Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mars 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 45 – 3. mars 2006 Seinasta fríggjadag kom eg aftur av einari langari ferð í Fjareystri, har eg havi vitjað síðan 7. januar, og fyrireikað mína næstu bók um býarstatin Singapore. Eg fór beint í brævarúgvuna at leita eftir einum svari frá Mentanargrunni Landsins. Tað lá har og aftur hesuferð fyri sættu ferð var úrslitið negativt. Eg hevði vónað ein, tveir, kanska tríggjar mánaðar, tað hevði fíggjað ein part af ferðini, men so eiðasørt. Eg havi søkt síðan grunnurin fór til verka í 2001 og ongantíð fingið at smyrja knívin. Nakrar dagar framman undan í heiminum í Tjarnarlág 19 í Havn, letir Carl Johan Jensen, rithøvundur upp bræv frá Mentanargrunni Landsins. Hann smílist og frøðist innantanna. Aftur hesuferð eydnaðist tað honum at sannføra nevndina í grunninum, at hann var góður fyri eitt ára starvsløn úr grunninum. Hann hevur søkt seks ferðir eins og eg sjálvur, og fimm ferðir hevur hann fingið játtandi svar til samanlagt 40 mánaðarlønir ella umleið 800.000 krónur. Síðan Mentanargrunnur Landsins varð stovnaður við lóg í maj 2000 hevur undirritaði søkt pening úr hesum grunni uttan úrslit. Úrslitið hevur beinleiðis verið hall í frímerkjaútreiðslum. Mentanargrunnur Landsins er eitt beinleiðis framhald av Mentanargrunni Løgtingsins, sum varð stovnaður á føðingardegi okkara landsfaðiri, Jóannes Paturssyni 6. mai í 1946, soleiðis stendur skrivað í grein tvey í løgtingslóg nummar 84 fra 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins. Endamál grunnsins er sambært grein eitt í løgtingslógini at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Í nevndini fyri grunnin sita í dag Rói Patursson, Tórshavn, formaður. Hanus undir Leitinum, Húsavík, næstformaður, Sigvør Laksá, Gøta, Laura Joensen, Tórshavn og Malan Marnersdóttir, Tórshavn. Rói og Hanus hava sitið síðan nevndin fór til verka í 2000. Hinir nevndarlimirnir eru nýggir. Spurningin um nevndin livir upp til endamálsorðingina havi eg mangan sett mær og eg fái hann ikki rættuliga svaraðan. Eg havi eisini sjálvur sett mær spurningir ferð eftir ferð, hví skriva um hetta mál, er talan um ein farra av øvund, ella er hetta eitt neyðaróp um rættvísi, har órættvísi fer fram í ólukkumát fyri almennar pengar. Næstu reglurnar fara kanska at svara spurninginum. Eg havi søkt síðani 2001 og brøvini har grunnurin boðar frá, at umsóknin ikki var gingin á møti. liggja frammanfyri mær, tey minna longu um eitt forvitnisligt savn. Talan er slett ikki um nakra grundgeving fyri, at onki var játta og hetta hendir, hóast tað stendur greitt í grein tvey í starvsskipanini fyri grunnin, at allar avgerðir skulu verða grundgivnar, og at umsøkjarin skal verða kunnaður um grundgeving nevndarinnar. Her ger nevndin ikki sína skyldu, tí eins og tað liggur ein avgerð fyri at játta stuðul, so liggur eisini ein avgerð fyri ikki at játta stuðul, og hendan skal grundgevast persónliga, eins og tann játtandi avgerðin. Tað er vanligur logikkur, sum krevur at nevndin arbeiðir eitt sindur fyri fundarpengarnar heldur enn at fejra avgerðirnar. Vanligu noktandi hópsvørini frá grunninum við autografinum hjá Róa undir, eru beinleiðis særandi at fáa í postkassan. Tá ið nevndin ikki grundgevir fyri hví eg ferð eftir ferð verið vigaður ov lættur, so havi eg ongan møguleika fyri at vita hvat skal til, og hvussu eg skal laga meg, fyri at fáa ein part av hesum almennu pengum, soleiðis at eg í frið og náðum kann skapa eins og Carl Johan Jensen, Jóanes Nielsen, Rakul Helmsdal og onnur. Eg spyrji meg sjálvan, livir mítt virksemi ikki upp til grein eitt í lógini fyri grunnin. Eg skrivi á føroyskum, nýti nógvan pening til rættlestur og havi arbeitt vísundaliga við at kanna hópin av skjølum og nýtt neyvar kelduávísingar. Eg havi frá søgufrøðingum fingið at vita, at eg havi flutt