fríggjadagur 3. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 3. mars 2006
19
Spenningurin í
Atlantic Airways-
kappingini er minst
líka høgtflúgvandi,
sum flogførini hjá
høvuðsstuðlinum
eru tað. Við trimum
dystum eftir, er bert
eitt stig millum fyrstu
fýra liðini - og tí er
einasti minussið
helst, at kappingin í
ár skal avgreiðast við
finalu
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er lítið at ivast í, at
seinasta umfarið verður ein
sann ur hondbóltsgysari. Ein
gysari, har í øllum førum
trý – og kanska fýra lið
standa við møguleikanum
at røkka teimum báðum
finaluplássunum,
sum
standa upp á spæl í enda
spælinum.
Sjálvandi kann støðan
verða tann , at alt er avgjørt,
áðrenn komið er til seinasta
umfarið. Men tað krevur, at
H71 skal kiksað móti antin
KÍF ella Neistanum, sam
stundis sum bæði Kyndil og
VÍF vinn a báðar sínar dystir.
Hendir hetta seinasta, er StÍF
eftir øllum at døma liðugt
undan seinasta umfarinum.
Men við hagtølunum, sum
StÍF hevur móti VÍF, so
líkist tað tveimum finalum
í seinasta umfarinum. Ella
skuldu vit kanska sagt hálv
finalum, har vinn ararnir
vinn a sær pláss í finaluni.
Kyndil kann kiksa
Grøna havnarfelagið, sum
fer um tey hálvt-hundrað í
næstum, er í løtuni á odda í
landskappingini, og teir eru
eisini liðið, sum stendur
við bestu kortunum undan
seinastu umførunum.
Heima móti StÍF plaga teir
grønu ofta at vera omaná.
Eisini hóast dystirnir aloftast
eru tættir. Á útivølli móti
KÍF eiga teir ikki at svíkja,
og so hava teir VÍF í seinasta
dystinum. Tann dysturin kann
verða avgerandi, men hava
vestmenn ingarnir snávað á
vegnum, samstundis sum
Kyndil hevur gjørt sítt, so
hava teir grønu ein eyka
trumf í góða málmuninum.
Ein málmunur, sum inn iber,
at teir hava ráð at lata VÍF
koma á sama stigatal.
VÍF og marran
Tí er trýstið kanska størri
á vestmenn ingum, sum við
stórsigrinum á H71 boðaðu
frá, at liðið er um at nærkast
toppinum. Tað verður eisini
neyðugt, skal liðið standa
seg í endaspurtinum av enda
spælinum.
Komandi dysturin er
móti Neistanum, og tað er
ein uppgáva, sum VÍF alt
ann að líka eigur at megna.
Men heimadysturin í næst
seinasta umfarinum tykist
meira møtumikil í so máta.
Tá er tað nevnliga StÍF, sum
er mótstøðuliðið. Ein dystur,
sum vestmenn ingar nærum
ræðast, um mett verður eftir
úrslitunum seinn u árini. Og
eitt tap í hesum dystinum vil
viðføra, at VÍF er tvingað at
vinn a seinasta dystin, sum er
á útivølli móti Kyndli.
Dalandi
hoyvíkarfepur
H71 hevur at kalla alt árið
líkst einum tryggum lut
takara í finaluni. Somikið
tryggur, at tosið eitt skifti
í endaspælinum bert hev
ur snarað um, hvat mót
støðuliðið í finaluni skuldi
verða.
Men við tapi í teimum
báðum lykladystunum móti
Kyndli og VÍF, hevur H71
nú brádliga fingið knívin
á barkan. Somikið hart, at
skulu teir verða tryggir,
so skulu tríggir sigrar til
seinastu tríggjar dystirnar.
Teir báðar fyrru av hesum,
er trupulleikin kanska
avmarkaður. Men við útidysti
á Skála í seinasta umfarinum,
er seinasta forðingin stór.
Ikki minst, um strandingar
tá framvegis hava møguleika
at røkka finaluni. Tí er tað
nakað, sum StÍF dugir betri
enn nakar ann ar, so er tað
at spæla avgerandi dystir.
Nakað sum H71 als ikki
víst seg at duga seinastu
tvær vikurnar!
Strongdir strandingar
Júst eginleikin at vinn a
avgerandi dystirnar er nak
að, sum StÍF hevur so harð
liga brúk fyri nú. Snøgt
sagt, so skal talan verða
um tríggjar sigrar á rað. Alt
ann að vil at kalla seta teir
uttan fyri finaludystin. Og
tá dystarskráin sigur tey trý
toppliðini í 1-2-3 raðfylgju,
sigur tað seg sjálvt, at trýstið
er í hæddini. Skal StÍF leita
sær styrk, so er kanska best
at minn ast aftur á heystið
1999, tá støðan var kanska
enn meira vónleys. Sum
kunn ugt, so spældi tað
kortini væl av ta ferðina, og
so er spurningurin, hvørt tað
eisini kann spæla eins væl
av hesaferð. Eitt er tó víst
- standa strandingarnir við
20 stigum undan seinasta
umfarinum, munn u fleiri
brádliga fara at rokna teir
sum FM-favorittar. Eisini
hóast finalan tá enn ikki er
spæld.
Skipanin
Hvussu leikur so fer at
fara, ber sjálvandi illa til at
siga í dag. Í so máta eru vit
kanska munanadi klókari
eftir vikuskiftið.
