fríggjadagur 3. mars 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 45 - 3. mars 2006
”En læge, der bliver opmærk
som på forhold, som lægen
opfatter som sundhedsfagligt
uforsvarlige, bør tilkende
give sin mening herom ved
deltagelse i den offentlige
debat.”
Den Almindelige Danske
Lægeforenings etiske regler §15
(Hesum eru allir føroyskir
læknar eisini undirlagdir!)
”Enhver har ret til ytrings
frihed. Denne ret omfatter
meningsfrihed og frihed til at
give el. modtage meddelelser
el. tanker, uden indblanding
fra offentlig myndighed og
uden hensyn til grænser.”
Menneskerettigheds-
domstolen Artikel 10, stk.1
Tískil hesi orð!
Árið 2004 bar boð um,
at nú skuldu nýggir tónar
koma viðvíkjandi tí gamla
og niðurslitna Landssjúkra
húsinum, men áðrenn nýggi
bygningurin var klárur at
taka í brúk, kom undan kavi,
at als eingir pengar vóru
avsettir til tól og tílíkt.
Her byrjar komedian!
Hetta projektið var bert
enn eitt dømi um, hvussu
tað tykist vera vanligt í Før
oyum at loysa trupulleikar;
nevniliga við lappaloysnum.
Ein nýggjur bygningur
– ja, og tað er ein frálíkur
bygningur, men hvat við
restini? Gamli bygningurin
stendur framvegis og har bú
leikast øll medisinsk deild
umframt barnadeildin og
oyrna/næsa/háls deildin, í
sama uml. 40-50 ára gamla
bygningi. Tað einasta sum
er hent og hendir eru lappa
loysnir og smærri umbygg
ingar nú og tá. Fyri ikki at
tala um E3, svarti barakk
bygningurin, har apoplek
sisjúklingar og eygnadeilin
nú húsast. Hesin var av
fyrstan tíð ætlaður sum eina
fyribilsloysn – hetta væl at
merkja fyri uml. 40 árum
síðani!!!
2005 var árið tá Føroya
fólk á fremsta rað fekk eitt
innlit í føroyska heilsuverkið
har leikpallurin var Lands
sjúkrahúsið. Tað var í 2005,
at nógv rumbul var á Lands
sjúkrahúsinum eins og úti í
samfelagnum. Tað byrjaði
við nøkrum umleggingum
á føðideildini.
Orsøkirnar vóru nakrar
bygnaðarbroytingar, ið vóru
framdar uttan at ráðføra seg
við serlæknar innan hesi øki.
Í kjalavørrinum av hesum
fóru tveir starvsbólkar upp
at táttast alment – hótt var
bæði við verkfalli og øðrum.
Hetta loypti sjálvandi kvøkk
og angist millum samfelags
borgarnar.
Annar partur í skemtileik
inum var nýggja kommunu
læknavaktskipanin. Hendan
skuldi tryggja borgaranum
eina betri tænastu og var bliv
in samtykt við einum meiri
luta millum allar kommunu
læknarnar í Føroyum var
klár at seta í gildi. Men so
hendi tað, at málið endaði í
løgtinginum og har sita trígg
ir politikarar, ið eisini eru
læknar. Teimum eydnaðist
at steðga hesum ætlanum
við teirri grundgeving, at
teir fóru at missa ov stóran
part av inntøku síni um tann
nýggja vaktarskipanin var
sett í gildið. Har liggur málið
enn. Einki er hent síðani!
Á Landssjúkrahúsinum
standa nýggj høli klár til at
húsa kommunulæknavakt
um. Við hesa skipan høvdu
sjúklingar eisini fingið nógv
betri tænastur. Sannleikin
er, at kommunulæknar ser
liga á bygd er overvaðir við
núverandi vaktarskipan.
Harafturat hevur tað kom
andi ættarliðið av komm
unulæknum í Føroyum eisini
fleiri ferðir gjørt vart við, at
tey als ikki eru áhugaði í
at arbeiða undir núverandi
vaktarskipan.
Leikpallurin skifti aftur
og høvuðsleiklutin í hes
um parti hevði leiðandi
yvirlækni á skurðdeildini.
Í samband við, at verkfall
var í samfelagnum fingu
starvsfólk á Landssjúkra
húsinum umvegis útvarpið
greið boð um, at ongar skurð
viðgerðir skuldu gerast uttan
bráfengisviðgerðir. Yvir
læknin kom í stórar trupul
leikar, tí hann ikki hevði akta
boðum. Var koyrdur til hús,
uppsagdur og almenningurin
fekk innlit í hvør hevði
sagt hvat nær, hvar, hví og
hvussu. Spurningurin er,
hvat veruliga orsøkin var
til hesa avgerð, men eitt er
vist, og tað er, at pengar vóru
spardir!