mørk í mínari skriving. Eg havi í báðum mínum bókum í ævisøguni um Kaj funnið fram til spildurnýtt søguligt tilfar, men heldur ikki tað hevur vikað nevndina. Kenslan eg siti eftir við er nívandi, mítt virksemi kemur slett ikki inn undir játtanir hjá Mentanargrunni Landsins. Eg skal ikki rokna við nøkrum hagani. Nevndin kann sita tvey fýra ára skeið. Jógvan á Lækjuni, landsstyrismaður við mentamálum er nøgdur við nevndina og hevur valt formann og næstformann á øðrum sinni og Jústinus Eidesgaard skal ikki rokna við at fáa nakað sum helst úr Mentanargrunni Landsins fyrr enn formannskapurin í hesi nevnd er skiftur út og tað hendir neyvan fyrr enn í 2008. Tá kann Rói Patursson ikki sita meira samband reglum grunnsins. Útlitini eru ikki bjørt fyri meg. Við vanligari sannsýniligheitsrokning, so skal liggja illa fyri um ikki Carl Johan Jensen og kanska eisini Jóanes Nielsen fáa eina ella tvær ferðir aftur at í formansskeiði Róa Paturssonar. Føroyskari mentanarelitu so líkt, so hevur hon evnini at velja síni egnu í nevndir, tá ið lógin forbjóðar teimum at sita meira tey, hendir tað eisini í Mentanargrunni Landsins, so eru útlitini fyri at eg skal fáa starvsløn heilt burtur í allar ævir. Toppskorararnir Eg havi havt varhugan av at somu nøvn ofta ganga aftur, tá íð Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvslønir, og tí havi eg søkt um innlit í málið. Mín sann um eg ikki fekk rætt. Tað eru nøkur sum bara skula seta seg niður og seta eina umsókn saman, so gevur tað kassa næstan hvørja ferð. Absolutti toppskorarin er Rakel Helmsdal, rithøvundur. Hon hevur tilsamans fingið 45 mánaðarlønir svarandi til eina vanliga læraraløn úr grunninum. Rakur hevur tríggjar ferðir fingið játtað millum 2-4 mánaðarlønir úr grunninum og seinast fekk hon heilar 36 mánaðarlønir sum svarar til áleið 720.000 krónur. Nummar tvey er Carl Johan Jensen, rithøvundur og eg fari at dvølja eitt sindur við hann, tí vit hava rættuliga nógv til felags. Báðir vóru vit journalistar fyrst í hesi øldini og báðir eru vit nú rithøvundar. Tak tað ikki persónliga Carl Johan, at eg nýti teg sum case. Eg haldi nógv av tíni skriving og av tíni seinastu bók “Ó”, vælskrivað og undirhaldandi. Eg nýti teg fyri at lýsa hvussu ymisk viðurskiftir, og órættvíst fyri tey óhepnu, Mentanargrunnur Landsins bjóðar nøkrum av okkara rithøvundum. Sætta apríl 2001 kemur nýtt blað á føroyska marknaðin. Tað er Fregnir, eitt óheft blað, sum serligan áhuga hevur fyri loysing frá Danmark. Ein av blaðstjórunum, Sjúrður Skaale skrivar í blaðnum, at teir hava valt vikublaðsformin fram um dagblaðsformin, tí at blaðfólkið skal hava stundir at skriva seg niður á botn í málum. Ein av blaðmonnunum er Carl Johan Jensen. Hann hevur júst fingið seks mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og hann er so fegin um hetta tiltak, at hann hevur sett Aleksander Kristiansen, skaldi, stevnu, tí hesin, sum tann fyrsti, hevur fingið trý ára starvsløn ella 36 mánaðar frá Mentanargrunni Landsins. Greinin var undirhaldandi og elvdi til aftursvar, sum ikki var minni undirhaldandi, men tað er ein onnur søga, sum ikki skal viðgerðast her. Carl Johan Jensen er eisini blaðmaður á Fregnum í 2002. Nú nærkast tiðin har eg krúpi úr skápinum sum fulltíðar rithøvundur. Vit báðir søkja hvør í sínum lagi á heysti árið fyri. Carl Johan Jensen fær svar. Carl Johan Jensen fær eitt ára starvsløn. Hann hevur einki at stúra fyri føstum útreiðslum komandi ári. Jústinus Eidesgaard fær noktandi svar. Eg verið noyddur at fara til Norðuroya Sparikassa, sum lænir mær pening fyri mítt komandi rithøvundavirksemi. Eg byrjaði í tí smáa at fyrireika bókaverkið, meðan eg var á Sosialinum, og nú hava vit báðir arbeitt hálvt annað ár sum rithøvundar undir heilt ymiskum fortreytum. Carl Johan alment løntur, eg fíggjaður við lántøku. Vit søkja aftur báðir í 2003 og Carl Johan fær 4 mánaðir. Teir