Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 – 3. mars 2006 32 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Jalig, systematisk, glað Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Sjálvandi Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Tað er sjálvur kropsburðurin og so nokk eyguni Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Ein hálvan tíma Hvat stressar teg? Tað eru deadlines, ið eg ikki klári at halda Hvat gleðir teg? At vakna og hyggja út og síggja Nólsoynna og sólina rísa, at anda frísku luftina, stutt sagt føroyska náttúran og 1000 onnur ting. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tað var tá Heri Niclassen á Ferðaráðnum doyði. Tað kann gott fáa meg at tára enn. Nær smakkaði tú tær seinast á? Eg var í dupultum føðingardegi leygardagin hjá Jens Marius Poulsen og Katrin Holm. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Eg fái so nógv ynskir uppfylt, so tað er ringt at siga. Men tá Kunningarstovan flutti í nýggj høli, tá gekk eitt sera gamalt ynski út. Hvar arbeiðir tú? Eg eri leiðari á Kunningar­ stovuni í Havn Hvørji ráð hevur tú til fólk, ið ætla sær at fáast við ferðavinnu? Tú skalt fyrst og fremst dáma at hava við fólk at gera, eisini tá tey eru í ringum lag. Um tað er okkurt sum ikki riggar, so skalt tú duga at venda tí nei­ liga til jaligt. Ferðavinna er fólk- Tí mást tú royna at geva fólki eina jaliga uppliving. So skalt tú vera góð við tað, ið tú bjóðar teimum. Hjá mær er tað Tórshavn og Føroyar, hjá einum kokki á eini matstovu er tað matur osfr.v. Hvat er besta uppfinningin og hví? Ikki teldan, hon stressar meira enn hon hjálpir. Hon hevur nógv gott, men er ikki best. Eg havi ikki hugsað so nógv um hetta, men tað at skriva er eitt øgiliga stórt. Møguleikin at geva tínar tankar víðari og at sleppa at lesa tankarnar hjá fólki, ið tú slettis ikki kennur, ella sum kanska hava liva fyri fleiri 100 árum síðan. Tað er ein fantastisk uppfinning. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Eg havi einki í lummunum. Í frakkalummunum havi eg lyklar til hús og bil, men eg eri ikki í frakka. Hvat er títt besta heimaráð? Brúka hyldebersaft til alt, tað riggar fyri sjúku og alt annað. Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Tað veit eg ikki, tað dugi eg slettis ikki at siga. Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Hetta er ikki nakað eg hugsi um, vænti ikki at eg havi upplivað hann ella hana. Hvussu ofta speglar tú tær? Tað geri eg um morgunin og nakrar ferðir gjøgnum dagin. Tá eg havi maskara 4-6 ferðir, fyri at kannað um hon er farin av lagi, annars ikki meira enn 2 ferðir. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Annan til triðja hvønn mánaða Hvør er tín stuttligasta uppliving á Kunningarstovuni? Tað veit eg ikki rættiliga, eg upplivi nógv stuttligt og vit hugna okkum nógv. Unga starvsfólkið á Kunningarstovuni ger tað øgiliga stuttligt. Tær spæla ofta hvør øðrum puss, tað hjálpir við at gera dagin minnið strongdan. Annars havi eg havt stuttligar upplivingar við at hitta fólk, ið á onkran hátt hava tilknýti til mín ella míni. Ein serliga stuttlig uppliving var fyri nøkrum árum síðan. Tá eitt par kom inn í Kunningarstovuna. Tey prátaðu við meg og knappiliga spurdu tey, ”Er tað tú, sum ert úr Helsingør”. Tað mátti eg játta. Tað vísti seg, at tey vóru úr Helsingør og búðu tætt við gøtuna, har mamma mín búði. Tey høvdu hoyrt eina samrøðu við meg um Føroyar í Danmarks Radio. Tey høvdu av samrøðuni fingið hug til at fara til Føroyar. Tá tey so sama dag sóu eina lýsing frá Smyril Line, keyptu tey ferðaseðil. So 3 vikur aftan á, at eg hevði tosað við ein danskan tíðindamann í Norðurlandahúsinum, so stóð eg andlit til andlit við hesi fólkini. Sovorðið er stuttligt at uppliva. Ingigerð, leiðari í Kunningar­ stovan, 62 ár »Brúka hyldebersaft til alt«