Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 3. mars 2006 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Dánjal Pet­ ersen, vanliga nevndur Dánjal í Gerðinum, í Vestmanna, fer úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum í dag kl. 17. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 14 úr Vestmanna kirkju. Martha Vang í Hvalba andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi 2. mars, 75 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum sunnudagin kl. 17. Jarðarferðin verð­ ur úr Hvalbiar kirkju mánadagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Marthu kunnu lata eina peningagávu til Eldrasambýlið í Hvalba. Konto í Føroya Banka. Malena Thomsen á Tanganum, Hvalba, and­ aðist á Eldra­sambýlinum í Hvalba sunnudagin 26. februar, 90 ára gom­ul. Farið verður úr kapellinum á Tvøroyri fríggjadagin 3. mars, kl. 18. Jarðarferðin verð­ur úr Vitninum leygar­dagin 4. mars, kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Malenu, kunnu lata Eldrasambýlinum í Hvalba eina gávu. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður og pápi okkara Dánjal Petersen vanliga nevndur Dánjal í Gerðinum Vestmanna andaðist mikumorgunin 1. mars, 61 ára gamal. Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju leygardagin 4. mars kl. 14.00. Familjunnar vegna Halbjørg og Súsanna Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, abbi og bróður okkara Sofus A. W. Rubeksen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólki á heimarøktini og til tykkum á Lágargarði, sum tóku tykkum so væl av honum. Tøkk til Sverra Steinhólm fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervinum á Lágargarði. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Lágargarð og tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jan, Annika, Maibritt og Lucas Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Solveig Pauline Jacobsen fødd Kjærbo andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serstøk tøkk til Heimið við Vallalíð, Tjarnargarð og Dagtilhaldið við Dalavegin. Børnini við familjum Dagurin 4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur rómverskur embætismaður sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason føddur hendan dagin í 1545. 5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi 6. mars. Gotfred. Óvist er, hvønn sipað verður til. Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár 1100, aðrir ein biskup í Amiens, deyður í 1115. Týskt navn settsaman av orðunum Guð og friður. Leygardagin 25. febru­ar var aðalfundur í Føroyinga­ felagnum í Århus. Har varð nýggj nevnd vald, og nevndin hevur nú skipað seg. Formaðurin seinastu tvey árini, Marja Gjógvará, og Bárður Joensen tóku ikki við afturvali. Nýggi formaðurin í Føroyingafelagnum í År­hus eitur Gunnar Hansen av Toftum. Hann hevur eitt ár á baki í nevndini og tekur nú við fremstu avbjóðingini í felagnum. Beinur Guð­ jóns­son heldur fram sum næstformaður og Leifur av Trøð Trondesen heldur fram sum kassameistari. Anna Trónd Hansen og Jón­gerð Danielsen vórðu á aðalfundinum valdar í nevndina á fyrsta sinni. Anna er skrivari, og Jóngerð tekur við sum PR-limur, ið nýggi formaðurin hevur røkt seinasta árið. Nýggja nevndin sigur seg fegnast um sera jaligu gongdina í felagnum, og tað er vorðið alsamt meira spennandi at vera føroyingur í Århus. Nýggj nevnd í Føroyingafelagnum í Århus Nýggja nevndin í Føroyingafelagnum í Århus. Afv.: Gunnar Hansen, Beinur Guðjonsson, Leifur av Trøð Trondesen. Ffv.: Anna Trónd Hansen, Jóngerð Danielsen