eru góðir aftur at lønini á Fregnum. Í hesum trý ára skeiðnum hevur Carl Johan fingið 22 mánaðarlønir ella 440.000 krónur úr Mentanagrunni Landsins. Undirritaði hevur einki fingið. Grunnurin byrjaði við at geva eina mánaðarløn, sum lá nakað omanfyri 18.000 krónur um mánaðin, nú er hon nærri 22.000 og eg havi nýtt 20.000 sum miðaltal, tá ið eg havi roknað mánaðarlønirnar um til krónur. Grunnurin er nú í 2003 vitandi um ein tann kostnaðarmiklasta partin av míni verkætlan, at eg havi ferðast til Svalbard, Grønlands, Danmark, Týsklands og Bretlands í samband við mítt research ella kanningararbeiði. Grunnurin er ikki at vika, mítt verk er ikki verdugt at lata pening til. Í 2004 søkja vit aftur, og nú fær Carl Johan heldur einki fyri fyrstu ferð síðan 2001. Hvat orsøkin er til hetta veit eg ikki, kanska at hann er blaðmaður á Fregnum, men blaðið steðgaði útgávuni hetta árið og kanska tað hevur verið eitt sindur svangligt. Løn má hann so hava fingið á Fregnum, tí annars varð peningur Mentanargrunnsins latin til heilt skeivt endamál. Eg fekk heldur einki í 2004 so hetta ár eru vit javntstillaðir fíggjarliga. Í 2004 kemur mín fyrsta bók, og eg kann byrja at rinda lán aftur, hesum sleppur Carl Johan frá. Her er framvegis ongin útgáva hjá Carl Johan, so blinda álit nevndarinnar er treytaleyst. Í 2005 søkja vit báðir aftur. Nú fær Carl Johan seks mánaðar og Jústinum einki. Vit søkja aftur á heysti 2005 starvsløn fyri 2006. Carl Johan fær eitt heilt ár, Jústinus fær einki. Carl Johan hevur nú eina útgávu á baki, eg havi tvær, hann skrivað eina tjúkka bók, eg havi skrivað tvær. Tað er so støðan í dag. Í hesum tíðarskeiðnum frá 2001-2006 hevur Carl Johan Jensen móttikið umleið 800.000 krónur frá Mentanargrunni Landsins, meðan eg havi fíggjað mítt virksemi við lántøku. Tað eru treytirnar vit báðir arbeiða undir, og tað eru somu kundar sum skulu keypa okkara bøkur. Eg skal selja fyri allar mínar útreiðslur, Carl Johan nýtist bert at selja fyri prentútreiðslurnar, so vinnur hann pening av sínum bókum. Tað eru eisini aðrir sum verða søtt lívgaðir av Mentanargrunni Landsins. Jóanes Nielsen hevur ikki færri enn fýra ferðir út av seks umsóknum fingið játtandi svar úr Mentanargrunninum. Játtaninar eru so munagóðar hjá hon ikki bert ein til tríggjar mánaðar, nei heldur eitt hálvt ár hvørja ferð, Hann hevur fingið tilsaman tvey ár úr grunninum ella 528.000 krónur og tað eru eisini risaupphæddir hjá einum rithøvundi.. Tað skal vera honum væl unt, tí hann er tann einasti sum hevur proklamerað seg sum fæloysing millum rithøvundar. Hanus Kamban skal heldur ikki lata illa at. Hann hevur fingið 27 mánaðar úr grunninum sum eitt úrslit av trimum játtandi umsóknum. Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er skotsikkur, tá ið hann søkir. Hann hevur fingið játtandi svar allar tær seks ferðir hann hevur søkt, tilsamans 33 mánaðar sum geva umleið 660.000 úr grunninum. Ein skiparasøga hevur ongan møguleika móti einum altjóða komponisti. Interrós ella “indspist” Bókin hjá Carl Johan Jensen var ikki meira enn komin út, so hevði Malan Marnersdóttir longu lisið hana, og hon hevði ummæli í Kulturu í útvarpinum. Malan Marnersdóttir er slíkur mentanardráttur í føroyska samfelagum, at tað sleppst ikki uttan um hana heldur enn vatn, skal tú vaða um eina stóra á, og tað sum hon sigur er vanliga rættuliga kvalifiserað. Malan var ovurfegin um avrikið hjá Carl Johan og gav bókini beinanvegin fimm av seks møguligum stjørnum og kanska hetta er tilvild, men tað svarar júst til metingina hjá nevnd Mentunargrunn Landsins av Carl Johan Jensen sum skald seinastu seks árini, har nevndin hevur játtað honum pening fimm ferðir av seks møguligum úr grunninum, hvørs stovnsfæ gongur aftur til føðingardag okkara landsfaðir Jóanes Paturson 6. mai 1946. Malan Marnersdóttir er Rithøvundur Jústinus Leivsson eidesgaard Mentanargrunnur Landsins