Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 45 - 3. mars 2006 Fríggjakvøldið verður kapping um føroyameistaraheitið í estetiskum fim­ leiki fyri gentur. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og luttakandi liðini eru Havnar Fimleikafelag og Ljósið úr Havn og Støkk úr Runavík Fimleikur Tíðindaskriv Kappingin í estetiskum fim­ leiki er so nýggj í Før­oy­um, at hetta er fyrsta ferð­in, at kappast verður um før­ oyameistaraheitið inn­an hetta slag av fimleiki. Kapp­ ing­in verður 3. mars kl. 19.30. Formurin er broyttur nak­að frá Grand Prix fimleikinum, sum vit áður hava sæð nógv til í Føroyum. Fyri tað fyrsta so onki krav í ár at íðkararnir skulu gera eina íðkan við amboðum, og í øðrum lagi er karmurin kring íðkanina øðrvísi. Ljóskastarar verða settir fram við gólvinum, og høllin verður myrkaløgd. Hetta gevur ein heilt øðrvísi og hátíðarligan dám til kapp­ ingina. Heldur ikki íðkararnir eru teir somu á at líta, sum teir vóru fyrr. Nógv verður gjørt burtur úr búnum og sminku, fyri at fáa fram tann tóna, sum fimleikararnir lýsa við íðkanini. Venja øðrvísi Eisini sjálvur fimleikurin er øðrvísi, tí í estetiskum fimleiki eru rørslurnar meira líkar teimum, vit eru von við at síggja í sjónvarpinum enn teimum, vit eru von við at síggja í hallunum her heima. Hetta hevur eisini havt við sær stór krøv til venjarar og fimleikarar við øðrvísi og nógv meiri venjing hjá gentunum, venjingin hevur verið upp til 4-5 ferðir um vikuna, tí meira skal gerast við styrki og liðiligheit, og kroppurin verður sum heild nýttur á ein øðrvísi hátt enn áður. Hesin háttur at venja er nýggjur fyri øll í Føroyum, so bæði einstøku feløgini og fimleikasambandið hava fingið hjálp frá venjarum og dómarum frá londum, ið eru meira køn innan estetiskan fimleik, og fyrstu úrslitini av hesum arbeiði vera at síggja fríggjakvøldið. Kappast í HM Sjálvt um kappingin verð­ur fríggjadagin, er ikki kom­ ið á mál hjá føroysku gent­ unum. Øll trý lið fara 21 mars til Tallin í Estlandi, har tey skulu kappast í heims­ meistarakappingini fyri lið, so føroyameistaraheitið er bert eitt stig á einari leið við stórum avbjóðingum fyri føroyskan fimleik. Fyri at stytta um stundir hjá áskoðarunum meðan dóm­ararnir gera sítt í kapp­ ing­ini, verða trý lið av dans­ ar­um frá Tvøroyra fim­leika­ felag við. Um Fleyr vinn­ur dystin í meistara­ deildini hjá monn­um ímóti SÍ sunnu­dagin, eru teir før­oya­meist­ arar. Dráttur kann taka eitt stórt fet ímóti FM í meist­ aradeildini hjá kvinnum við at vinna á SÍ sunnudagin Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Flogbóltskappingin gongur ímóti endanum, og longu hetta vikuskiftið kunnu av­gerðirnar falla um før­ oya­ meistaraheitini hjá bæði monnum og kvinnum. Tvey umfør eru eftir at spæla hjá monnum, og har kann Fleyr avgera alt í dyst­ inum ímóti SÍ sunnu­dagin. Fleyr er eitt stig framman fyri Mjølnir, men hevur ein dyst til góða. Tí skal Mjølnir hava eina stóra hjálpandi hond frá SÍ, um teir skulu varðveita møguleikan at vinna FM. Fleyr skal bara vinna dyst­in sunnudagin, og so er FM-heitið komið heim. Eydnaðist ikki Fleyr at