fríggjadagur 3. mars 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 – 3. mars 2006
41
TINGHELLUKRONIKK
Turið Debes Hentze
hugleiðir á Tinghelluni
hesa ferð um, hvat
skal til, um fólkið í
framtíðini skal kenna
seg eiga størri lut í
lógarsmíðinum. Eitt
nú sigur Turið, hvat
hon heldur fyritreytina
vera fyri, at ein
borgarafundur skal
verða væl eydnaður
Respekt
Tá Poul Nyrup Rasmussen,
danskur ráðharri, á Føroyavitjan
síni á sinni helt fyri, at føroyingar
og danir skuldu tosa saman
sum ”to jævnbyrdige parter
med gensidig respekt”, vóru
nógv sum rystu við høvdinum.
Hvat billaði hann sær inn
– jævnbyrdige parter! Muslimar
skilja heldur ikki orðini hjá
Anders Fogh Rasmussen, danska
forsetismálaráðharranum, nú
hesin tosar um talufrælsi, virðing
og dialog – og gera meiri enn
bert rista við høvdinum.
Okkara egnu politikkarar brúka
eisini slagorðini “góður dialogur
og respekt“ um ein politiskan
veruleika, sum sjáldan samsvarar
hesum. Hvar er respektin og
dialogurin mótvegis lorvíkingum,
nú hesi við borgarafundi ditta
sær at seta kílar í og seinka
ætlan landsstýrismansins. Fólk í
Lorvík stríðast í hesum døgum
ikki bara fyri einum tunnli, men
eisini fyri virðing. Virðing fyri
teirra sjónarmiðum, og virðing
fyri teirra sjálvsagda rætti at
bera hesi sjónarmið uttan at
verða skýrd, krevjandi, ómøgulig,
forkelað osv. Tað átti at verið so
sjálvssagt, at tey sum avgerðirnar
raka, eisini fáa høvi at ávirka
hesar.
Løgtingslimir søgdu seg
eisini respektera tey samkyndu
javnbjóðis øðrum borgarum, og
noktaðu teimum tí revsirættarliga
minnilutaverju. Tilvitað ella
ótilvitað kann ein billa sær og
øðrum inn, at ein vísir respekt og
soleiðis seta seg í eitt gott ljós,
men enn havi eg so ikki hoyrt
nakran samkyndan í Føroyum
siga, at viðferðin kendist
respektfull.
Visión 2015
Vit kenna tað so væl. Tann sterk
ari definerar tørvin hjá tí veikara.
Tann einstaki borgarin kennir
seg eisini ofta maktarleysan og
lítið virdan í samskiftinum við
politisku myndugleikarnar. Tað
er tí at gleðast um, at løgmaður
í síni visión 2015 sigur, at
fortreytin fyri, at visiónin ikki
bert gerst ein dreymasjón er, at
undirtøka fæst frá øllum liðum
í samfelagnum – ikki minst
áhugafeløgum og tí einstaka
borgaranum. So er kortini vón
fyri framman.
Opinleiki og
gjøgnumskygni
Opinleiki og gjøgnumskygni
eru eisini politisk slagorð.
Opinleiki merkir ein politiskur
vilji at læra og lata seg ávirka
av nýggjum sjónarmiðum.
Politiskt gjøgnumskygni, at
borgarin veit, hvat politiska
valdið ger, og hvørjar ætlanir
liggja fyri framman. At arbeiða
politiskt í tí dulda kann ivaleyst
vera freistandi, tað er ofta
ómakasleysari og gevur størri
rásarum, men er tað ikki í
samsvar við demokratisku
hugsjónina. Ein ábyrgdarfull
pressa, kritisk mótvegis
politiska valdinum er neyðug til
tess at tryggja gjøgnumskygni,
og opinleikin má tryggjast
við eini politiskari tilvitan
um týdningin av opinleika og
ábyrgdina fyri hesum..
Eftir mínum tykki liggur her
nógv á láni, og hugburðurin til
eitt nú lógarsmíð má broytast
munandi um orðini í visión 2015
um undirtøku frá øllum ikki skal
gerast til skammar. Ikki minst
tíðarhorisonturin í lógargerðini
eigur at vera ein heilt annar, um
ásannað verður at serkunnleikin
í nógvum málum í størri
mun liggur úti hjá fólkinum
enn hjá teimum fáu handa
skrivaraborðini. Opinleiki og
gjøgnumskygni átti at havt góðar
møguleikar í hesum lítla landi.
