Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 45 - 3. mars 2006 Yvirgangsfelags- skapurin eggjar sínum stuðlum til at søkja at oljuútbúnaði í Saudiarabia og Irak. Yvirgangur Árni Joensen fartekst@mail.dk – Oljuútbúnaður er eitt lógligt álopsmál í tí heilaga krígnum, og júst nú eru slík álop tað besta vápnið í bardaganum ímóti teimum vantrúgvandi. Hetta stendur í einum boðskapi, sum stóð at lesa á einari egyptiskari heimasíðu í gjár, og sum Abdel Aziz bin Rashid al-Anzy hevur skrivað. Sambært AP verður hann hildin at vera maðurin, sum leggur tey flestu álopini hjá al-Qaeda til rættis. Áheitanin er meiri enn ársgomul, tí al-Anzy hevur sitið í egyptiskum fongsli síðani í mai í fjør. Eygleiðarar halda, at áheitanin verður kunngjørd nú í sambandi við tað miseydnaða álopið á oljureinsiverkið Abqaiq í Saudiarabia í síðstu viku. Tað bleiv avdúkað í síðstu løtu, og álops-menninir doyðu, tá trygdarmenn skutu eftir teimum. Álopið á Abqaiq, sum er heimsins størsta olju- reinsiverk, er tað fyrsta av sínum slagi í Saudiarabia, og tað ávirkaði eisini oljuprísin beinanvegin. AP skrivar, at álopið hevur fingið fleiri at stúra fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at oljuútbúnaðinum í Saudiarabia, eins og teir hava gjørt í Irak fleiri ferðir. Franski stats- advokaturin kannar rutuna hjá einum flogfari, sum setti seg í París 20. juli í fjør eftir at hava verið í Noregi og Kanada. CIA-flogfar Árni Joensen fartekst@mail.dk Norsku loftferðslumyndug- leikarnir hava greitt franska statsadvokatinum frá, at amerikanska flogfarið, sum var av Gulfstream-slagnum, setti seg á Gardermoen- flogvøllinum uttan fyri Oslo kl. 7.40 tann 20. juli í fjør, og at tað fór haðani klokkan hálvgum átta sama kvøld við kós ímóti Le Bourget-flogvøllinum uttan fyri París. Tá vóru tvey fólk fleiri við flogfarinum. Franska blaðið Le Figaro skrivar, at amerikanska flogfarið lendi í Le Bourget seinni um kvøldið, men at tað bleiv ikki avgreitt sum onnur flogfør. Francois Moulins, statsadvokatur, kannar flúgvingina hjá hesum flogfarinum eftir áheitan frá altjóða mannarætt- indafelagsskapinum FI- DH. Antoine Bernard, aðalskrivari í FIDH, sigur við Aftenposten, at felagsskapurin vil hava at vita, um eitt amerikanskt flogfar við fangum til Guantanamo-leguna setti seg í Fraklandi, og um teir fronsku myndugleikarnir lótu eyguni aftur. Í áheitanini á statsadvokatin vísir felagsskapurin á, at flogfarið, sum hevði frámerkið N50BH, hevur verið í Guantanamo minst seks ferðir. Norskir myndugleikar spurdu herfyri amerikonsku sendistovuna í Oslo, um N50BH fleyg fyri amerikanskar myndugleikar, tá tað millumlendi í Gardermoen. Svarið frá sendistovuni var nei, men talsmaðurin hjá franska uttanríkisráðnum, Jean- Baptiste Mati, sigur við Le Figaro, at tað er kortini væl hugsandi, at flogfarið var í ørindum fyri fregnartænastuna CIA. Evroparáðið spurdi herfyri norska uttanríkisráðið um ørindini hjá N50BH í Gardermoen, og fyrr í vikuni boðaði Evroparáðið frá, at tað var ikki nøgt við norska svarið, og at tað tí hevur biðið um eina neyvari frágreiðing. Sambært Le Figaro eru myndugleikarnir í Týsklandi, Italia og Spania eisini í ferð við at kanna ørindini hjá amerikonskum flogførum, sum hava millumlent har. UTTAN ÚR HEIMI Tað kann gerast trupult hjá svensku veljarunum at halda skil á, hvar krossurin skal setast, tá val verður til Ríkisdagin tann 17. september, tí ikki færri enn 237 