Í leikinum var eisini eitt
gastronomiskt
innslag.
Hetta var uppskotið um at
Landssjúkrahúsið skuldi
fara undir at gera matpakkar
til føroysku fólkaskúlarnar,
og gekk tað ikki long tíð fyrr
enn eitt annað sjúkrahús í
landinum kom fram og
segði, at tey kundu gera
fult so góðar matpakkar og
tískil eisini vildu bjóða seg
til at gera sunnar matpakkar
til næmingarnar í føroysku
fólkaskúlunum. Spurning
urin er hvat endamálið við
einum sjúkrahúsi er? Og um
tað í hesum føri ikki var mist
fullkomiliga úr eygsjón?
Síðan kom løtan og partur
in har ljóð og blá ljós vórðu
sett í hásæti. Málið snúði seg
um sjúkraflutningin í hesum
landi. Hetta gav eisini høv
ið til, at tvey av teimum
trimum sjúkrahúsunum í
landinum fóru at kjakast
alment um hvør kundi vera
skjótari á einum skaðastaði.
Alt hetta ístaðin fyri at kon
centrera seg um og royna at
samstarva. Við tí nú skjótt
lidna Norðoyartunlinum er
tað altumráðandi, at pláss
verður fyri einum sømiligum
og seriøsum kjakið har evt.
lokalpolitisk
áhugamál
verða sett til viks og har
tann einkulti borgarin verður
kunnaður á ein reellan hátt.
Veruleikin er jú, at alla aðra
staðni í heiminum so er
gongdin innan sjúkrahúsverk
tann, at viðgerðir verða mið
savnaðar. Ein møguleiki
kundi verið, at sjúkrahúsini
bæði høvdu hvør síni økið,
sum tey vóru serkøn í.
Eftir stuttan steðg vórðu
leiktjøldini aftur drigin frá
til enn ein part í sjónleikin
um “Heilsuverk Føroya
anno 2005”. Í hesum parti
var avgjørt at seta 2-3 bú
skaparfrøðingar afturat,
tí nú skuldi skil koma á
fíggjarstýringina á Lands
sjúkrahúsinum. Her var
uppskotið av fyrstan tíð at
raðfesta 2-3 ársverk uppá
íalt 1,2 – 1,5 mio. um somu
tíð sum noktað var at geva
eykajáttan til barnadeildina
og tvær medisinskar deildir.
Ein avgerð, ið tíbetur bleiv
kolldømd, men sum kundi
havt tær avleiðingarnar, at
sjúk børn saman við teirra
foreldrum skuldu ligið lið
um lið við vaksin álvarsliga
sjúkum fólkum á einari
bráðfeingisdeild hvørt viku
skifti. Og at álvarsliga sjúk
og doyggjandi fólk skuldu
skiftast um at flytast ímillum
tvær medisinskar deildir í
vikuskiftum, tvs. nýtt um
hvørvi og nýggj starvsfólk.
Ein óvirðiligur endi á lívin
um!
Avgerðin um at seta 2-
3 búskaparfrøðingar aft
urat verður tó allarhelst
framd, hetta ístaðin fyri at
raðfesta pengarnar til tey, ið
heilsuverkið í veruleikanum
er til nevniliga sjúklingarnar
og viðgerðina av teimum.
Um politikarar og skatta
borgarar halda, at eitt økt
tal av embætsfólkið spegla
eina samsvarandi øking av
arbeiðsmongdini fara teir
skeivir, tí tað tørvar als ikki
at vera nakar samanhang
ur millum tað arbeiði, ið
skal gerast og mongdina
av teimum, ið skulu gera
tað. Parkinsons lóg greið
ir frá vøkstrinum í embæt
ismannaverkinum. Hetta
byggir uppá tvey ting: 1) ein
embætsmaður ynskir at økja
um talið av undirmonnum,
men ikki av kappingarneyt
um og 2) embætsfólk skapa
arbeiði fyri hvønn ann
an. Niðurstøðan er, at ad
minstratión og administra
torar altíð vilja hava lyndi
at økjast. Vandi er fyri, at
júst hetta er við at henda í
føroyska heilsuverkinum.
Um somu tíð mangla nógv
ir serlæknar í Føroyum. Hetta
hevur við sær, at sjúklingar
viðhvørt mugu av landinum
og teir serlæknar sum eru
mugu renna tað skjótari.
Nógvir føroyskir serlæknar
eru uttanlanda og tað eru ikki
bert familjuviðurskifti osfr.,
sum gera at tey ikki koma
henda vegin! Tað er als ikki
vist, at komandi ættarlið
av føroyskum læknum fara
at koma til Føroya fyri ein
hvønn prís!
