest
í líðingarkappingini og ein
annar kláraði so næstmest,
osf. Men tað hevur ongantíð
verið poengið, at hetta
skuldi vera ein kapping, ella
Science Fiction filmur, sum
The passion og the Christ,
ið kundi undirhalda einum
pupligum við dramatikki.
Í evangeliinum verður tað
tvørtímóti undirstrikað, at
Jesus, likamliga, var betrið
fyri enn mangir aðrir, sum
vóru krossfestir. Teir hingu
ofta í dagavís á krossinum
áðrenn lívið spakuliga
fjaraði út. tvs. slapp hann
”lættari” reint fysiskt enn
mangir aðrir, ið krossfestir
vóru.
Hvat er tá poengið við
líðingum Jesu? Jú, eg
hugsi, at teksturin í kvøld
sigur okkum alt um tað.
Hetta hendi dagin fyri
deyða hansara. Teir koma
í ein urtagarð, sum nevnist
Getsemane; tá sigur hann við
lærusveinarnar: ”Setist her,
meðan eg fari burtur haðar
og haldi bøn”. Og hann tók
við sær Pætur, Jákup og
Jóhannes, og hann gjørdist
syrgin og tók so sára at kvíða.
Tá sigur hann við teir: ”Sál
mín er sorgarbundin heilt til
deyða. Heilt til deyða, vil
onkur halda merkir, heilt til
ta støðu, tey eru í, sum stytta
um lív sítt. Veri her og vaki
við mær!” Og hann fór eitt
sindur burtur frá teimum,
legði seg fram eftir grúgvu,
bað og segði: ”Faðir mín, er
tað gjørligt, tá lat hesa skál
fara um meg; tó ikki sum eg
vil, men sum tú vilt!”
Lati okkum byrja við
at spyrja: Hvørjum var
tað, Jesus var so bangin
fyri hetta skírhóskvøld?
Var tað krossinum, hann
skuldi heingjast á í morgin?
Var tað tí píningin, hann
skuldi ígjøgnum? Var ta
tornakrúnuni, ið skuldi
trýstast niður á høvur hans
ara? Var ta spottanini? Ja,
ta kundi hann hava allar
grundir til, hann var fult og
heilt menniskja sum eg og
tú. Fekk ilt sum eg og tú,
hevði kenslur sum eg og tú.
Men vit fáa varðhugan av,
at tað var ikki hetta, sum
gav honum størstu angist, tí
langa fríggjadag var Jesus
sera róðligur og stillur: ”So
stillan Jesus gongur við lít
á drápsmansfund”, syngja
vit. Tá gramdi hann seg ikki
og ongir blóðsdropar vóru
í sveitta hansara. Tað mátti
vera nakað annað, nakað
ræðuliga nógv verri, tað
snúgi seg um í Getsemane.
Og tað sigur teksturin
okkum víðari: ”Lat hesa
skál fara um meg!” Hvat
meinast við hetta? Hvørja
skál? – Hugsa tær alla
óreinsku, sum framd er í
heiminum, allan illskap, øll
tey ræðuligu orð, sum søgd
eru, og allar tær ræðuligu
gerðir, sum framdar eru -
hugsa tær essensen av øllum
hesum pressaðan saman og
”samlaður” í eina ”skál”.
Vit kunnu aldri fata tað inni
hald, sum var í hesi skál.
Hesa beisku og óhugnaligu
mongd kann mannavit ikki
skilja. Men tilfarið kenna
vit eitt sindur til, bæði frá
egna lívi okkara, og lívi
num hjá øðrum. Alt tað
krógvaða, allur óndskapur,
øll niðurbrótandi orð, alt
tað, vit treyðugt vilja at
nakar skal vita tað minsta
um. Tú sær ikki hesa ”skál”
við eygunum, men tú hevur
kanska eina hóming av
hvat, tað inniber at drekka
hana, tøma hana at botni.
