mánadagur 6. mars 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 46 - 6. mars 2006
Fyrireikararnir av
Summar Festivalinum
fegnast um at hava
fingið Shu-bi-dua
og The Rasmus at
spæla í festivalinum í
summar
Festivalur
Dagfinn Olsen
– Okkara festivalur skal vera
ein breiður og fólksligur festi
valur, og tí eru tveir bólkar
sum Shu-bi-uda og The
Rasmus sera væl egnaðir
til Summar Festivalin, siga
fyrireikararnir, sum eisini
fegnast um, at áhugin fyri
festivalinum er stórur
Fríggjadagin avdúkaðu
fyrireikararnir av Summar
Festivalinum
tvey
av
útlendsku nøvnunum, sum
skulu spæla á festivalinum
í summar. Úr Danmark
kemur kanska besti danski
festivalbólkurin Shu-bi-
dua, og úr Finlandi kemur
rockbólkurin The Rasmus,
sum ungfólk kenna frá MTV
og hitlistum kring Europa.
Fyrireikararnir av Summar
Festivalinum fegnast um
at hava fingið hesar bólkar
at spæla í festivalinum í
summar.
– Okkara festivalur skal
vera ein breiður og fólksligur
festivalur, og tí eru tveir bólk
ar sum Shu-bi-uda og The
Rasmus sera væl egnaðir til
Summar Festivalin, sigur
Steintór Rasmussen, ein av
fyrireikarunum.
– Vit hava eisini fingið sera
nógvar positivar reaktiónir,
síðani hesir báðir bólkarnir
vóru kunngjørdir. Áhugin
fyri Summar Festivalin er
sera stórur, fólk gleða seg
til tiltakið, og longu fyrsta
dagin kom veruliga gongd í
atgongumerkjasøluna, sigur
Steintór Rasmussen.
3000 tey fyrstu vikuskift
ispassini til Summar Festi
valin verða seld fyri serliga
prís. Hesi kunnu keypast á
Shell-støðunum kring landið
fyri 495 krónur.
Stuðulskonsertin í
Læraraskúlahøllini
fríggjakvøldið kundi
verið betri vitjað,
men stigtakararnir
rukku endamálinum,
ið var at fáa til vega
faddrar til neyðstødd
bøn. Og tað eru væl
nøgdir fyrireikarar, ið
nú hvíla seg, tí talan
gjørdist um eina sera
góða konsert, við
serliga góðum huglag
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
– Eg eri væl nøgd. Tað gjørd
ist ein sera góð konsert, ið
hevði eitt heilt serligt huglag
(stemningur, blðm.). Talið
av áhoyrarum kundi verið
størri, tí har vóru eini hundr
að fólk, ella har á leið, men
konsertin gjørdist so avbera
góð og tað var líkasum nakað
heilt serligt yvir tiltakinum.
Nøkur av teimum, ið skuldu
á pallin fyrst, skuldu víðari
at syngja aðrastaðni, men
vórðu tó verðandi alla kon
sertina, sigur Angela Peter
sen, fyreikari.
Tað var Skandinaviska
Barnamissiónin, ið heitti á
hana um at skipa fyri tiltak
inum. Felagsskapurin hevur
ferðast í Føroyum síðstu dag
arnar. Endamálið er at fáa
til vega faddrar, ið hjálpa
neyðstøddum børnum í
Ukraine og á Filipsoyggjum.
Hetta hevur gingið væl.
– Ikki minst tey frá Skandi
navisku Barnamissiónini
hugnaðu sær undir stuð
ulskonsertini, sigur Angela.
Og hon fegnast um, at
endamálið við konsertini
eydnaðist.
– Tað vóru eini 18, sum
teknaðu seg sum faddur.
Ein faddur hjálpir trimum
børnum. Og so var eisini eitt
lítið yvirskot av konsertini,
ið fer til felagsskapin, sigur
Angela Petersen.