Borgarafundur
Borgarafundurin er bert
væleydnaður um borgarin
kennir seg virdan, hoyrdan og
skiltan – og veit, at politikkarin,
sum lurtar, eisini trýr tí, sum
sagt verður – og ikki bara
veit betur. Hetta skuldi verið
so líkatil, men er tað ikki.
Ikki í millum einstaklingar
og enn minni í samskiftinum
millum einstaklingin og makt
bastiónirnar í samfelagnum,
sum myndugleikarnir og
lóggevararnir jú eru.
Dialogur krevur, at partarnir
kenna seg á jøvnum føti – kenna
seg hoyrdan. Politikkarin skal
tí, vitandi um maktpositión
sína sum lóggevari ella t.d.
kommunalur myndugleiki, kunna
tryggja borgaranum at lurta
verður eftir teimum sjónarmiðum
og upplýsingum, sum framkoma.
Hetta gerst ikki bara við orðum,
men við at fyriskipa so, at
borgarin fær eina grundaða
kenslu um politiskan opinleika.
Endamálið við fundinum er
at fáa fram allar upplýsingar og
áhugamál, sum kunnu hugsast
at hava týding í málinum, og er
tí avgerandi, at fundurin ikki
bert snýr seg um at leita fram
ávísar upplýsingar at nýta til eitt
frammanunan snævurt definerað
endamál. Borgarin skal kenna
medeigaraskap til úrslitið, og
hetta skal tann vælskipaða
tilgongdin fram móti einum
úrsliti tryggja.
Við øðrum orðum skal ætlanin
leggjast fyri borgaran, í góðari
tíð áðrenn henda er búgvin til
endaliga støðutakan, og áðrenn
málið er politiskt fastlæst.
Dagsskráin á fundinum skal
vera opin og snúgva seg meiri
um tilgongdina enn um úrslitið.
Er hesin opinleiki ikki, kennist
fundurin sum politisk gíslatøka
ella sum sjónleikur fyri fólki.
Somu kenslu, sum ein fær, tá
liðugtsmíðað lógaruppskot í
stórum skundi verða send til
hoyringar við fáar daga svarfreist.
Endaligu avgerðina hevur
politiski myndugleikin, men
borgarin sum kennir seg hoyrdan
og skiltan kann nógv betur
góðtaka eitt úrsliti sum gongur
ímóti, tí eigaraskapskenslan er
ikki knýtt at úrslitinum alleina.
Dialogur
Orðið dialogur verður nógv
misbrúkt. Í dialogi snýr seg ikki
um at hava rætt ella skeivt og at
argumentera fyri sjónarmiðum,
men um at lurta og greiða frá,
hvussu hvør í sínum lagi sær
veruleikan. Í dialogi finnast fleiri
veruleikar, og hava partarnir tí
ikki fyri neyðini at vera í verju-
ella álopsstøðu. Endamálið er at
læra og skilja. Dialogur er ikki
kjak.
Dialogur millum politiska
myndugleikan og borgaran
krevur tíð, orku, vilja og hegni.
Líka so sjálvsagt tað er, at
politiski myndugleikin ella valdi
politikkarin hevur endaliga
avgerðina, líka so sjálvsagt
átti tað at verið, at politikkarin
veruliga lurtar eftir borgaranum,
sum raktur verður av teimum
avgerðum og lógum, sum tiknar
vera. Tann fólkavaldi politikkarin
hevur sína privatu dagsskrá, sum
er at veljast aftur, men henda má
ikki skugga fyri, at politikkarin
er til fyri fólkið og ikki øvugt.
Hugburðurin til
lógarsmíð má broytast
Advokatur
Turið Debes
HenTze
Tann fólkavaldi politikkarin hevur sína privatu dagsskrá, sum er at veljast
aftur, men henda má ikki skugga fyri, at politikkarin er til fyri fólkið og
ikki øvugt
Borgarafundurin er bert væleydnaður um borgarin kennir seg virdan, hoyrdan og skiltan – og veit, at politikkarin, sum lurtar, eisini trýr tí, sum sagt verður
– og ikki bara veit betur
Mynd: Vilmund Jacobsen