Eitt, sum verður gloymt í
øllum hesum er, at líkamikið
um ein tosar um flakavirki,
sjúkrahús ella eitt annað
virki, so er tað í “framleiðslu
høllini”, at kjarnuveitingin er.
Rundanum hesa framleiðslu
er so ein leiðsla, men øll á
virkinum eru vitandi um, at
kjarnuveitingin er at finna í
framleiðsluhøllini, og tað er
henda, sum øll á virkinum
liva av. Á einum sjúkrahúsi
er kjarnuveitingin tað bein
leiðis sambandið millum
heilsustarvsfólkið og sjúk
lingin, tvs. td. sjúkrasystrina
og sjúklingin ella læknan og
sjúklingin.
Eitt annað, ið eisini tykist
vera gloymt í øllum kjakinum
um afturvendandi sparingum
innan heilsuverkið er hug
takið loyalitetur. Har ein
leiðsla hevur loyalitetin fyri
hægri mynduleika og tølum,
so hevur ein lækni umframt
henda loyalitet eisini ein
annan loyalitet, nevniliga
fyri tí einstaka sjúklinginum
– ein loyalitetur, sum ein
hvør lækni hvar sum helst í
heiminum hevur avlagt eitt
lyfti um, at hann/hon vil
halda fyri einhvønn prís, og
sum ein lækni kann verða
dømdur fyri, um hann/hon
ikki heldur. Tað vil tískil
altíð vera vandi fyri einum
diskrepansi ella einum
dilemma ímillum hvar loyali
teturin skal vera. Fyri tølum
ella fyri sjúklinginum? Tað
skal eingin ivi vera um, at
loyaliteturin fyrst og fremst
er fyri sjúklinginum!
Afturvendandi vandin,
er at ein leiðsla verður ov
stór og fremmandagjørd í
mun til kjarnuveitingina.
Meira og meira tíð verður
brúkt til fundir osfr. Ein
skal ikki halda, at vaksandi
bureaukratisering ger viður
skifti meira smidlig og
effektiv, soleiðis at ein fær
meir fyri pengarnar. Tað er
vælkent, at bureaukrati alir
fram meira bureaukrati.
Á henda hátt fara eisini
fleiri og fleiri pengar til at
administrera og færri og
færri pengar vera eftir til
kjarnuveitingina.
Tað gevur als onga mein
ing at tosa um visión 2015,
heilsuætlanir, universitets
sjúkrahús, granskingarpark,
gransking innan læknavísind
osfr. uttan at tilluta neyðugu
ressoursirnar, gera neyðugu
tiltøk og uttan at arbeiða
fyri einum akademiskum
umhvørvi.
Í hesum døgum verður
nýggja høvuðsinngongdin
á Landssjúkrahúsinum inn
vígd. Arkitektar og listarfólk
hava arbeitt dúgliga fyri
at seta krúnuna á verkið.
Almenn móttøka verður og
list skal avdúkast. Eftir er so
bert at spyrja, um tað verður
sum tá drotningavitjan var í
húsinum seinasta summar. Tá
vóru sjúklingar kveistraðir
til viks fyri at geva pláss fyri
reyða løbaranum soleiðis, at
sjampanjupropparnir kundu
skjótast av í frið og náðum.
Og øll vóru á einum máli
um, at nú var alt frálíkt og
nú fór at vera betur. Alt hetta
minnir ikki sørt um eitt kent
ævintýr um ein keisara, ið
gekk nakin gjøgnum býin í
meðan øll í býnum klappaðu,
og hildu at tað vóru avbera
vøkur klæði hann júst hevði
fingið seymað. Tað er eitt
orðatak, ið sigur at: “ Ikki
er alt gull, ið glitrar.”
Her endar í hesum umfari
tragikomedian um føroyska
heilsuverkið. Um árið 2005
má sigast, at har fekk Føroya
fólk gaman og álvara fyri
hvørja sparda krónu.
Við komandi spariætlan
um átti ríkiligt av pengum
at verið til enn ein skemtileik
í 2006!
Tað skal eingin ivi vera
um, at um so er at einki ítøki
ligt verður gjørt, so søkkur
føroyska
heilsuverkið
spakuliga longur afturúr og
tá verður trupult at koma
upp aftur á eitt støði, sum
føroyska samfelagið hevur
krav uppá og kann liva við.
Tað føroyska heilsuverkið
er sjúkt, og sum nú er við
afturvendandi sparingum fær
sjúklingurin, í hesum føri tað
føroyska heilsuverkið, ikki
ta neyðugu hjálpina fyri at
yvirliva.
