mánadagur 6. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
3
Ein drongur, sum datt
gjøgnum ísin í gamla
vatnbrunninum
í Hoyvík, varð
bjargaður í síðstu løtu
Vanlukka
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Drongurin, sum var um 10-
12 ára gamal, hevði krampar
og var ísakaldur, tá hann
var bjargaður upp á land, av
Peturi, sum av tilvild kom
framvið.
Leygarkvøldið hevði Petur
H. Jacobsen verið uppi á Flat
við dóttrini, sum skuldi vitja
vinfólk. Útkomin úr húsinum
hoyrir hann neyðaróp, og
hann staðfestir skjótt, at
rópini koma frá økinum við
gamla vatnbrunnin, sum nú
meira er átøkur eini tjørn.
Økið er nærum manntómt,
so Petur ger ikki mætari enn
at renna móti rópunum. Hann
kemur tá fram á ein drong,
sum er dottin gjøgnum ísin,
og sum nú liggur skelvandi
og hjálparleysur í ísakalda
vatninum. Uppi á landi gong
ur ein annar drongur ráða
leysur. Petur fær drongin
upp á turt, og hann sær, at
drongurin hevur krampar, og
at hann er ísakaldur. Hann
leggur drongin upp á eina
sledu og dregur hann heim,
har mamman tekur ímóti
honum. Petur sigur, at um
talan var um eitt barn í 4-5
ára aldri, so hevði tað neyvan
verið á lívi í dag.
Fólk í grannalagnum
siga, at tey vanliga leggja
børnunum eina við ikki at
spæla í gamla vatnbrunn
inum, ikki minst nú frost er.
Ísurin er tunnur og als ikki
tryggur at ferðast á, og sum
kunnugt er ikki tespiligt at
detta gjøgnum ísin.
Vit spurdu Kartna Jacob
sen, sum er brandmeistari
og hevur ábyrgdina av til
búgvingini hjá Tórshavn
ar Kommunu, um tað er
ráðiligt, við slíkum vanda
miklum spælipláss. Hann
segði, seg ikki kenna til
gamla vatnbrunnin, men at
tað er kommunan, ella býar
gartnarin, sum hevur ábyrgd
ina av fríøkjum. Á Teknisku
Deild hjá býráðnum fingu
vit fatur á Tóra í Hoyvík,
býargartnara, og segði hann,
at tey ongar ætlanir hava um
at tryggja økið meira.
– Vit duga ikki at síggja,
hvussu vit kunnu tryggja
økið betur. Ætlanin er, at
tað skal vera frítt hjá øllum,
og vit duga ikki at síggja,
at tað verður tryggari av at
skelta, sigur hann, og vísir
annars til politiviðtøkuna,
sum sigur, at tað er ikki
loyvt at ferðast á ísi uttan
loyvi frá politinum. Og hann
greiðir frá, at fyri fáum árum
síðani var brunnurin fyltur
við gróti, so hann nú bert er
ein hálvum metur. Fyrr var
hann 5 metrar djúpur.
– Av løgreglustøðini sigur
vakthavandi, at viðkomandi,
sum hevur ábyrgdina av skelt
ing er ikki at treffa, men at
fyrispurningurin um skelting
skal verða sendur víðari.
Datt gjøgnum ísin – kundi verið sorgarleikur
Drongurin gekk nakrar ferðir aftur og fram á ísinum, áðrenn hann datt ígjøgnum
Mynd: Álvur Haraldsen