Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 17. februar 2006 31 “Nornur” Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt verk sum “Nornur” má leggja upp fyri tí høpi, tað er partur av. Vit hava spurt Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, hvussu hon heldur hetta er eydnast. – Samanumtikið haldi eg, at verkið stillar seg sjálvt á ein sera beinleiðis og áhugaverdan hátt í mun til bæði stað og høpi, umframt at “Nornur” er eitt fínt val til prýðing av einum almennum høli, sigur Inger. Meir enn eitt gott hugskot Inger vísir serliga á, hvussu verkið sum kollaga setir átrúnaðarligar ella andligar ímyndir saman við meir al­mennum lívssúmbolum sum fruktbæri og tað forgeingiliga. – Á hendan hátt tekur myndin teg inn í eitt univers, har fleiri heimar hittast og sameinast. Eitt løgið stað, líka so løgið, sum eitt sjúkrahús, sigur Inger. Hetta blandið av ymsum heim­um gevur myndini eitt serstakt grundhuglag. Inger vísir á, at listamaðurin sjálvur hevur sagt, at myndin skuldi vera lívs­ játtandi, men eftir hennara tykki eru tað eisini órógvandi element í myndini. Afturlatnu eyguni á nornunum, teirra eftir øllum at døma ónátúrliga longu armar og óskiljandi mátin, tær eru settar millum flokkar av svanum, klæðini, sum tykjast fremmand og ókend umframt støddin á myndini sjálvari skapa ein heldur sterka órógv. – Sjálvt um teir eru vakrir, virka svanirnir eisini eitt sindur ræðandi uppá meg. Eg veit ikki, um tað kemst av hóttanini um fuglakrím í hesum døgum, ella um tað er kenslan av tí óendaliga, sum tekur meg av fótum. Kortini síggi eg hesar órógvandi partarnar sum eina styrki í myndini – teir eru við til at lyfta myndina út yvir bara at vera eitt gott hugskot, heldur Inger Skapar kjak Sambært Inger er Edward Fuglø ein framúr góður myndprýðari, sum skilur kynstrið at metta myndir við frásøgnum og hugasambondum, umframt at hann dugir at seta ferð á hugflogið hjá áskoðaranum. Eisini heldur hon tað vera spennandi at síggja, at summi føroysk listafólk eru farin at brúka frásøgulig element í teirra verkum – nakað vit ikki hava sæð síðani William Heinesen, vísir Inger á. – Júst tað frásøguliga er eisini eitt eyðsæð val til eina prýðing av einum almennum høli, við tað at verkið á ein sera einfaldan hátt setur eina samrøðu í gongd. Og “Nornur” riggar, sum tað skal og skapar kjak. Tað hoyrdi eg, tá eg var og hugdi eftir mynd­ini, sigur Inger Smærup Søren­sen. “Nornur” Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ein máti at loysa uppgávuna við at myndprýða nýggju mót­tøku­ høllina á landssjúkrahúsinum var sjálvandi bara at fara út og finna okkurt vakurt listaverk. Men tað vildi leiðslan ikki, sum frá byrjan hevði sett sær fyri, at prýðingin skuldi verða gjørd serstakliga til hendan bygningin, sum ein partur av samleikanum hjá sjúkrahúsinum. Tóku av fyrstu skitsuni Saman við arkitektinum Árna Winther, leitaði leiðslan sær ráð hjá Føroya Listasavni, um hvat slag av prýðing hóskaði best til hølið – Valið fall rættiliga skjótt og natúrliga á Edward Fuglø. Bæði tí hann er vanur við at mála stórar málingar, og tí vit hildu hansara stíl hóska væl til rúmið, sigur Poul Geert Hansen, sum saman við bygginevndini tók av fyrst uppskotinum, sum listamaðurin kom við. – Tað var ein lítil skitsa av “Nornur”, sum stórt sæð ikki er broytt síðani upprunaliga útkastið. Vit hava á ongan hátt blandað okkum uppí sjálva listarligu tilgongdina til verkið. Har hevur tað meir verið Edward og arkitekturin, sum í samráð hava funnið ein máta at skapa eina javnvág millum rúm og málning, sigur Poul Geert, sum heldur málingin vera ótrúliga flottan, nú hann er komin upp at hanga. – “Nornur” sigur eina elligamla eksistentiella søgu, sum snýr seg um okkum øll og er samstundis ímyndin av øllum tí, sum gongur fyri seg á einum sjúkrahúsi. Hetta verður heilt vist ein málingur, fólk fara at leggja merkið til og ikki verða troytt av at hyggja uppá. Hann má eisini sigast at vera rættiliga ótraditionellur, so vit vóru fyrireikaði uppá ymsar reaktiónir. Men higartil hava vit bara fingið positivar viðmerkingar, sigur Poul Geert Hansen. húsinum fólk júst hava brúk fyri at verða mint á sjúkur, tá tey hyggja at málninginum. Samanumtikið er “Nornur” mest hugsað sum ein søga um, at “alt er i sin vorden”, sum William Heinesen tekur til. Lívið kemur og ferð eins og fólk koma og fara í móttøkuhøllini á einum sjúkrahúsið – og soleiðis eigur tað at vera ..., hugleiðir Edward, sum við síni fríu tulking av nornunum hevur spunnið sín egna listarliga tráð. Stór avbjóðing Tað hevur tikið Edwardi á leið tríggjar mánaðir at mála málningin, men hóast hetta var ein bíløgd uppgáva, hevur listamaðurin ikki á nakran hátt kent seg meir bundnan listarliga enn vanligt. – Upprunaliga kom hugskotið at heita á meg um at gera málningin jú frá, at leiðslan á sjúkrahúsinum hevði sæð onkrar myndir, eg havi gjørt fyrr. Tí hevur tað ongantíð verið talan um, at eg skuldi flyta meg inn í eitt annað listarligt univers, sum eg kanska ikki kendi meg heima í. So kundu tey jú líka so gott heitt á onkran annan, sigur Edward, sum ikki dylur yvir, at tað kennist sum ein heiður at sleppa at myndprýða hetta rúmið, sum eftir hansara tykki er fantastiska flott. – Nei, eg havi ikki kent meg bundnan. Heldur hevur hetta verið ein kveikjandi máti at royna at temja seg sjálvan listarliga, samstundis sum eg havi útrykt meg á ein hátt, sum listarliga passar mær best. So hetta er ikki bara størsti málingurini, eg nakrantíð havi málað – hetta hevur avgjørt eisini verið ein listarlig avbjóðing av teimum heilt, heilt stóru, sigur Edward Fuglø. Listfrøðingurin: Ein fín frásøgn “Nornur” ímyndar ein løgnan heim á einum líka so løgnum stað. Eitt fínt val av prýðing á einum sjúkrahúsi, heldur Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur Stjórin: “Nornur” – flott ímynd av sjúkrahúsinum – Við einum so ótraditionellum málningi vóru vit fyrireikaði uppá rættiliga ymiskar reaktiónir, men higartil havi eg bara hoyrt positivar viðmerkingar, sigur Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum – Tað er altíð eitt ávíst sats, tá tú letur øðrum uppgávuna at prýða ein slíkan bygning. Men vit eru avbera væl nøgd, nu verkið er komið upp at hanga, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum, Poul Geert Hansen Millum annað tann eitt sindur órógvandi dámurin í myndini er ein styrki, sum ger hana til meir enn bara eitt gott hugskot, heldur Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur Mynd: Jens Kristian Vang