Tað innibar at ganga undir
fylgjurnar av øllum hesum,
bera konsikvensirnar, bøta
fyri revsingina. Heldur ikki
hetta kann skil okkara fata,
men vit ána veruleikan aftan
fyri myndina.
Skírisdagur var fyri Jesusi
ein sálarangist, ein ræðsla,
sum vit hvørki fyrr ella
seinni hava sæð við hann
hava: ”Sál hansara gerst
sorgarbundin heilt til deyða”
og ”hann gerst syrgin og tók
so sára at kvíða”. Hvussu skal
henda ræðsla og sálarangist
skiljast? Jú vit ána eitt sindur
av svarðinum í evangeliinum
eftir Lukas 12.50: ”Men ein
dóp havi eg at verða doyptur,
og hvør kvíði eg, til hann er
liðugur”. Og í evangeliinum
eftir Jóhannes 12.27: ”Nú er
sál mín full av angist, og hvat
skal eg siga? Faðir bjarga
mær frá hesum tíma! Nei,
til tess eri eg komin at hesum
tíma”. Her hoyra vit um ein
so ræðuligan ótta og ræðslu,
sum førir við sær, at sveitti
Jesu er sum blóðsdropar.
Hann var satt menniskja,
okkum líkur á hvønn hátt.
Hjarta hansara var fult av
varma, hann kundi gráta
við teimum grátandi, og
hann kundi eisini gráta fyri
seg sjálvan, hann føldi við
sínum vinum, ta hoyrdi við
til sonnu mannanáttúruna,
lati okkum ikki gloyma tað.
Júst tí er hann vorðin ein
fullkomin uggari fyri øllum
teimum líðandi: ”Tí at við
tað at hann hevur liðið, av tí
at hann sjálvur var freistaður,
kann hann koma teimum til
hjálpar, sum verða freista”.
Getsemane-stríðið sær tí
út til at hava verið hansara
harðasta stríð. Men nú hoyri
eg teg siga: Mangir martýrar
fóru brosandi inn í deyðan.
Ja, tað fóru teir, men tað fóru
teir bara av einari orsøk, tí
Jesus fyrst hevði verið í
Getsemane, og tí Jesus fyrst
hevði hingið á krossinum
fyri teir.
Skálin, Jesus tosar um,
var ikki fyrst og fremst tann
pínsla, hann mátti ígjøgnum,
so ræðulig hon annars var.
Nei, ta skálin var, var júst
hetta, at verða gjørdur til
synd. Hetta: Guð mín, Guð
mín, hví fór tú frá mær? Tað
var at hann, sum ikki visti
um synd, nú var gjørdur til
synd okkara vegnað, varð,
sum tað av røttum verður
sagt, av Guði roknaður sum
einasti syndari í heiminum.
Úr øllum ættum, frá øllum
tíðum, samlaðust svørtu
skuggarnir av syndini yvir
hann. Hann var roknaður
av Guði sum tann, ið hevði
gjørt alt. Hetta hav av sálar
kvøl hvørs dýpi onki menn
iskja kann skanta, velti í
Getsemane sínar svørtu,
brúsandi bylgjur móti sál
hansara. Banning syndar
innar er, at vera svikin av
Guðs kærleika, bara kenna
Guðs terandi vreiði, vera
einsamallur við djevlinum
og øllum myrkursins valdi.
Og tað var hann, sum
frá upphavi hevði liva í
einum inniligum kærleiks
samfelagið við faðirin, ið
skuldi kenna gløðurnar av
Guðs heilagu vreiði brenna
seg. Hann, hin heilagi, sum
hitt onda ikki átti tað minstu
sellu í, skuldi nú gevast
inn undir vald myrkursins:
”Hetta er tykkara tími, og
vald myrkursins”. Bara
tey glaðaðu í helviti ein
dag, koma til at skilja hvat
Jesus mátti líða í sál síni hin
dagin í Getsemane - um enn
munurin millum tað sinni,
frelsarin leið við, og sinni,
sum tey glaðaðu líða við,
ikki má gloymast.