Tað er einki sum bendir á,
at eitt heilsuverk hvar sum
helst í heiminum verður bí
ligari at reka í framtíðini.
Tað eru fleiri grundir til
hetta. Fyri tað fyrsta so livir
menniskjan sum heild longur
ídag. Tvs. at fólk oftari koma
í samband við heilsuverkið
so ella so. Hetta kann mann
royna at gera nakað við.
td. við á ymsan hátt at fyri
byrgja. Men hetta kostar all
aroftast eisini pengar og er
sjáldan ókeypis.
Tað eru tó hóast hetta ikki
allar sjúkur, ið kunnu fyri
byrgjast og líkamikið hvussu
gamal ein verður, so fer ein
altíð fyrr ella seinni at hava
brúk fyri heilsuverkið. Tað
vil sostatt altíð vera brúk fyri
viðgerð og røkt av sjúkum
fólkum.
Harafturat, so mennist
læknavísindin allatíðina
og hetta merkir, at fleiri og
betri viðgerðarmøguleikar
støðugt koma fram. Fólk, ið
arbeiða innan eitt heilsuverk
ynskja tískil sjálvandi at
kunna bjóða teir betru við
gerðarmøguleikarnar til
sjúklingarnar. Hesir eru tó
oftast dýrari enn teir gomlu
– nýggjari heilivág, nýggj
tól osfr.
Tilsamans ger hetta, at
fólk vænta og krevja meir.
Sjúkur, sum fyrr ikki kundu
viðgerast kunnu ídag við
gerast og tískil góðtaka fólk
ikki á sama hátt at liva við
sjúkum ídag sum fyrr.
Tað er eisini sannlíkt, at
komandi ættarlið fara at
hava fleiri vónir og krevja
meir.
Við øðrum orðum, so verð
ur føroyska heilsuverkið
neyvan bíligari í framtíðini,
men tvørturímóti dýrari at
reka um mann ynskir at
halda sama støði ella betra
tað – mann fer ikki at fáa
meir fyri minni! Sum nú
er, tykist frymilin/devisan
vera, at allarbest hevði ver
ið, um eingir sjúklingar vóru
á sjúkrahúsinum! So hevði
verið møguligt at spart nógv
ar pengar. Hetta er uttan iva
rætt, men sannleikin er tó, at
hetta tíverri als ikki er í trá
við veruleikan.
Tað skal tí hervið vera ein
áheitan til landsins politik
arar um at gera upp við
seg sjálvan, hvat tað er fyri
eitt heilsuverk, ein ynskir í
Føroyum í framtíðini. Ynskir
mann eitt heilsuverk á einum
miðal el. undirmiðal støði,
so er tað ein raðfesting,
sum landsins myndugleikar
avgera, men so er eisini
at melda klárt út, at tað er
hetta, ið mann ynskir og ikki
villleiða samfelagið við, at
ein ynskir nakað annað. Verð
ur harafturímóti melda út frá
myndugleikanna síðu, at vit
ynskja eitt heilsuverk, sum
er fult á hædd við heilsuverk,
ið vit plaga at sammeta okk
um við aðrastani, so er tað
altavgerandi, at landsins
politikarir vakna og gera tær
neyðugu raðfestingarnar og
tilluta tær neyðugu ressurs
irnar fyri at hetta yvirhøvur
skal kunna gerast veruleiki
– um hetta skal vera í 2015
ella ei er ikki tað mest umráð
andi.
Tíðin er búgvin til, at før
oysku politikarnir, ið stýra
hesum landið og hava ábyrgd
ina seta evt. persónlig og/
ella lokalpolitisk áhugamál
til viks og hugsa meira fram
skygt.
Um so er, at politikarnir
ikki megna hesa uppgávu,
so kundi tað hugsast, at
onkur td. ein framstandandi
føroyskur vinnulívsmaður
sum í farnu viku legði fram
eitt stórstílað projekt í Hoy
víkshaganum eisini hevði
havt áhugað í at lati bygt
eitt privatsjúkrahús. Sum
rákið er í samfelagnum
ídag har fleiri og fleiri virkir
verða einskild, so kundi
hetta møguliga eisini verið
eitt alternativ, um mann
frá myndugleikanna síðu
metir, at Landssjúkrahúsið
er ov dýrt og viljin til at geva
neyðugu ressursirnar ikki er
til staðar.
Viðmerkjast skal, at oman
fyristandandi orð eru per
sónligar meiningar hjá undir
ritaða og tískil ikki kunnu til
skrivast øðrum starvsfólkum
á Landssjúkrahúsinum.
Tað føroyska heilsuverkið í fríum falli móti forfalli
Lækni á LSH
Eivind
Warberg