Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 5 Áðrenn vit taka undir við at einskilja eina einastu fyritøku, vilja vit hava eina greiða, politiska avtalu um, hvat pengarnir skulu brúkast til. Men at einskilja Atlantsflog fyrst, er at byrja í tí heilt skeiva endanum, sigur Tórbjørn Jacobsen framsøgumaður tjóðveldisfloksins í vinnumálum Einskiljing av Atlantsflogi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er eitt, sum vit allarfyrt vilja hava fulla greiði á. Og tað er, hvat peningurin skal brúkast til. Tórbjørn Jacobsen, fram­ søgur tjóðveldifloksins í vinnu­málum, sigur, at sum støðan er nú, kann tjóð­veld­ isflokkurin ikki taka undir við ætlanini at einskilja hvørki Atlantsflog ella nakra aðra fyritøku. Landsstýrið hevur lat­ið startskotið av til ein­skilj­ ingarnar av teimum almennu fyritøkunum og í fyrstu syftu er uppskot lagt fram um at einskilja At­lantsflog. Men talan hevur eisini ver­ ið um at einskilja aðrar fyri­ tøkur, eitt nú Føroya Banka og Føroya Tele. – Verða hesar fyritøkur seldar, fer landskassin at fáa eina inntøku í milliard- klassanum. Og tað er júst her, at tjóð­ veldisflokkurin heldur, at tann stóri vandin liggur. – Tann stóri spurningurin er, hvat allur hesin pen­ing­ urin skal brúkast til, sigur Tórbjørn Jacobsen. Mugu ikki fara til nýtslu Hann sigur, at so leingi eing­in avtalað er um, hvat peningurin skal brúkast til, er stórur vandi fyri, at hann endar bara sum van­ligar rakstrarútreiðslur á fíggj­ arlógini og sostatt bara fer til nýtslu. – Tað vildi verið til óbóta­­­ligan skaða fyri okk­ ara búskap. Talan er um ein­gangs-inntøkur og fara tær útaftur í forbrúki, fáa tær búskapin at kóka og koma okk­um óføri. Einferð verður peningurin uppi og gerandisdagurin byrjar aftur og tá ið alt skal betalast av teimum vanligu inntøkunum hjá landskassanum. Tórbjørn Jacobsen ger tí púra greitt, at tað kem­­ur ikki upp á tal, at tjóð­veld­ isflokkurin fer at taka undir við eini einasti einskiljing, fyrrenn løgtingið hevur gjørt eina samtykt um, hvat sølu­ upphædin skal brúkast til. Sjálvur hevur tjóðveldis­ flokkurin skotið upp at gera ein búskapargrunn, har allar inntøkurnar av ein­ skiljingunum skulu fara í fyri at tryggja, at tær ikki verða slúsaðar útaftur í vanligum rakstri hjá samfelagnum fyri at fjala útyvir veruligu útreiðslurnar. – Tað fekk ikki undirtøka fyri hesum og tískil er ong­ in avgerð tikin um, hvat inn­ tøkurnar av ein­skilj­ing­unum skulu brúkast til. Ikki til føroyskar íleggjarar Annars dugir Tórbjørn Ja­cobsen ikki at skilja manna­ gongdina hjá samgonguni. – Tað hevur verið tosað um einskiljingar í nógv ár. Men nú skal brádliga alt ein­skiljast at kalla ísenn. Men tá ið vit vita, hvussu varnir føroyskir íleggjarar hava verið, kann tað so ikki vera ætlanin at tað skulu vera teir, sum skulu keypa tær almennu fyritøkurnar, nú tær allar skulu seljast innanfyri nøkur heilt fá ár, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tórbjørn Jacobsen stað­ festir, at sostatt er talan um einskiljingar uttan mál ella mið, har ongin sum helst ætlan liggur aftanfyri og tað kann tjóðveldisflokkurin ikki taka undir við. Annars ger Tórbjørn Ja­cobsen púra greitt, at tjóð­ veldisflokkurin er fyri at selja vinnu- og fíggjartólini, sum gjørdust almenn or­sakað av kreppuni fyrst í nítiárunum. Men flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri tingið um, hvussu hesar sølurnar skulu skipast og har er fremsta treyt­in er, at tað verður stað­ fest, hvar avkastið av søluni skal leggjast. – Annars hava vit víst á, at besta loysnin er at byrja einskiljingina við Føroya Banka. – Men tað ringasta sum kann henda, er, at av­kastið verður trýst inn á løg­ting­ sins fíggjarlóg og end­ar sum ein kunstigur rakst­rar­ møguleiki. Framsøgumaður tjóð­ veld­is­floksins sigur, at ein­ skiljingarnar mugu hava sum mál at gera føroyskan búskap sjálvberandi og vinn­ una og fíggjarkervið meira dynamiskt. – Í okkara verð er politiska málið við einskiljingunum heilt greitt og tað er at skapa grundarlagið undir