Men tað er tó vert at
bíta merki í, at fleiri helst
halda tað vera keðiligt, at
talan júst í ár verður um
finaludyst millum tey bæði
ovastu liðini. Sjálvandi er
spenn ingurin ovurstórur, nú
fýra lið berjast um finalu
sessirnar. Men við bara ein
um stigi millum hesi fýra,
vildi FM-spenn ingurin verið
enn størri, um kappingin
endaði við endaspælinum.
Tað hevur so ikki víst
seg sum nakað argument,
at tvey’arin eisini skal hava
nakað at spæla fyri, men
kropsliga tænir tað helst
endamálinum, tá kappingin
verður longd nakað.
Men við fyrst at hálvera
stigini í grundspælinum, fyri
síðani at geva tvey’aranum
í endaspælinum enn ein
møguleika, verður fyrsti part
urin av kappingini lættliga
undirmineraður. Kanska
kann støðan sammetast við
hana, sum VÍF upplivdi fyri
15 árum síðani. Tá vann
liðið allar dystir uttan tveir
í einum kappingarári, men
kortini endaðu teir nummar
fýra í kappingini. Ein støða,
sum alt fyri eitt fekk HSF at
ganga burtur frá skipanini
við hálvfinalum og finalum
at enda kappingina við. Heilt
so grotesk verður støðan
hóast alt ikki í ár, men
finaludystir eru sjáldan eitt
góður máti at avgera eina
landskapping uppá. FM-
vinn arin plagar vanliga
at vera tann , sum er bestu
gjøgnum eitt heilt ár, meðan
»besta liðið á degnum« tekur
steypakappingina. Men
tann veruleikin kann væl og
virðiliga broytast í nýggju
skipanini.
Sum er, so líkjast
hálvfinalurnar í
kvinnukappingini
dystum millum
Neistan og Kyndil og
Stjørnuna og VB. Ein
samanseting, sum tó
kann broytast, megnar
Kyndil at vinna á
Neistanum, tá liðini
hittast sunnudagin.
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á pappírinum eru bláu
steypavinn ararnir
tó
stórfavorittar. Ikki minst,
nú úrslitini hava verið
so góð seinn u dystirnar.
Kyndil fekk hinvegin eitt
lyft við sigrinum á VB, og
tær hava eisini fyrr í ár givið
Neistanum harða mótstøðu,
so útilokast kunn u tær á
ongan hátt.
Vinn ur Neistin dystin í
Havn, so er dysturin í Vági,
sum ikki verður spældur fyrr
enn um eina viku, at kalla
týdningarleysur, tí tá skulu
Stjørnan og VB undir øllum
umstøðum spæla hálvfinalu
móti hvørjum øðrum.
Hinvegin vilja báðir
partar hava nakað at spæla
fyri, um Kyndil aftur ger
ein vørr hesaferð. Tá kann
Stjørnan við sigri fara á
oddasessin, og á tann hátt
fáa »lættaru« hálvfinaluna.
Men hendan vil tá eisini
verða móti VB, tí tær tá
enda undir Kyndli.
Tað brakar móti
endanum
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
FM-bólkurin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 Neistin
5
4 - 0 - 1
121 101
20
8
2 Stjørnan 5
3 - 0 - 2
124 106
18
6
3 VB
5
2 - 0 - 3
105 123
-18
4
4 Kyndil
5
1 - 0 - 4
99 119
-20
2
Sunset-kappingin
Niðari bólkurin
v
t
d
v
- j - t mál
mál
+/- stig
1 StÍF
6
5 - 0 - 1
147 118
29
10
2 Søljan
6
4 - 0 - 2
133 122
11
8
3 Tjaldur
6
2 - 0 - 4
135 151
-16
4
4 VÍF
6
1 - 0 - 5
123 147
-24
2
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/-
stig
1 Kyndil
7
4 - 1 - 2
455 400
55
17
2 VÍF
7
5 - 1 - 1
465 440
25
16
3 H71
7
4 - 0 - 3
451 394
57
16
4 StÍF
7
5 - 0 - 2
430 419
11
15
5 KÍF
7
2 - 0 - 5
415 454
-39
6
6 Neistin
7
0 - 0 - 7
431 540 -109
1
Bólkaspælið liðugt
Seinastu dystirnir
8.
9.
10.
Kyndil
StÍF (h)
KÍF (ú)
VÍF (h)
VÍF
Neistin (h)
StÍF (h)
Kyndil (ú)
H71
KÍF (ú)
Neistin (h)
StÍF (ú)
StÍF
Kyndil (ú)
VÍF (ú)
H71 (h)
FAKTA
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
FM-bólkurin
Dagur
Klokkan
Dystur
Dómari
05.03
14.30
Neistin-Kyndil
Heri & Dánjal
05.03
15.00
VB-Stjørnan
Kristian & Sámal
Atlantic Airways-kappingin
05.03
16.00
Kyndil-StÍF
Eyðun & Andreas
05.03
16.00
KÍF-H71
Karstein & Kristian
05.03
16.00
VÍF-Neistin
Rúni & Ragnar
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
04.03
14.00
KÍF-ÍF
TB
05.03
14.00
Dráttur-SÍ
KÍF
05.03
15.00
TB-Mjølnir
ÍF
Meistaradeild menn
04.03
18.00
Nøvan-ÍF
Mjølnir
05.03
15.00
Fleyr-SÍ
Mjølnir
Brakið hesa ferð verður
millum Kyndil og StÍF. Ein
dystur, sum fyri StÍF er
fyrsta av møguliga trimum
»finalum« í endaspælinum