fríggjadagur 3. mars 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Nr. 35 – 17. februar 2006
Festivalsummarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hyggur tú á heimasíðuna hjá
bólkinum The Rasmus, sært
tú, at konsertferðin í ár vitjar
fjar støð sum Osaka, Centurion,
Tokyo, Durban, Cape Town,
Buenos Aires, Santiago de
Chile og Kiruna. Men nú er
Klaksvík eisini komin á hendan
listan. Hetta er alt partur av
konsertferðini hjá The Rasmus,
ið higartil hevur talt 52 konsertir
seinastu fimm mánaðarnar. The
Rasmus hevur vitjað øll størri
lond í Evropa, síðan fløgan
Hide From The Sun kom út.
Millum annað fylti The Rasmus
heimskenda spælistaðið The
London Astoria tvey kvøld á rað.
Hetta er konserthøllin har GBOB
finalan varð hildin í desember.
1,5 milliónir eintøk
Fimta fløgan hjá The Rasmus,
Dead Letters og kanska serliga
stakfløgan In The Shadows fluttu
finska bólkin, frá at vera ein tann
best dámda bólkin í Finlandi til
at vera heimsstjørnir. Ikki færri
enn 1,5 milliónir eintøk vórðu
seld av fløguni, og lagið “In The
Shadows” lá ovast á nógvum
hittlistum kring allan heim, m.a.
á 15 teimum bestu í longri tíð.
Frá 2003 tá fløgan kom út til
heimsumfatandi konsertferðin
var av í seinnu helvt av 2004,
riðu The Rasmus á eini aldu av
success. Við heiðurslønum og
útseldum konsertum allastaðni.
Teir fingu platin og gullfløgur
fyri søluna í m.ø. londum sum
Bretlandi, Týsklandi, Mexico,
Italia, Sveits, Finnlandi og
Svørríki.
Men í januar fór bólkurin
aftur í upptøkuhølið og spældi
inn fløguna Hide From The Sun,
ið tekur tráin upp, har Dead
Letters slepti. Her er talan um
kompromisleys rokkstykkir
blandaði við supermelidiøs niður
løg. Hetta er tónleikur, ið rakar
øgiliga breitt, og sum ljóðar av
serliga The Rasmus ljóðinum.
Fegnir fyrireikarar
Steintór Rasmussen, talsmaður
fyri Summar Festivalin, sigur
við Sosialin, at fyrireikararnir
eru sera glaðir um, at hava
fingið eitt so stórt og spennandi
navn, at spæla fríggjakvøldið.
The Rasmus stóð høgt á
ynskilistanum hjá teimum.
Steintór greiðir frá, at herfyri
spurdi Summar Festivalurin
rættiliga nógv ung í Klaksvík,
hvørjar bólkar tey kundu hugsa
sær at sæð á festivalinum.
Summi nøvn vóru heilt ósannlík,
tí tey vóru alt ov dýr. Men The
Rasmus var eitt navn, ið var
á nógvum listum, og sum var
úr Norðanlondum, tí varð ein
roynd gjørd. Steintór sigur, at tey
fingu beinanvegin eina kenslu
av, at The Rasmus øgiliga fegin
vildi til Føroyar at spæla. Men
samstundis er hetta ein nógv
upptikin bólkur, tí skuldi ymiskt
passa saman fyri, at tað kundi
eydnast. Men nú er sáttmálin
komin í hús, og hetta eru tey sera
glað um.
Upplivingin dregur
Vit spurdu Steintór, hví ein
bólkur, ið ferðast kring allan
heimin, og sum í løtuni spælir á
so stórum tónleikamarknaðum
sum tí í fjareystri, velur at spæla
í Føroyum, har fløgusølan ikki
er nóg stór til at vera av týdningi.
Steintór sigur, at hann heldur, at
her eru fleiri ymiskir faktorar, ið
spæla inn. Tað, at bólkurin er úr
Finnlandi, er rættiliga avgerandi.
