Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 45 - 3. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 24.02.06 fingu Rói og Rebekka úr Sandavági ein lítlan beiggja, sum var 53 cm langur og vigaði 3150 gr. Foreldrini eita Sunnuva og Emil. 18. februar fingu Noomi Sjúrðardóttir Dam og Heðin Ziska Davidsen ein son. Hann var 53 cm og vigaði 3600 gram. 1. desember 2005 fekk Jónas ein lítlan beiggja. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3765 gr. Foreldur teirra eru Súsanna Brekku og Bogi Hansen. 25. februar fingu Arnfríð Joensen og Rógvi W. Poulsen, Saltangará, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 17. februar fingu Durita Eliasen og Jesper Engedal, Tórs­ havn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4300 gr. 23. februar fingu Kristina Andreassen, Toftir og Gunnar Nielsen, Argentina, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4300 gr. 24. februar fingu Ásvaldur og Andrias ein lítlan beiggja, sum eitur Fríðálvur, hann vigaði 2065 gr. og var 47 cm. langur. Foreldrini eru Rosa og Eynar-Martin Kjærbo og tey búgva í Skálavík. 24. februar fingu Sunnuvá Egilstoft og Emil Hentze, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3150 gr. 25. februar fingu Sigvør og Eron Debes, Sørvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850 gr. 26. februar fingu Durita N. og Ejvind V. Mouritsen, Argir, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3435 gr. 26. februar fingu Anna-May og Tummas Djurhuus, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3400 gr. 27. februar fingu Awi Josenius og Høgni Wang Sigurðs­ son, Kvívík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3650 gr. 27. februar fingu Marianna W. Jacobsen, Sørvágur og Hans Olsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr. 27. februar fingu Hanna Y. Sólbjørg og Jonhard Høgnesen, Leir­vík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3020 gr. 27. februar fingu Elspa J. Hansen og Andreas á Argjum, Tórshavn, ein són. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3350 gr. 1. mars fingu Anna Maria M. Kruse og Janus Knudsen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4200 gr. 1. mars fingu Jansy Lisa Simonsen og Bjarni Askham Bjarnason, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4180 gr. Tíðindaskriv So nærkast langi leygar­dag­ urin í Odense aftur. Hesa­ferð hittast føroyingar leygardagin 18. mars frá kl. 11 til 18.30 á Krat­holmskolen, Byghøjvej 27 í Odense. Vit høvdu ein líknandi dag um nøkulunda somu tíð í fjør, og av tí at fólk lótu so væl at, royna vit aftur. Hugsanin við slíkum degi er annars ikki minst at geva høvi til, at fólk, sum sita meiri ella minni einslig – kanska á lítlum staði –  kunnu hitta onnur. Vónin er eisini, at slíkur dagur kundi knýtt bond. Ert tú  nærindis Odense tann 18. mars, so ert tú sera vælkomin hendan vegin. Øssur Berghamar og Símun Pætur á Torkilsheyggi koma at siga eitt sindur um   viðføri okkara á lívs­leiðini. Eisini verður sangur og tónleikur, sum Randi og Símun Hansen standa fyri. Lyklaorðini eru: at hittast, at stimbra, stuðla, gleða og uppmuntra hvør annan á hesum stevnu- og samfelagsdegi. Tað hevði glett okkum, um hetta gjørdist ein dagur, har fólk úr ymsum heraðshornum av danska kortinum hittust í Odense. Tað hevði nú eis­ini givið degnum eitt eyka virði, um hetta eisini gjørdist fundarstað fyri fólk úr ymsum samkomum og kirkjuliðum. Kratholmskolen hevur eisini eitt symbolskt virði í hesum sambandi, tí hann er ein av teim fyrstu kristnu frískúlunum, sum nú hava virkað í góð 30 ár á flatlondum, og hann er av teim heilt fáu tvørkirkjuligu. Flestallir av hinum eru ankraðir í fólkakirkjuni, einstakir í fríkirkjum - men hesin hevur sum sagt sum ein av teimum heilt fáu skrivað seg sum tvørkirkjuligan, og hann hevur bygt brýr millum nógvar kirkjur og einstaklingar í Odense.  Áhugað kunnu tekna seg áðrenn 14. mars hjá Árna Helmsdal, Lundekærsvej 70, 5250 Odense SV, tel. 65961373 ella 30251373. Teldupostur: arnihelm@ post.tele.dk. Samfelagsdagur í Odense 18. mars 27. februar 1971 fingu hesar 21 sjúkrasystrarnar prógv á sjúkrasystraskúlanum á Landssjúkrahúsinum: Marita Bech, Katrin Christiansen, Sofía Christiansen, Kristina Fonsdal, Lena Hansen, Bergfríða Heinesen, Dagmar Jacobsen, Elin Jacobsen, Anna Mia Jespersen, Tórunn Joensen, Hergerð Krossteig, Jórun Mortensen, Elsa Nielsen, Jórun Nolsøe, Sigrun Petersen, Hervør Poulsen, Hanna Rikshamar, Ingunn Rubek-Nielsen, Anna Samuelsen, Anni Thomsen og Brenda Vágsheyg. Sjúkrasystralærarar vóru: Anna Johansson, Poula Poulsen og Sølva Patursson. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1971 Fyri 35 árum síðan: Prógv sum sjúkrasystrar í 1971 Prógv Tann 9/2-2006 fekk Ann Dahl Hansen prógv sum Bachelor í Teologi á Århus Uneversiteti. Ann, sum er 29 ára gomul og býr í Havn, tók studentsprógv í Hoydølum í 1997 og byrjaði at lesa teologi á Arhus Uneversiteti í 1999. Fyrsta semestrið tók hon niðri, men valdi at taka restina við heimalesna og hevur so verið á Uneversitetinum til próvtøkur. Hon er nú farin í gongd við kandidatútbúgvingina og um gongur væl verður hon gudfrøðingur innan 2ár. Ann er gift við Jens Jákup Hansen úr Miðvági, og eiga tey tvær smágentur – Birgit er 7 ár og Hanna er 2 ár. Prógv 30. januar fekk Unn Gler­foss prógv sum sjúkra­ røktarfrøðingur við Diakonissestiftelsens Sygeplejeskole, Keyp­mannahavn www.sosialurin.fo Árni Helmsdal