Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 3. mars 2006 Torleif á odda di KÍ Maðurin, sum í góð 20 ár var ovasti fótbóltsbossurin í Foroyum, skal nú standa á odda fyri KÍ KÍ-FORMAÐUR Jákup Mork Jakup(sosialurin, fo — Eg havi fleiri ferðir fingið hesa áheitan, men eg havi altíð sagt borið meg undan. Satt at siga, so helt eg meg vera pensioneraðan sum ítróttarleiðara. Hesa ferð hava teir tó lovað mær, at eg skal bara vera formaður, og annars einki gera. Fólkini uttan um meg skulu gera alt arbeiðið, og tað helt eg vera góðar treytir at fáa. Hann dugir framvegis at taka tingini við einum smíli. Torleif Sigurðsson. Gjongum 30 ár hevur hann havt ymsar sessir í faroyska ítróttarheiminum — harav 20 ár sum FSF-formaður. Men á aðalfundinum hjá KI hóskvoldið varð hann fyri fyrstu ferð valdur í nevndina í einum fótbóltsfelag. Skal savna kreftirnar KÍ hevur seinastu tíðina verið gjagnum umfatandi umskipanir, soleiðis karmar Sösialurin ip A - Fyri fyrstu ferð skal Torleif Sigurðsson royna seg sum formaður í føroyskum fåtboltsfelag. Men royndirnar í allar aðrar mátar tykjast vera av slíkum slag, at hann kann verða maðurin, sum samansjóðar felagið eftir stóru umskipanirnar, sum hava verið seinastu tíðina felagsins eru komnir í eina trygga legu. Ein umskipan, sum i nógvar mátar hevur slitið nógv á tey fólkini, sum hava verið partur av nevndararbeiðinum. Tí er helst meira enn nakran tíð torvur á einum sterkum miðsavnandi persóni at mynda felagið. Og ivaleyst verður júst savnandi leikluturin tann týdningarmesti av ollum hjá nýggja formanninum. Nak- að sum Torleif Sigurðsson heldur ikki avvísur sjálvur. — Tað man helst vera við atliti til tær royndir, sum eg hóast alt havi, at áheitanin er komin. Nú kenni eg flestu av hinum persónunum í nevndini, og teimum havi eg fult álit á. Men arbeiðið skal eisini samansjóðast, og tí kann eg vónandi verða ein partur av. Hava potentialið Men hvussu sær nýggi for- maðurin fyri sær, at KI er fyri, nú stóra umskipanararbeiðið tykist vera av? — Hyggur tú at felagnum, so er eingin ivi um, at talan er um eitt stórt felag. Tí haldi eg, at verða tingini gripin rætt an, so eigur KI avgjort at vera eitt av felagunu, sum stríðast har, sum tað gongur fyri seg. Tað er kanska ikki nakað, sum vit skapa frá degi til dags, men at moguleikarnir eru at rokka hesum, ivist eg onga lotu í sigur nýggi formaðurin at enda. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir á aðal- fundinum, og nevndin í KI er tí mannað soleiðis: Torleif Sigurðsson (for- maður), Nichels Lutzen (næstformaður), John Willi- am Joensen, ábyrgdarfólk fyri samskifti, Guttorm Sorensen, ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál og Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarfólk fyri hondbólt. Hannis fekk sekkin Venjarin, sum hevur leitt H71 móti avgjorda hondbólts- oddinum, varð í gjárkvoldi sagdur úr starvinum. Jakob Jónsson og Jákup Símun Simonsen hava ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar HONDBÓLTUR Jákup Mork Jakup(Qsosialurin.fo Eftir góðu avrikini hjá H71 í ár, hava fleiri nevnt Hannis Wardum sum ein av topp- kandidatunum til heitið sum ársins venjari, tá hesin skal kjósast á gallaveitsluni eftir kappingina. Tað kann hann samstundis verða, men tað verður so uttan nakað felag. Hóskvoldið fekk Hannis nevnliga at vita, at hann ikki longur skal venja felagið. — Seinastu tveir dystirnar er góða staða okkara veruliga komin í vanda. Skulu vit broyta nakað, so má tað henda nú. Og vit vóna sjálvandi, at hetta kann fáa liðið at rakna við, sigur formaðurin í H71, Rúni Djurhuus. Hann váttar somuleiðis, at tað verða Jakob Jónsson og Jákup Símun Simonsen, sum skulu hava ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar. Vónbrotin av nevndini Tá vit í