fríggjadagur 3. mars 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 – 3. mars 2006
37
einaferð við Sebastian, at hann
var tann einasti tónleikarin, ið
hann kendi, sum kundi skriva eitt
lag, ið manglaði. “Men hetta er
veruliga so, tá eg geri eina fløgu,
so skal hon rigga sum ein eind.
Tí manglar onkuntíð eitt ávíst lag,
so skrivi eg tað.”, sigur Sebastian
smílandi.
Fastur karmur
Sebastian spælir ikki somu
spæliskrá hvørt kvøld. Men
skiftir av og á nøkur av løgunum
út. Eini 5-6 løg eru tó altíð við.
Tað er rundan um hesi løg, at
restin verður bygt upp. Tey
eru eitt slag av føstum karmi
rundan um konsertferðina.
Sebastian hevur eini 300-400
løg at velja ímillum, men
ikki øll riggað til trubadur
útsetingina, so úrvalið avmarkar
seg sjálvt. Hann sigur, at hann
ikki dugur at síggja, hvussu
hann skuldi tillagað konsertina
í Norðurlandahúsinum miku
kvøldið til føroyska marknaðin.
Tí hann satt at siga ikki hevur
nóg gott innlit í, hvørji løg
føroyingar dáma hjá honum.
Men hann ger sær altíð ómak við
at byggja konsertina soleiðis upp,
at hon er áhugaverd, eisini um
tú ikki kennir løgini. Sebastian
greiður frá, at hann kennur
tað, sum um fólk eru øgiliga
konsentreraði á konsertunum, og
hann metir, at hetta er fyrst og
fremst orsakað av, at spæliskráin
er løgd til rættis, sum hon er.
Sebastian í Kanon
Sebastian eigur eina av tón
leikaútgávunum, ið eru valdar at
vera partur av donsku tónleika
kanonini. Talan er um plátuna
Stjerne til støv, ið kom út í 1981.
Tað er ein arbeiðsbólkur undir
danska Mentamálaráðnum, ið
hevur valt tær týdningarmiklastu
tónleikaútgávurnar at vera
tónleika kanon. Sebastian sigur,
at hann er glaður um hendan
heiður. “Ofta eru tað fjølmiðlar,
ið velja hvør skal hava ymiskar
heiðurslønir. Men í hesum
førinum er tað ein arbeiðsbólkur,
ið hevur sitið og diskutera
hetta. Tað er stuttligt at verða
diskuteraður - At fólk skulu
fyrihalda seg til mín tónleik.”,
sigur Sebastian. Hann heldur, at
tað er stuttligari at vera við, enn
ikki at vera við. “Tað er eisini
stuttligt, at hetta ger, at mín
tónleikur verður spældur og
diskuteraður í skúlunum. Fólk
takað støðu til hann”. Nógv kjak
hevur verið um Kanoniseringina
og bæði Det Gode Selskab, ið
umboðar Gasolin og Savage
Rose høvuðsmaðurin Thomas
Koppel, ið andaðist í vikuni,
hava mótmælt, at teirra fløgur
verða nýttar í einum politiskum
talvi. Sebastian sigur, at hann
velur ikki, at síggja hetta sum
eitt politiskan heiður enn. Men
um tað verður nýtt politistiskt, so
heldur hann heiðurin vera meira
ivasaman.
Trubadurens Aften
Við Kanonprátinum er løtan við
Sebastian av á hesum sinni. Vit
siga farvæl, og hann fer aftur
um pallin til hinar, ið bíða eftir
honum. Um eina løtu verður
salurin fyltur við áhoyrarum, ið
vilja hoyra henda frálíka trubadur.
Á pallinum stendur gittarin og
bíðar og runt í húsunum stákast
starvsfólkið við at fáa tað
síðsta klárt áðrenn konsertina.
Hillerød er um at vera til reiðar
til Trubadurens Aften, mikudagin
stendur Føroyar fyri tørn.
Sebastian hevur eini 300-400 løg at velja ímillum, men ikki øll riggað til trubadur útsetingina