fríggjadagur 3. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 • fríggjadagur • 3. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Summarfestival
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Við slag orðinum “Har flest
merkir best” satsta fyrireikararnir
av Summarfestivalinum uppá,
at festivalurin fer at lokka enn
fleiri fólk til sín í ár enn síðsta ár
– ikki endiliga tí fasta sambandið
tá er veruleiki, men tí øll orka
verður løgd í at skapa eitt so
gott, breitt og fólkavinarligt
tónleikatiltak, sum gjørligt.
Vuffeli-vov og allir hinir ...
Fólksliga dámin mugu fyri
reikararnir sigast longu hava
tryggjað sær, við at hava fingið
fatur á ongum minni kendum
enn danska bólkinum Shu-bi-du.
Hóast bólkurin hevur meir enn
30 ár á baki, er hann ‘still going
strong’ og verður av mongum
mettur at vera ein hin besti
skandinaviski festivalbólkurin.
Flestu føroyingar munnu eisini
kenna hendan bólkin, sum hevur
skrivað hitt omaná hitt til breiðu
fjøldina Hvør kennir ikki sangir
sum Fed Rock, Den Røde Tråd,
Vuffeli-Vov, Sex-Chikane og
allar hinar, sum hava verið við til
at staðfesta støðuna hjá Shu-bi-
dua sum eitt slóðbrótandi ikon í
danska tónleikaheiminum. Teir
hava selt fleiri enn 5 milliónir
bond, plátur og fløgur, og hava
øll árini verið tiltiknir fyri sínar
framførslur á konsertum og
festivalum.
Rockur úr Finlandi
Eftir at tað síðsta ár eydnaðist at
fáa heimskenda Brian McFadden
at spæla á Summarfestivalinum,
hava væntaninar til stóra navnið
til tey ungu hesuferð verið
ovurhonds stórar. Og nú fyrstu,
útlendsku nøvnini eru avdúkað,
bendir nógv á, at fyrireikararnir
hava fingið fatur á einum enn
størri navni í ár. Fríggjakvøldið
verður nevniliga lagt hart út við
kenda bólkinum, The Rasmus,
ið er ein ungur og spennandi
rockbólkur úr Finlandi. Teir
fýra vinmenninir úr Helsinki
fingu sítt altjóða gjøgnumbrot
í 2004, tá ið sangurin In The
Shadow gjørdist eitt risahitt
um alt Europa. Teir hava verið
á hitlistum í flestu europeisku
londunum, og í 2004 varð
sangurin In The Shadow mest
spældi sangurin á MTV Europe.
The Rasmus eru aktuellir við
nýggjari útgávu og eru í løtuni
á heimsturné, sum leiðir teir til
Japan, Suðurafrika, Argentina,
Chile og nógv europeisk lond
– millum annað Føroyar.
Størri og betri
Hóast nógv bendir á, at
Summarfestivalurin 2006
verður størsta tónleikatiltak í
Føroyum nakrantíð, er hetta
ikki tað, sum hevur størst
týdning fyri fyrireikarnar. Í
løtuni verður orkan løgd í at
menna verandi konsept, har
dygdin heldur enn mongdin
og støddin í allar mátar verður
tað, sum skal bera festivalin.
Ein týðandi táttur í hesum
arbeiðinum er eisini at tryggja,
at umhvørvið kring festivalin
verður so trygt og lokkandi, sum
til ber – eitt nú tá tað ræður
um gistingarmøguleikar og
atkomuviðurskifti hjá øllum
teimum, sum kunnu hugsast at
koma í egnum báti til Klaksvíkar.
Í hesum sambandi samstarvar
festivalurin tætt við Norðoya
Kunningarstovu og mynduleikar
í býnum.
Summar Festivalurin
verður hildin í døgunum frá
4. til 6. august, og sølan av
vikuskiftispassum til serligan
prís er nú byrjað á Shell-
støðunum kring landið. Tey
fyrstu 3000 vikuskiftispassini
verða seld fyri 495, og eftir at tey
eru seld, fer prísurin upp.
Nýggj tíðindi um
Summarfestivalin 2006 eru
annars javnan at frætta á
summarfestivalur.fo
Tað verður dygdin, heldur enn mongdin og støddin sum skal bera Summarfestivalin 2006, siga fyrireikararnir Steintór Rasmussen, Eyðun Klakstein og Erik Biskopstø
Kendir bólkar á Summar Festivalin 2006
Aftur í ár stílar Summarfestivalurin høgt, tá tað ræður um at bjóða fram
kend nøvn. Í morgun avdúkaðu fyrireikararnir, at kendi danski bólkurin
Shu-bi-dua og stóra navnið millum tey ungu í løtuni, The Ramus, verða
millum útlendsku nøvnini, sum skulu spæla á Summarfestivalinum 2006