morgun hovdu orðið á Hannis, segði hann, at hetta sjálvandi var komið dátt við. — Ikki minst var eg bilsin av, at boðini til mín vóru, at hetta var vegna ónogd millum spælararnar. Tað er avgjort ikki nakað, sum eg havi havt fatan av, og eg havi eisini spurt spælararnar um hetta. — Sjálvandi er tað nevndin, sum tekur avgerðina. Og hava teir valt at siga meg úr starvinum, so má eg taka tað til eftirtektar. Men eg haldi tað vera keðiligt, um teir skulu brúka eina ikki- eksisterandi ónogd millum spælararnar sum umbering fyri hesum, staðfestir Hannis. Hóast hetta glepsið, so tykist tað kortini, sum er Hannis rímiliga avkláraður við staðuna. — Tað er so tað, sum kann henda, og sjálvt um tað ikki er nokur góð kensla, so haldi eg ikki, at eg havi tikið hetta so heilt ogiliga tungt. Men tað er sjálvandi irriterandi, tá tú íkki kanst vera við sein- asta partin av vegnum. Eg ivist íkki í, at liðið framvegis hevur góðar möguleikar at rokka finaluni. Og um so er, at hendan verður móti Kyndli, hvar ætlar Hannis Wardum sær so at sita? — Tá má eg helst halda meg rímiliga neutralan. Kanska burdi eg bara domt hana, kemur tað skemtandi frá nú fyrrverandi venjaranum. Spælararnir ikki orsokin Her á blaðnum hava vit eisini verið í samband við spælarar, sum vátta útsagnirnar hjá venjaranum. Altso at talan als ikki hevur verið um ónogd millum spælararnar. Hetta skal tó ikki skiljast, sum um spælararnir fara at fremja nakra kollvelting móti nevndini, men teir frábiðja sær ivasama heið- urin, sum tað er, at vera orsøk til uppsognina. Spurningurin er so, hvort venjaraskiftið fær ynsku effektina. Aðra staðir hevur tað við hvort givið góð úrslit, tá slík skifti eru framd. Og við trimum dystum eftir, er einki at ivast í, at skal stigið takast, so má hetta verða her og nú. Tað er so effektin, sum nevndin sigur seg leita eftir. Fyrsti parturin av svarinum fæst helst sunnudagin. Itróttarsosialurin — vit eru har tað hendir Lesið Sosialin -tað loysir seg 17 Framvegis skaðar hjá Start Venjarin hjá Toda Jónsson og hinum spælarunum í Start ynskti sær ein skaðafrían spælarahóp í foðingardagsgávu. Men tað fekk hann ikki. Tom Nordlie kann halda sín 44 ára foðingardag í dag, men fimm av hansara spælarum eru framvegis skaddir. Herfyri varð staðan munandi verri, tí tá var næstan eitt hálvt lið ikki ført fyri at spæla. Nú eru fleiri av t andi spælarunum komnir fyri seg aftur, so tað ljósari út hjá Nordlie og hansara liði. Todi Jónsson var ein av spælarunum, sum hevði skaða at dragast við, men hann er komin fyri seg aftur og hevur spælt við í seinastu dystunum hjá Start. Íslendingar vilja hava Parkina Nevndarformaðurin í Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, hevur seinastu tíðina roynt at hildið íslendingum burtur frá at keypa seg inn í felagið, sum eigur og rekur danska tjóðarleikvollin. Børsen skrivar, at í minsta lagi eitt íslendskt felag hevur viljað keypt partabrov í Parkini, men at Flemming Østergaard ikki vil hava islendingar uppi. Ístaðin var tað danski vinnulívsmaðurin Steen Larsen, sum í fjor keypt partabrav í felagnum. Frem góðar vónir Tað hevur verið stór útskifting í spælara- hópinum hjá danska 1. deildarliðnum Frem í vetur. Ein av spæl- arunum, sum er farin úr felagnum, er foroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen. Hin- vegin eru tríggir aðrir foroyskir spælarar í fel- agnum — Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næss og Atli Gregersen. Andreas Broch, sum er nevndarlimur í Frem, hevur góðar vónar til seinnu hálvu av kappingini, sum byrjar í næstum. — Vit hava ein góðan hóp, sum eg vænti mær nógv av. Tað er spennandi við so nógvum ungum spælarum, men vit hava tó eisini rutineraðar spælarar, sum kunnu hjalpa teimum ungu, sigur hann við heimasíðuna hjá Frem.