mánadagur 6. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 46 - 6. mars 2006
Hvørki miðflokk
urin ella sjálvstýris
flokkurin taka gleið
beintir undir við
ætlanini at einskilja
Atlantsflog. Annars
ivast og hin sigur nei
Einskiljing av
Atlantsflogi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nógv, sum bendir á, at
samgongan verður reiðiliga
einsamøll um at ætlanina at
einskilja Atlantsflog.
Í aðrari grein í blaðnum í
dag, sigur tjóðveldisflokkur
in kortanei til nakað sum
helst, fyrrenn ein greið
avtala er fingin um, hvat
skalt gerast við avkastið,
sum landskassin fær av teim
um einskildu, almennu fyri
tøkunum.
Og teir báðir smáu and
støðuflokkarnir, sjálvstýris
flokkurin og miðflokkurin,
hava eisini síni fyrivarni.
Tað vil siga, at støðan hjá
miðflokkinum er greið og
hon er, at teir eru ímóti at
einskilja Atlantsflog.
Hinvegin er Kári P. Høj
gaard úr sjálvstýrisflokk
inum ikki so avgjørdur.
Óheppin byrjan
Kári P. Højgaard heldur,
at tað er sera óheppið, at
einskiljingin byrjar við
Atlantsflogi, heldur enn at
byrja við Føroya Tele og
Føroya Banka, ið eru tvær
fyritøkur, sum tað er heilt
natúrligt at einskilja.
– Atlantsflog er okkara
lívæðr úteftir og hevur tískil
grundleggjandi ávirkan á
okkara samfelag. Tí er tal
an um eina umstrídda ein
skiljing ið ikki hevur so stóra
undirtøku, sum ynskiligt
er.
Kortini vísir Kári P. Højgard
á, at sjálvstýrisflokkurin er
fyri at einskilja almennar
fyritøkur og hann vísir
eisini á, at Atlantsflog er
ein fyritøka, sum kann ein
skiljast.
– Tað, sum hevur týdning í
hesum føri, er, at vit tryggja
okkum, at virksemið hjá
Atlantsflogi verður verandi
í Føroym og at vit fáa rætta
prísin fyri felagið.
Ein stórur spurningur er
eisini, um rætti prísurin fæst
fyri felagið við at selja 33%,
sum landsstýrið ætlar nú. Tí
er spurningurin um tað ikki
er rætt at gera púra greitt, at
meirilutin verður seldur.
Hann vísir á, at Atlantsflog
er eitt hjartabarn hjá sjálv
stýrisflokkinum, tí tað var
landsstýrismaður floksins á
sinni, Lassi Klein, sum var
tók stig til at stovna felag
ið.
Annars saknar Kári P.
Højgaard kunning um ætl
anina at einskilja Atlants
flog og tí kennir hann ikki
avleiðingarnar.
Hvønnveg hann fer at
venda tummilin, tá ið atkvøð
ast skal, veldst alt um, hvussu
viðgerðin í Løgtinginum
verður og hvat viðgerðin
endar við.
Tí vil hann ikki longu nú
binda seg at taka undir við
uppskotinum, men hann
fer at viðgerða tað í størsta
álvara.
Slakta ikki hønurnar
ið verpa gulleggini
Jenis av Rana ger greitt,
at miðflokkurin er ikki
sinnaður at slakta hønurnar
í verpa gulleggini.
Tí er hann ímóti at einskilja
Atlantsflog, Føroya Banka,
Føroya Tele Fiskavirking og
aðrar fyritøkur, sum landið
hevur inntøkur og gagn av.
So leingi sum ein fyritøka
gevur avlop og gagnar bæði
landskassanum og útjað
aranum í Føroyum, eru vit
ikki fyri at selja tær, sigur
hann.
– Summar av hesum fyritøk
um endaði í landskassanum
í kreppuni, tá ið tað privata
ikki megnaði meir og vit
duga ikki at síggja, hví tað
skal aftur á privatar hendur
so títt og knapt tað aftur gev
ur yvirskot. Tá ið ein fyritøka
gevur hall, skal tað almenna
hanga upp á tað, men tá ið
tað gevur yvirskot, skal tað
privata hava tað.
Hann vil kortini ikki siga,
at landið hevur so stóran
vinning av Atlantsflogi.
– Men Atlantsflog er ein
trygd fyri Føroyar og tað
er ein vandi fyri at privat
áhugamál fara við felagnum
og so er trygdin fyri samband
inum við útheimin burtur, tí
tað vandi er fyri, at eitt privat
felag fer at gevast, tá ið tað
ikki loysir seg nóg væl, held
ur Jenis av Rana.
Teir smáu leypa
ikki á leistum
Kári P. Højgaard vil ikki binda seg longu nú og Jenis av Rana vil ikki slakta eina hønu, sum
verpur gullegg