vinna, so verður talan um eina veruliga finalu um FM- heiti í síðsta umfarinum, tá tey bæði fremstu liðini, Mjølnir og Fleyr, spæla í Klaks­vík. Ein annar dystur verður um vikuskiftið, og hann er ímillum Nøvuna og ÍF. Dráttur nær við gullið Hjá kvinnum hevur Drátt­ur ligið fremst alt kappingar­ árið, og hóast liðið í seinasta umfari tapti púra óvænta ímóti KÍF, kann liðið avgera alt sjálvt. Dráttur spælir ímóti SÍ sunnudagin, og kvinnurnar úr Drátti kunnu taka eitt týðandi fet fram ímóti FM- heitinum við at vinna hendan dystin. Einasta liðið, sum kann fáa Drátt aftur, eru steypa­ vinnararnir úr TB, og tær skulu sunnudagin spæla ímóti Mjølni á heimavølli. Ein annar dystur er hjá kvinnum, men hann hevur ikki so stóran týdning, tí hann er ímillum tey bæði nið­aru liðini KÍF og ÍF. Dystur hjá Toda avlýstur Tað stendur so illa til við fólki hjá Lillestrøm, at ætl­aði venjingardysturin ímóti Start sunnudagin helst verður avlýstur. Sam­bært venjaranum hjá Lilleøstrøm er støðan so ring, at liðið bara hevur sjey mans tøkar í løtuni, og tí klára teir ikki at manna lið til dystin sunnudagin. Endaliga avgerðin um dyst­in er ikki tikin, men Start er farið at leita eftir einum øðrum liði at spæla ímóti sunnudagin. Gott fyri sjálvsálitið Sum um italienskir fót­ bóltsspælarar ikki hava nóg gott sjálvsálit, so sigur italski landsliðsvenjarin, at stórsigurin á Týsklandi mikukvøldið var góður fyri sjálvsálitið hjá sínum spælarum. Italia vann venj­ingardystin ímóti Týsk­landi við heili 4-1, og himm­albláa liðið, sum Føroyar skulu spæla ímóti í næstu EM-kappingini, tykist verða krútsterkt og væl trimmað til HM- endaspælið í summar. – Vit spældu ímóti ein­ um góðum týskum liði. Teir góvu okkum trupul­ leikar síðst í dystinum, men eg eri væl nøgdur, og tað er nakað serligt við hesum sigrinum, sigur Mercello Lippi. Klinsmann verjir sínar mans Týski landsliðsvenjarin Jürgen Klinsmann sá sítt lið verða avbukað av Italia í venjingardysti mikukvøldið, men Klins­ mann hevur ikki mist vón­ina um eitt gott úrslit í HM-endaspælinum á heima­vølli. – Vit mugu taka skyld­ ina fyri hetta stórtapið á okkum, men vit halda fram við sama ídni, og eg havi fult álit á mín­um spælarum, sigur Klins­ mann. Týsku fjølmiðlarnir vóru tó ikki mjúkir at strúka eftir stórtapið miku­kvøldið. Blaðið Bild skrivaði, at spælararnir ikki høvdu uppiborið sína løn, og serliga lykla­ spælarin Michael Ballack fær av at vita. Bild skrivar, at Ballack hevur sama virði sum ein pizza. – Tit hava gjørt Týsk­ land fyri skommum, skriv­ aði Bild í sínari bersøgnu umrøðu av dystinum. Nýggj FM-kapping í fimleiki Fleyr kann tryggja sær FM Meistaradeild kvinnur D V-T Sett Stig 1. Dráttur 17 15-2 48-22 20 2. TB 17 10-7 37-24 16 3. SÍ 17 10-7 37-31 13 4. ÍF 17 9-8 37-31 12 5. KÍF 17 4-13 20-44 7 6. Mjølnir 17 3-14 18-45 4 Meistaradeild menn D V-T Sett Stig 1. Fleyr 13 11-2 35-15 15 2. Mjølnir 14 9-5 33-17 14 3. SÍ 13 8-5 30-20 10 4. ÍF 13 5-8 21-28 7 5. Nøvan 13 0-13 00-39 0 Menninir hjá Fleyr kunnu um vikuskiftið tryggja sær FM-heitið í meistaradeildini í flogbólti FM í estetiskum fimleiki verður fríggjakvøldið