fríggjadagur 3. mars 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 – 3. mars 2006
43
rættuliga nýggj í nevndini fyri
Mentanargrunn Landsins. Hon
kom í nevndina tíðliga í fjør,
verður upplýst av skrivstovu
grunnsins. Eg spyrji meg sjálvan,
um hon ikki er ógegnig til eitt
ummæli. Hon skal helst vera
loyal móti leiðslu grunnsins. Í
fjør hevði Mentanargrunnur
Landsins longu pumpað 28
mánaðlønir ella umleið 560.000
krónur í skaldsøguna “Ó” hjá
Carl Johan Jensen. Í januar í
ár er Malan Marnersdóttir við
at geva Carl Johan eina ársløn
afturat ella 264.000 krónur,
sum takk fyri góðu bókina
hann gav út undan jólum. Um
Malan Marnersdóttir hevði elt
fótasporini hjá Carl Johan og
kom við einum niðursáplandi
ummæli í Kulturu undan jólum,
so hevði hon eisini komið við
einum lemjandi kritikki av
arbeiðinum hjá Róa Patursson
sum formanni og Hanus undir
Leitinum sum næstformanni
í Mentanargrunni Landsins
seinastu mongu árini. Eg skal
ikki siga, at Malan Marnersdóttir
ikki hevur loyvi at dáma
bøkurnar hjá Carl Johan Jensen,
sjálvandi hevur hon tað, tó hevði
tað verið meira passandi, at hon
helt seg burtur sum ummælari av
júst hesi bók.
Vent hinvegin, skuldi ein
nevndarlimur fyri Norðoyar
Sparikassa ella Eyðfinn Reyð
berg, stjóri, sjálvur ummælt
mínar bøkur, so hevði tað sæð
løgið út um teir høvdu sáplað tær
niður, tí tað hevði víst, at teir ikki
høvdu serliga góð metingarevnir
av mær sum persóni, áðrenn eg
fór undir at skriva, og tað kundi í
seinna enda kosta teimum pening,
tí teir hava fíggja mínar bøkur í
nógv mestan mun við lántøku og
við eitt sindur av stuðli
Siðsøgan við skerdan lut
Hyggja vit í yvirlitið yvir tey
sum hava fingið játtað pening
úr Mentanargrunni Landsins, so
sæst týðuliga, at siðsøga ikki
kemur undir endamálsorðing
grunnsins í grein 1. “at styðja
starv fyri føroyskum máli,
bókmentum, list, vísindum og
øðrum mentanarmálum bæði hjá
leikum og lærdum.”
Tann einasti, sum er á
játtanarlistanum, sum eisini
hevur roynt seg við siðsøgu er
Hanus Kamban. Hann hevur
skrivað um Janus og umframt
bókmentaligar útgreiningar, so
eru hansara tíðarmyndir siðsøga.
Eg havi sjálvur valt eitt heilt
skeivt evni til at kunna koma
undir veingir grunnsins. Eg
skrivi um ein skipara, hann er
ikki eingang úr Havnini, hann
hoyrir allarhelst undir eina skeiva
samkomu, hansara eftirkomarar
eru allarhelst alt ov ríkir. Hann
er í hvussu er uttanfyri alt tað
sum nevndin í Mentanargrunni
Landsins finnir verdugt at stuðla
við starvslønum. Ikki eingang
við einari tí einastu.
Tá ið viðurskiftini hanga
soleiðis saman, so tori eg
næstan at siga fyri aðrar eisini
sum skriva siðsøgu, at vit
høvdu verið betri staddir um
Mentanargrunnur Landsins
varð avtikin. Í løtuni er hann
beinleiðis kappingaravlagandi,
tí tað eru somu fólk sum keypa
okkara bøkur, sum eisini keypa
bøkur stuðlaðar í ólukkumát
við almennum pengum úr
grunninum. Tosið eg ikki fyri
allar siðsøguligar rithøvundar,
so tosi eg í hvussu er fyri meg
sjálvan. Hevði eg av illum fingið
bara eina mánaðarløn sum eina
viðurkenning um ikki annað. Ella
tvær sum Ólvur í Beiti í 2001
ella átta mánaðar, eins og Jens
Pauli Heinesen hevur fingið.
Hann hevur ríkað føroyskar
bókmentir við óteljandi bókum.
Ein maður sum Jógvan Arge,
sum hevur skrivað nógvar
siðsøguligar bøkur er heldur ikki
at síggja á listanum.
Hvat er tað sum fær meg at
skriva hetta. Er tað ein farri av
øvund, ella eitt róp um órættvísi.
Eg haldi bæði. Míni bókhaldstøl
høvdu sæð vøkur út, hevði
eg fingið somu vælvild sum
Carl Johan Jensen og eg haldi
tað er beinleiðis órættvíst, at
rithøvundar, sum burturav liva
av sínum rithøvundayrki, heilar
seks ferðir verða afturvístir av
Mentanargrunni Landsins, tá
ruggar okkurt ikki rætt. Og tá
ger nevndin neyvan sínar skyldur.
Ein rithøvundur, sum onki annað
starv hevur, men sum halgar alla
sína tíð til rithøvundavirksemi
hevur annað uppiborið enn einn
fotokopierað hópsvar frá Róa
Patursyni.
Tølini frammanfyri sýna,
at eg skal selja nógvar ferðir
fleiri bøkur enn Carl Johan
Jensen fyri at fáa roknistykkið
at ganga upp. Tað merkir at
eg havi styttri stundir til at
skriva, tí søluarbeiðið fer av
stað við trimum knallhørðum
arbeiðsmánaðum seinast í
árinum Eg verið eisini av
fíggjarligum ávum tvungin at
geva út á hvørjum ári, fyri at
fáa endarnar at røkka saman, eg
havi ikki ráð til at nýta fleiri ár
til eina bók, eins og teir sum
eru inni í hitanum hjá nevnd
Mentanargrunni Landsins.
justinus(kurla)post.olivant.fo
er beinleiðis kappingaravlagandi