Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 – 3. mars 2006 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 40 Ingi Rasmussen, teksthøvundur Hvørja bók lesur tú í løtuni? – Tað er rættiliga ymiskt, hvussu eg lesi. Onkuntíð lesi eg eina bók miðvíst. Aðrar tíðir kagi eg í fleiri bøkur um somu tíð; og tað geri eg fyri tíðina. Eg eri nýliga liðugur við Glansbílætasamlararnir hjá Jóanesi Nielsen. Á náttborðinum liggur Ó hjá Carl Johan Jensen, sum eg havi lovað mær sjálvum at lesa áðrenn páskir. Ein onnur er The Rise of the creative class eftir Richard Florida, sum eg eins og løgmaður og onn­ur havi fingið í jólagávu. Mær dámar eisini væl at skimma í vísdóminum hjá Dalai Lama, sum dugir kynstrið at liva lukkuliga. Og so lesa vit barnabøkur hvønn dag heima hjá okkum. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? – Skal eg taka eina burtur úr rúgvuni? So má tað vera Glataðu spælimenninir hjá Williami Heinesen. Lívsgleðin, sum spríkir úr bókini, og skrivingarlagið hjá Williami vóru ein opinbering, sum helst gjørdi, at eg fór at lesa til bókavørð. Eg skrivaði forrestin eina størri uppgávu um spælimenninar, sum fekk heitið: “Godhed er for helvede en realitet.” Og tað er okkurt um tað, ha? Annars var eg, sum so mong onnur, sera hugtikin av bygnaðinum og komplottinum í bókini The DaVinci Code hjá Dan Brown, hvaðani tað so kemur. Og so hava bøkurnar um Harry Potter verið spennandi felagslesnaður hjá mær og elsta soninum Tóra. Hvør var tín fyrsta lesiuppliving? – Mín fyrsta lesiuppliving hevur nokk verið Lítla Gumman eftir Elsu Beskow, sum mín góði abbi las fyri mær, tá ið eg var lítil. Gumman hevur eitt heilt serligt pláss í okkara familju, og hon vekir góð barnaminni. Abbi er langt síðan farin, men nú lesa vit Gummuna fyri okkara børnum, og onkursvegna lukti eg pípuroykin hjá abba í stovuni, tá ið eg hoyri orðini fyri mær. Annars byrjaði eg tíðliga at lesa spenningsøgur sum De Fem (á donskum sjálvandi, tí vit búgva í Føroyum), og Úlvahundurin hjá Jack London og Tann síðsti Mohikanin vóru sera spennandi. Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? – Einaferð kýtti eg meg at lesa klassikarar, tí tað ráddi um at vera so “væl lisin” sum gjørligt. Men eg kom ikki so øgiliga langt í alfabetinum, og skaldsligi førningurin kundi verið hyldligari. Yvirhøvur lesi eg ikki nær námind so nógv, sum eg fegin vildi, men eg uggi meg við, at tað verður betri við tíðini. Eg kundi hugsað mær at lisið tríverkið um Ringanna harra, tí eg skilti ongantíð alt hóvastákið, sum var kring filmarnar. So góðir vórðu teir heldur ikki, helt eg, men helst fekk skaldskapurin hjá Tolkien fólk í stólarnar, og tí er Ringanna harri eitt “mást”. Nú er lagamanni, tí tann ótrúligi Axel Tórgarð hevur latið hendan heimin upp fyri føroyingum. Hvat fær teg at velja tær bøkur, tú lesur? – Tá ið eg arbeiddi á bóka­søvn­ um, komu bøkurnar líkasum upp í hendurnar av sær sjálvum, og eg sakni onkuntíð at vera so væl dagførdur. Nú spæla bøkurnar ein minni leiklut, og tí hava positiv ummæli og hugvekjandi umrøður nógv at siga. Góðu ummælini av Ó hava til dømis gjørt, at eg yvirhøvur hætti mær undir tað stórverkið. Og so sjálvandi tað, at eg fekk hana í jólagávu. At fáa eina góða bók í gávu er eitt tað besta, eg veit. Tað er sum at fáa góðar løtur. Og hvat er eitt gott lív annað enn úrslitið av nógvum góðum løtum? Bøkurnar og eg Peter Høeg við nýggjari skaldsøgu 19. mei kemur út nýggj skald­ søga eftir danska rithøvundan Peter Høeg. Skaldsøgan, sum hevur heitið Den stille pige, snýr seg um ein heimskendan sirkusartist, sum hevur ein veikleika fyri poker og Johan Sebastian Bach. Ein dagin frættir hann, at ein av hansara gomlu næmingum, ein 10 ára gomul genta, er rænd, og har frá kemur ferð á søguna. Sigast má, at Høeg fjepparar hava bíðað í tolni eftir nýggju bókini. Tað eru 10 ár síðani Høeg gav út sína seinastu skaldsøgu Kvinden og aben, og hesi árini hevur nærum verið ógjørligt hjá fjølmiðlunum at fingið orðið á hann. Tað einasta, ið hann higartil hevur avdúkað um nýggju bókina, er, at hann hevur arbeitt við henni í fleiri ár, og at talan er um eina ‘stóra’ bók. Peter Høeg, sum fyllir 50 ár næsta ár, fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við skaldsøguni Frøken Smillas fornemmelse for sne, sum er seld í meir enn seks milliónum eintøkum um allan heimin og eisini er gjørd til film. Eisini hinar bøkurnar hjá Høeg, Forestilling om det tyvende århundrede (1988), Fortællinger om natten (1990) og De måske egnede (1993) hava vakt stóran ans. Bøkurnar hjá Høeg eru komnar út í 33 londum. Nýggj ungdómsbók: Hví verði eg happað? Ragnheiður Gestsdóttir, Leikur í talvi, Týtt Laurina Niclassen, BFL, 2006 Bókin, ið Ragnheiður Gests­ dóttir vann íslendsku barna­ bókavirðislønina við í 2000, er nú komin út á føroyskum. Bókin hevur heitið Leikur í talvi og segði dómsnevndin m.a at “hon er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi.” Bókin er um vinalag og happ­ ing. Tólv ára gamla Sóley er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Í skúlanum dugir hon sera væl, men trívist ikki, tí allir floksfelagarnir standa saman um at gera henni lívið torført. Tá ið ein nýggj genta kemur í flokkin, hendir ymiskt óvæntað, sum broytir lívið hjá Sóley. – Eg varð sjálv happað sum barn, sigur Ragnheiður Gests­ dóttir og leggur afturat: – Eg haldi ikki, at tú verður happað, tí tú ert rak ella reyð­ hærd. Tú verður happað, tí at tú ikki bítur frá tær. Tú verður verandi offur. Eg haldi tað hava týdning at skriva um ein persón, sum lesarin kennir seg aftur í, einum sum ’einki bagir’. Í fjør fekk Ragnheiður Gests­ dóttir Norðurlendsku Barna­ bókavirðislønuna fyri sín skald­ skap. Peter Høeg letur nú aftur frætta frá sær eftir 10 ára tøgn »Leikur í talvi« er ein fangandi søga um at verða happað, hóast tú ’onki bilar’ »Glataðu spælimenninir« hjá William Heinesen gav á sinni Inga Rasmussen, teksthøvunda, íblástur til at skriva eina uppgávu við forvitnisliga heitinum “Godhed er for helvede en realitet” ...