flokkar hava boðað frá, at teir fara at stilla upp. Millum teir nýggju flokkarnar er ein, sum vil hava Ríkisdagin at seta lógina um upphavsrætt úr gildi, ein skal royna at fáa Svøríki burtur úr ES, og so hevur ein eldraflokkur eisini boðað frá, at hann stillar upp. Tað eru kortini ikki allir teir nýggju flokkarnir, sum stilla upp til Ríkisdagin, tí fleiri hava valt at leggja dent á kommunuvalið, sum verður sama dag. Politiskir eygleiðarar í Stockholm siga, at eingin av hesum flokkunum kann vænta sær nakað umboð. Harafturímóti verður hildið, at kvinnuflokkurin fer at fáa umboð í Ríkisdagin, sjálvt um tær seinastu kanningarnar vísa, at flokkurin er niðan fyri minstamarkið, sum er fýra prosent av atkvøðunum. Nógv at velja ímillum Fyri fyrstu ferð í næstan tvey ár hevur fundur verið ímillum hernaðarlig umboð úr Norðurkorea og Suðurkorea. Á fundinumn kravdu tey norðurkoreonsku umboðini, at Suðurkorea skal gevast við at hava hernaðarvenjingar saman við USA, tí sambært stjórnini í Pyongyang hevur USA fleiri ferðir hótt við at leypa á Norðurkorea. AP skrivar, at generalar umboðaðu bæði londini, og hetta er fyrstu ferð síðani Koreakríggið, at so týðandi hernaðarumboð úr teimum báðum londunum hittast. Eygleiðarar halda hetta vera eitt tekin um, at Norðurkorea er sinnað at samstarva við grannan fyri at bøta um viðurskiftini teirra millim, og teir vísa eisini á, at tey norðurkoreonsku umboðini játtaðu at viðgera allar spurningar, sum tey suðurkoreonsku umboðini vildu hava umrøddar. Tingast aftur Nógvir týskarar hildu, at tað var eitt stórt afturstig fyri Bonn, tá týska samveldistingið í 1991 gjørdi av at flyta tingið og stjórnina til Berlin, og fleiri væntaðu, at býurin fór at steðga upp. Nú vísa nýggj tøl, at Bonn hevur staðið seg nógv betur, enn tey flestu væntaðu. Um ársskiftið búðu 314.020 fólk í býnum, og tað er tað mesta nakrantíð. Rætt er tað, at arbeiðsloysið er fimm prosent, men tað er í hvussu er minni enn í Berlin, har níggju prosent eru arbeiðsleys. Síðani tingið og stjórnin fluttu úr Bonn, hevur býurin fingið 10 milliardir krónur í endurgjaldi, men í 2004 fall endurgjaldið burtur. Kortini eru umleið 11.000 almenn størv framvegis í býnum, og í summar lata 12 ST-stovnar skrivstovur upp í Bonn. Bonn er gamal býur. Í 1989 var stórt hátíðarhald, tí tá vóru 2000 ár, síðani rómverjar grundløgdu býin. Bonn onga neyð Moskvitch farið í søguna Tað eldra ættarliðið man minnast sovjetsku Moskvitch-bilarnar, men í vikuni gjørdist greitt, at tað koma ikki fleiri nýggir Moskvitch-bilar á gøtuna. Moskvitch bleiv upprunaliga gjørdur eftir einum týskum Opel-bili, og útgerðina á verksmiðjuni tóku russararnir við sær, eftir at teir høvdu hersett tann eystara partin av Týsklandi undir seinna heims- bardaga. Framleiðslan byrjaði í 1947, og tá Sovjetsamveldið fór í upploysn í 1991, hevði verksmiðjan gjørt fýra milliónir bilar. Men so kom kappingin úr útlandinum, og í 2001 vórðu tey 3.500 starvsfólkini á verksmiðjuni uppsøgd. Í vikuni staðfesti ein dómstólur í Moskva, at Moskvitch skyldar næstan fimm milliardir krónur, og at felagið er farið á húsagang. Tí kemur neyvan nakar nýggjur Moskvitch-bilur afturat, skrivar AP úr russiska høvuðsstaðnum. Al-Qaeda eggjar til álop á oljuútbúnað Al-Qaesa hóttir við at søkja at oljuútbúnaðinum í Saudiarabia. Hildið verður fyri vist, at CIA hevur flutt fangar til Guantanamo við Golfstream-flogførum. Kanna rutu hjá CIA-flogfari