Í Hebrearabrævinum verð
ur sagt: ”Og tó at Jesus var
sonur, lærdi hann lýdni av
tí, hann leið. Hetta orðið
um hvussu hann gjøgnum
sálarbardagan lærdi lýdni,
skilja vit bara um vit fata
tað 3-dupultu bønina í
Getsemane. Tá ið hann biður
á fyrsta sinni sigur hann:
”Faðir mín, er tað gjørligt,
tá lat hesa skál fara um meg,
tó ikki sum eg vil, men sum
tú vilt”. Ta kennist sum bann
ing, at vera rikin burtur frá
Guðs ásjón. Vit síggja álvara
í valinum, hann ger. Tað var
satt, sum hann hevði sagt
um lív sítt: ”Eingin tekur
tað frá mær, men eg seti tað
til av mær sjálvum”. Við
hesi skál stóð Jesus yvirfyri
tí størsta valinum, sum nakar
hevur staðið, annaðhvørt at
lata mannaheimin fara til
grundar um hann ikki drakk
hana, ella hesi ræðuligu glat
annarkenslu, at vera svikin
av Guðs kærleika, ja, at verða
bannaður av Guði. Neyðar
rópið í bønini er hetta: Faðir,
er tað ein einasti annar møgu
leiki at hesi menniskju kunna
verða bjargað, uttan at hetta
ræðuliga má henda mær, tá
tak hesa skál frá mær. Tó
ikki sum eg vil, men sum
tú vilt. Men tað var tað ikki.
Í evangeliunum eftir Lukas
verður sagt, at tá ið hann
hevði biðið hesa bøn, kom
ein eingil av himli og styrkti
hann. So hart leikaði á. Guð
setir alt inn, eisini uggan sína
við himmalins einglum, men
frávik frá síni ætlan kann
hann ikki gera.
Tá ið Jesus biður aðru ferð,
eru framstig í bøn hansara.
Bønin er ikki longri so bøn
andi sum hin fyrra. Nú er
hon meira, at hann boyggir
seg enn djúpari undir vilja
faðirs síns, og søkir styrkið
hjá honum. Tað sama ger
hann í tí triðju bønini. Fað
irin hevði svarað honum í
fyrstu bønini, at heimurin
skal verða endurloystur,
og syndin kann ikki bøtast
uttan hetta offur, tað var
eingin møðuleiki, tí – veri
vilji tín. Jesus leggur seg
nú sjálvan sum hitt lítaleysa
offurlambið fyri fólksins
syndir, á Guðs altar. Frá nú
av er stríðið strítt at enda.
Hann fer nú fet fyri fet víðari
fram á líðingarvegnum, við
sama friði í sál síni sum
altíð; langa fríggjadag eins
róðligur og tá ið hann gekk
millum fólkið og lærdi tey.
Eitt annað, vit leggja merk
ið til í Getsemane, er hjálpin
hann biður vinirnar um í
stríðnum. Men hvussu lítið
vóru ikki hesir vinir fyri hann
í hesi løtu? Hóast hann bað
teir um tað, orkaðu teir ikki
at vakja við honum ein tíma.
Andin var fúsur, men holdi
– hitt ússaliga mannaholdið
– veikt og neyðarsligt. Eisini
hetta einsemi hoyrdi við í ta
beisku skálina. Hvørjaferð
fann hann teir sovandi. Men
tað sigur nógv. Í grundini er
ein sera takksamur fyri at tað
stendur soleiðis, tí tað merk
ir, at so hevur Jesus fullført
verkið einsamallur, tí er tað
fullgjørt. Eingin syndigur
fingur var við í verkinum.
Sum Jesaja profetur sigur:
”Eingin kom mær til hjálpar
,,, eingin mær dugnaði
hond.
Lammet, kun lammet,
dets vunder og sår,
æren og prisen i evighed
får.
Tankar í føstutíðini
John S.
Myllhamar