Hetta ger, at teir kenna til Føroy
ar og er ivaleyst við til at gera
hugin til at vitja betur. Fyri bólk
ar, sum The Rasmus, ið ikki hava
serligar fíggjarligar trupulleikar,
snýr hetta við konsertferðum
seg bæði um marknaðarføring,
fløgusølu, men eisini um upp
livingar. Konsertin á Summar
Festivalinum er ein uppliving,
ið The Rasmus høvdu hug at
uppliva. Teir koma dagin fyri
konsertina og sleppa tí at uppliva
eitt sindur av Føroyum, áðrenn
teir skulu spæla, sigur Steintór.
Góðar referensir hjálpa
Hann sigur, at tað somuleiðis
hevur hjálpt, at Festivalurin kann
vísa á, at stór nøvn hava spælt
har áður. Hetta at hava góðar
referansir, er nakað, sum hjálpir
øgiliga væl í samráðingunum
við bólkar. Steintór vísir eisini
á, at talan er um størsta pallin
á einum festivali, og tøkniliga
kann Summar Festivalurin bjóða
sera høga góðsku. Hetta hevur
nógvan týdning fyri bólkarnar,
og letur nógvar dyr upp.
Royndur bólkur
Hóast The Rasmus uttan fyri
Finland verður sæddur, sum ein
rættiliga nýggjur bólkur, eru 10
ár liðin síðan The Rasmus gav
fyrstu fløguna Peep út. Limirnir í
bólkinum hava verið vinir síðan
skúlatíðina, og hava spælt saman
í ymiskum bólkum, áðrenn teir
tóku sær navnið Rasmus. Undir
hesum navnið góvu teir umframt
Peep út fløgunar Playboys í 1997
og Hell Of A Tester í 1998. Hesar
fløgur vórðu einans givnar út
í Finnlandi, men gjørdu nógv
um seg, so nógv, at bólkurin
metti seg hava gjørt alt, ið hann
kundi í Finnlandi og skrivaði
tí altjóða sáttmála við svenska
útgávufelagið Playground Music,
áðrenn útgávuna av fløguni Into í
2001. Fløgan varð útgivin í fleiri
londum og konsertferðin tók
bólkin til skandinavisku londini
og Týskland.
Tað verður sostatt ein
royndur bólkur, ið skal seta lív
í Vágsbø í august. Við hesum
navnið hevur tað eydnast
Summar Festivalinum, at hava
eitt stórt aktuelt navn aftur í
ár. Í fjør vóru Ana Johnson
og Bryan McFadden nýggju
høvuðsnøvnini á Føroya best
vitjaða festivali, og tað boðar
frá góðum, at fyrstu nøvnini, ið
verður avdúka eru so stór, og
samstundis at eitt so aktuelt
navn sum The Rasmus kemur.
Summar Festivalurin heldur við
hesum støðið, ið festivalurin
sjálvur hevur sett í fjør.
Men Steintór sigur, at The
Rasmus og Shu-bi-dua ikki eru
seinastu stóru nøvnini, ið verða á
Summar Festivalinum í ár. Skráin
er komin væl áleiðis, og okkurt
sera stórt er eftir, sigur Steintór,
ið ikki væntar, at nøvnini í ár
verða minni enn tey í fjør. So vit
kunnu byrja at gleða okkum til
august.
The Rasmus hava verið til síðan
miðskeiðis í 90’árunum og hava
hesi árini givið seks fløgur út, ið
eru rættiliga ymiskar, bólkurin
hevur m.a. fingist við funky
popptónleik og rapprokk, áðrenn
hann fann sína hyll, ið tykist at
klæða bólkinum, eitt slag av
melidiøsum men eksplosivum
rokki.
Fløgurnar hjá The Rasmus eru:
Peep
Warner Finland - 1996
Playboys
Warner Finland - 1997
Hell Of A Tester
Warner Finland - 1998
Into
Playground - 2001
Dead Letters
Playground - 2003
Hide From The Sun
Playground - 2005
FAKTA
The Rasmus á Summar Festivalinum
Fyrstu nøvnini á ársins
Summar Festivali vóru
kunngjørd á tíðindafundi
í dag, umframt donsku
hittsmiðirnir í Shu-bi-dua
var talan um eitt sera stórt
og aktuelt tónleikanavn,
nevnliga finska bólkin The
Rasmus, ið við lagnum
In The Shadows gjørdist
heimskendur og seldi
1,5 milliónir fløgur av
útgávuni Dead Letters