Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 – 3. mars 2006 38 Tónleikur Eyðun Müller Thomsen eydun_t@hotmail.com Myndir: Frans Galan Komu úr grøvini Tað var fyrst í februar, at dreingirnir í SIC komu úr grøvini. Bólkurin hevði roynt seg í longri tíð í ár 2004, men misti vónina ímóti árinum 2005. Tað var tá, at nýtt blóð spreiddi seg inn at bólkinum. Tríggir nýggir limir stóðu klárir í venjingarhølinum hjá SIC í ART- hølinum í Havn. Mikkjal, Eddie, Frans, Gudmar og Magnus løgdu síni talent saman í ein klump, sum gjørdist til eitt meistaraverk í føroyskari tónlist. Heiðrast við gulli SIC er ein av teimum bólkunum, sum heilt sikkurt skulu heiðrast. Bólkurin hevur seinasta árið havt so nógv at fáast við, at ein eyka kalendari mátti upp at hanga. SIC í dag Bólkurin hevur havt úr at gera seinastu tíðina við at gera vart við seg. Á tónleikaferðum kring knøttin og ótaldum konsertum kring alt landið, kom bólkurin inn í gerandisdagin hjá føroyingum. SIC er harðasti og villasti føroyski bólkurin til dato. Og hann gerst villari og villari. Síðstu vikurnar hevur dentur verið lagdur á samanspælið og tær smáu detaljurnar í ymsu løgunum. Ár 2006 sá frískt út fyri bólkin. Teir løgdu út við at spæla á ”Europas Største Ungdoms Festival” í Ålborg. Og síðani gekk leiðin inn í eitt tónleikastudio í Århus saman við leiðaranum av ART hølinum, Karl Anton Klein, sum var fyriskipari av túrinum hjá SIC í Danmark herfyri. Meiningin við túrinum var sjálvandi at fáa SIC út um Føroyar og á eitt hægri støði. The next level. SIC í studio Tað var týsdagin 24. januar, at SIC saman við Karl Anton Klein, settu fótin inn í eitt undirgrunds- studio í Århus. Her skuldu teir verða í fýra dagar, har tað skuldi arbeiðast intensivt og seriøst við øllum teimum kreftum, ið sveima runt í einum SIC limi. Fimm løg vórðu innspæld við góðum vilja. 1. Reach Inside, 2. Done Pretending, 3. Rosegarden In Hell, 4. Rough og 5. I-One. Við teimum tungu guitar-riffunum hjá bæði Eddie og Frans og tann ófatiliga kraftin á bassinum hjá Gudmari, gerst skjótt greitt, at rúmið ristist og lampur og annað dettur niður og fær síðani nábúgvan at ringja 112. Tann kraftin, sum er at finna í SIC, er reint sagt ikki til at forklára. Og tað at Magnus, Føroya dugnaligasti ”Heavy” trummuleikari leggur sínar detalieraðu rytmir avtrat, ger, at ein missur følilsini í kroppinum og skramblar niður á jørðina. Hettar eru tónleikarar í topklassa, tá myrkrið tekur yvir, tó uttan at deprimera nakran rundan um seg. Tvørtur ímóti. Fólkið samlast og inspirerast av øllum teimum ymisku vibratiónunum, ið smitta av bæði tónleikinum og tónleikarunum. Ein ”rødd” úr framtíðini Vokalirnar, ið leiða SIC upp á sítt síðsta trin, er ikki bara hvør sum helst. Mikkjal, sum hevur hevur fingið ræðið yvir Føroyum við sínari orkufullu rødd, hevur fingið størri makt enn løgtingsmaðurin og borgmeistarin. Og soleiðis er tað bara. Her í landinum er tað Mikkjal, sum stýrir. ”Men tit vita tað bara ikki”. Tá ið upptøkuhølið stendur klárt og Mikkjal kann syngja, rópa, skrála og ”tala”, skal rúmið tømast og øll verða blakað av hel..... út. Mikkjal tekur við opnum ørmum ímóti dýru kondensator studio mikrofonini og letur alt sveima úr sálini. Tað er nakað nýtt hvørjaferð. Orkan og følilsi tekur ein um háls. Mikkjal er stutt sagt úr framtíðini og langt uttanfyri okkara vitan. Hetta er ein óforklárað sag, sum nokk eisini blívur verandi soleiðis. Og eg trúgvi eiheldur, at vit føroyingar hava gott av at vita, hvar Mikkjal kemur frá, tí tað hevði Herfyri var Føroya harðasti og ein tann virknasti bólkurin á ferð í Danmark, har tað bæði bleiv framført og innspælt. Úr grøvini og út