Væleydnað
stuðulskonsert
Stórur áhugi fyri Summar
Festivalinum
Fyrireikararnir av Summarfestivalinum hava longu merkt stóran áhuga, nú tey bæði fyrstu
nøvnini á plakatini eru avdúkað
Blóðgevarar
hittast í
Suðuroy
Í annaðkvøld, týskvøldið
7. mars, hevur felagið hjá
blóðgevarum aðalfund í
TB-húsinum á Tvøroyri.
Felagið sigur, at aftur
í ár verður roynt at skipa
fyri einum hugnaligum
fundi, og umframt val av
nevnd, er ymiskt annað á
skránni.
Kunnað verður um
trygging av blóðgevarum
og kostráðgevari sigur
frá um samband ímillum
kostin og blóðgóðsku.
Eisini verða tær væl
kendu dansigenturnar at
síggja.
Felagið vónar at upp
møtingin verður góð, so
fleiri fáa kunnleika um
virksemið hjá felagnum
og soleiðis at nýggir blóð
gevarar fáa hug at bjóða
seg fram.
...Nordatlantens hurtigste fragtrute!
SBW søkir eftir einum skrivstovufólki. Starvið verður
at seta skjótast gjørligt.
Starvið fevnir um:
Avgreiðslu av inngangandi farmi
Kundaavgreiðslu
Vanligt skrivstovuarbeiði
Trailarastýring
Estimering av útreiðslum
Førleikakrøv:
Til starvið krevst, at umsøkjarin hevur royndir innan
skrivstovuarbeiði. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin
hevur skrivstovuútbúgving.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur at arbeiða við teldu.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanaðarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært avtalu.
Umsóknir við møguligum prógvum skulu sendast til
Smyril Blue Water P/F
Att. Heðin Joensen
Postsmoga 3296
FO-110 Tórshavn
hedinj@sbwcargo.com
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
30. mars 2006
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Heðin Joensen á tlf. 345962
Søkt verður eftir einum
fólki til Smyril Blue Water
Tá Guns N’ Roses
seinastu ferð vitjaði
í Danmark var
bólkurin heimsins
størsta rokkorkestur,
nógv vatn er runnið
í ánni seinastu 13
árini, men nú verður
bólkurin eftir øllum
at døma, at hoyra á tí
millum føroyingar so
væl umtókta Roskilde
Festivalinum
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sambært svenska book
ingfelagnum EMA Telstar
spælir Guns N’ Roses á
ársins Roskilde Festivali.
Hetta er eitt av trimum
spælingum í Norðurlondum,
hinar spælingarnar eru tó
ikki almennar enn. Men tað
man vera heldur ivasamt
um nakar av føroysku festi
valunum er á listanum.
Gaffa.dk hevur havt sam
band við bookingfelagið,
og hevur fingið váttað, at
29. juni spæla Axl Rose
og hansara nýggja Guns N’
Roses á appilsingula pall
inum á Roskilde Festival
inum. Um konsertin verður
veruleiki, so er hetta fystu
ferð í 13 ár, at Guns N’
Roses spæla í Danmark.
Bólkurin er eisini á skránni
á fleiri øðrum evropeiskum
festivalum.
Enn er eingin dagfesting
almannakunngjørd
fyri
nýggju fløguna Chinese
Democracy, ið verður fyrsta
fløga við nýskrivaðum
tónleiki hjá Guns N’ Roses í
15 ár. Axl Rose hevur tó sagt
frá, at fløgan kemur út í ár,
tað segði hann eisini í fjør og
fyrra árið og árið fyri tað.
Tó er tað, eitt sindur
meira sannlíkt hesuferð,
eftirsum løg eru byrja at
verða likin út á alnetið.
Fyribils eru 4 løg at finna
á ymiskum heimasíðum.
Løgini IRS, Better, There
was a time og The Blues
koma fram av og á og liggja
frammi, inntil plátufelagið
hjá Guns N’ Roses stongir
heimasíðirnar.
Guns n’ Roses á Roskilde
Axl Rose er einasti upprunaligi limurin í Guns N’ Roses