Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 45 – 3. mars 2006 List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nýggi málningurin “Nornur” hjá Edwardi Fuglø, sum prýð­ir móttøkuhøllina á Lands­sjúkra­ húsinum, smæðist ikki burtur – hvørki í stødd ella stíli. Út við sjey metra langi og 1,6 metra høgi málningurin tekur mest sum hølið við sær í rútmuni, sum svanarnir í bakgrundini mana fram. Sjálv myndin er ein frí og modernað, nærum futuristisk tulking av teimum trimum nornunum í norrønu gudalæruni, sett saman sum ein brotmynd í tí eyðkenda figurativa stílinum hjá Edwardi. Lív- og lagnutráðir Hugskotið við nornunum kom mest sum beinanvegin, tá Edward hevði fingið hesa uppgávuna. Av tí at málningurin skuldi gerast serstakliga til hetta hølið og sjúkrahúsið, helt Edward frá byrjan tað vera upplagt at leita sær íblástur í einum tema um lívið og deyðan ella lívsins óendaligu ringrás, um tú vilt. – Eitt sjúkrahús er jú bæði myndaliga og ítøkiliga karmurin um lív og deyð. Tí helt eg tað vera hóskandi at brúka tær tríggjar nornirnar Verdana, Urd og Skuld, sum sita undir lívstrænum Yggdrasil og spinna lívs- ella lagnutráðirnir hjá menniskjum. Har frá havi eg so gjørt mína egnu tulking av, hvussu nornurnar ímynda ávikavist fruktbæri, vísdóm og deyðan, sigur Edward. Og listarliga eyðkennið hjá Edwardi Fuglø letur seg ikki fjala. Nógv av súmbolunum kenna vit aftur frá øðrum av hansara málingum, eitt nú eggið, noðað og vaðsteinurin umframt at reini, figurativi kollagustílurin leiðir tankarnar yvir á eyðkendu “Fuglamyndirnar”, Edward hevur arbeitt við sum tema seinnu árini. Fuglarnir ganga eisini aftur í “Nornur”, um enn á ein heldur øðrvísi hátt. Edward greiðir frá, at av tí at málingurin er so langur, var tað umráðandi at skapa eina rútmu, sum helst eisini skuldi vera eitt framhald av sjálvum rúminum uttan tó at bróta ov nógv frá ímyndini av nornunum. – Tí valdi eg at brúka svanir, sum er ein rættiliga nógv brúkt ævintýrímynd í listini. Rútmuna havi eg roynt at fanga við at lata flokkin koma flúgvandi frá havinum og inn í bygningin og myndina í eini áhaldandi rørslu, sum eitt slag av tigandi tapeti, ið eisini skapar eina bakgrund fyri nornurnar. Tá eg fekk hugskotið til svanirnar, var tað eisini fyri at geva myndini nakað reint og lívsjáttandi yvir sær, men tað var also áðrenn alt hóvastákið um fuglakrím, minnir Edward á. “Alt er i sin vorden” Umframt ævintýr- og myto­ log­isku ímyndirnar, hevur listamaðurin eisini tvinna brot av anatomiskum mikro­ skopmyndum inn í málningin. Hetta millum annað fyri at skapa enn ein tráð millum lívstráðirnar frá nornunum og fínu tráðirnar, likamið er sett saman av. Meðan hann granskaði læknafrøðiligar bøkur, fyri at finna brúkiligar myndir, varnaðist Edward, at tað eisini finnast framúr hugtakandi myndir av ymsum sjúkueyðkennum. Hesi valdi hann tó við vilja ikki at taka við. – Sjálvandi er orsøkin til, at fólk eru á einum sjúkrahúsi, ofta ein gleðilig og lívsjáttandi hending. Men líka ofta er tað tað øvuta, og tí helt eg ikki, at Listarligir lívstráðir á Landssjúkrah – Bæði ítøkiliga og myndaliga er eitt sjúkrahús karmurin um lív og deyð. Tí helt eg tað vera hóskandi at lata Nornurnar sita har og spinna okkara lagnutráðir frá byrjan til enda – og umaftur, sigur Edward Fuglø, sum er listamaðurin aftanfyri størsta málningin av sínum slag í Føroyum, ið varð avdúkaður í nýggju móttøkuhøllini á Landssjúkrahúsinum í farnu viku Fría tulkingin hjá Edwardi Fuglø av nornunum setur sín eyðkenda dám á nýggju móttøkuhøllina á Landssjúkrahúsinum. Málningurin er út við sjey metrar langur Edward Fuglø lat hugin reika kring lív og deyð og William Heinesen, tá hann fekk hugskotið til málningin “Nornur”