fríggjadagur 3. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
13
India er við at menna
fiskivinnuna, og
tí hevur landið
serstakliga stóran
áhuga í at samstarva
við Føroyar segði
indiski matvøruráð
harrin við løgmann
á samkomu í New
Delhi. India hevur
eisini lagt seg eftir at
styrkja samstarvið
við Noreg og Ísland,
og indiski ráðharrin
fegnaðist tí um, at
føroyingar eisini sýna
áhuga fyri samstarvi
við India.
Indiaferð
Alla hesa vikuna hava
umboð fyri føroyskt vinnulív
við løgmanni á odda vitjað
ymisk pláss í India. Ferðin
byraði í New Dehli og endar
í Bombay tíðliga í komandi
viku.
Løgmaður var hjástaddur,
tá ið íslendska sendistovan
í New Dehli læt upp. Ís
lendski uttanríkisráðharrin,
Geir M. Haarde, varð í
seinastu løtu noyddur at
avlýsa ferðina til India, og
í hansara stað umboðaði
Þorgerður K. Gunnarsdóttir
íslendsku stjórnina. Á mót
tøkuni helt løgmaður stutta
røðu og handaði menta
málaráðharranum málning
eftir Amariel Norðoy. Um
kvøldið var døgurði hjá
danska sendimanninum,
Michael Sternberg. Inn
boðin vóru løgmaður og
føroysk vinnulívsfólk, ís
lendski undirvísingar- og
mentamálaráðharrin, nýggi
íslendski sendiharrin í New
Dehli og hinir norðurlendsku
sendiharrarnir.
Mánadagin varð skipað
fyri ráðstevnu um indiskt
vinnulív. Á skránni vóru
millum annað fyrilestrar
um banka- og fíggingar
økið, indiska KST-markn
aðin og skipafarma flutn
ing. Ole Lindholm fra
donsku sendistovuni í New
Dehli greiddi frá, hvussu
sendistovan kann hjálpa før
oyskum fyritøkum at byrja
virksemi í India. Rajan
Kohli, aðalstjóri í indiska
arbeiðsgevarafelagnum,
setti ráðstevnuna, sum varð
fyriskipað í samstarvi við
indiska arbeiðsgevarafelagið
FICCI. Løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, helt røðu, eins
og Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, segði nøkur
orð
Jóannes Eidesgaard hitti
mánadagin indiska mat
vøruráðharran, Subodh Kant
Sahay í New Dehli.
Løgmaður greiddi frá Før
oyum og serstakliga fiski-
og flakavinnuni. Eitt nú
greiddi hann frá ymiskum
framleiðsluháttum, sum
indarar hava sera stóran
áhuga í. Subodh Kant Sahay
segði, at í løtuni legði India
dent á at menna fiskivinnuna,
og tí hevur landið serstakliga
stóran áhuga í at samstarva
við Føroyar. India hevur
eisini lagt seg eftir at styrkja
samstarvið við Noreg og
Ísland, og indiski ráðharrin
fegnaðist tí um, at føroyingar
eisini sýna áhuga fyri sam
starvi við India. Serliga var
tað botnfiskiveiðu og fram
leiðslutøkni, sum indiski
ráðharrin sýndi áhuga fyri.
Hóast India telist millum
heimsins størstu fiskivinnu
lond, so er landið tøkniliga
ikki væl fyri á hesum øki,
samm ett við Føroyar.
– Fiskivinnan er eitt øki,
sum vit fara at menna nógv
komandi árini í landi okkara,
og við samstarvi kunnu vit
fáa felags gagn fyri Føroyar
og India, segði ráðharrin.
Indiski ráðharrin fegnað
ist um, at løgmaður við fylgi
fer til Cochin, sum er fiski
vinnumiðdepilin í India.
Har fer løgmaður at hitta
fiskivinnuráðharran í Kerala
Dominic Presentation.
India ynskir fiskivinnu
samstarv við Føroyar
Jóannes Eidesgaard, løgmaður tosar á ráðstevnu í New Delhi
Løgmaður handar gávu til íslendsku sendistovuna í New Delhl
Merkið og indiska flaggið vundið á stong, tá
løgmaður hitti indiska uttanríkisrráðharran
Løgmaður saman við indiska matvøruráðharranum
Løgmaður hittir ráðharran í uttanríkismálum Anand Sharma