einum sjálvberandi føroyskum bú­ skapi, sigur Torbjørn Ja­cob­ sen. Ruðuleikin fullkomin Hann vísir á, at mitt í øllum verður Atlantsflog tikið burturúr pottinum og skal einskiljast sum tann fyrsta fyritøkan og hann heldur, at tað virkar meiri ella minni sum av tilvild. – Men í sambandi við ein­ skiljingina av Atlantsflogi er ruðulleikin fullkomin, tí ongin veit, hvat gongur fyri seg og nú vita vit heldur ikki, hvat tað endar við. – Tað byrjaði við at lands­ stýrismaðurin ætlaði at selja 66% av flogfelagnum. Síðani er hann trýstur til at lækka prosentið, so at hann nú hevur lagt uppskot fyri tingið um at selja 33%. Men síðani hava fleiri sam­ gongutingmenn boðað frá, at teir kortini ætla at selja 66%. – Seinastu dagarnar hava samgongutingmenn gjørt greitt í Sosialinum, at teir vilja hava, at 66% av At­lants­ flogi skulu seljast í einum. Framsøgumaður tjóð­ veldis­floksins sigur, at tí er ómøguligt at vita, hvat tað er, sum løgtingið í veru­ leikanum skal viðgera. Hann spyr um talan er um eina fjalda dagsskrá, har uppskotið er lagt fyri ting­ið um at selja 33% av Atlantsflogi, men har sam­ gongan longu hevur eina dulda avtalu um at broyta tað undir viðgerðini í Løgting­ inum, so at tað endar við, at 66% verða seld, tá ið av­tornar. – Og eg eri púra vísur í, at verða 66% av Atlantsflogi seld, er felagið ikki á før­ oyskum hondum longur, legg­­ur hann afturat. Ómetaliga vandamikið Annars heldur Tórbjørn Ja­cobsen at tað er ómeta­liga vandamikið, at Poul Michel­ sen, tingmaður fólkafloksins alment hevur kunnjørt, at verða ikki meiri enn 33% selt nú, fer Atlantsflog á heysin. – Hetta er tað sama sum at biðja fólk latað vera við at keypa, tí at tað er onki vert og tað er sera óheppið, at politikarar siga soleiðis um almennar ognir. Annars heldur Tórbjørn Jacobsen, at tað er heilt skeivt byrjað við at einskilja Atlantsflog, tá ið tað al­menna eigur so nógvar að­rar fyritøkur at selja. – Rutusambandið ímillum Føroyar og umheimin er av heilt avgerðandi týdningi fyri føroyskt vinnulív og fyri føroyingar annars. – Tað er lívæðrin hjá føroy­ ingum og tí hevur tað stóran týdning, at vit varðveita meirilutan av Atlantsflogi á føroyskum hondum, so at Føroyar eisini framyvir kunnu verða útgangsstøðið fyri samferðsluna við umheimin. Áður vóru vit ikki annað eitt profittobjekt hjá einum útlendskum flogfelag og tað vóru profittáhugamálini hjá hesum útlendsku flogfelag, sum vóru avgerðandi fyri, hvussu ferðasambandið var við umheimin. – Verður meirilutin av Atlantsflogi seldur, kunnu vit skjótt enda aftur í somu støðu og tað hevði verið eitt stórt afturstig. Tórbjørn Jacobsen er ann­ ars ikki fyri, at tað al­menna skal eiga vinnuligar fyri­ tøkur. Men Atlantsflog er ein heilt serlig samanblanding av vinnulívi og lívsneyðugum ferðasambandið og tað eiga vit at varðveita á føroyskum hondum. Onki verd Annars verður sagt, at ein partaeigarasáttmáli skal tryggja, at høvuðsætið hjá Atlantsflogi verður verðandi í Føroyum. Men Tórbjørn Jacobsen sigur, at ein slík avtala er ikki verd tað pappír, hon er skrivað á. – Ein partaeigaraavtala kann undirgravast akkurát, sum eigarin vil. Einasti máti at varðveita ræðið á fyritøkuni er at eiga meirilutan av parta­ brøvunum. – Og tað virkar eitt sind­ ur merkiligt at siga, at At­lantsflog má einskiljast fyri at útvega kapital til nýggj flogfør.Tað kann ikki passa, at tað ikki ber til at fíggja íløgur hjá einum fe­lag, sum gevur yvirskot ár um ár. Hann dugir heldur ikki at skilja, hví tað hevur so stóran skund at einskilja At­lantsflog, sum hevur ging­ ið væl og sum framvegis gongur væl. – Tað er alt ov stórur vandi fyri, at vit skapa so mikið órógv í fyritøkuni, at tað verður til fortreð hjá tí. Sostatt er tað beinleiðis tápuligt at gera Atlantsflog til tað fyrstu fyritøkuna, sum verður einskild, leggur Tórbjørn Jacobsen afturat. Hann vísir á, at øll tey fyrstu árini stóð Atlantsflog seg í kapping við eitt ann­ að flogfelag og tað er ikki neyðugt at selja tað fyri at tað skal standa seg í kapp­ ing framyvir, sig­ur fram­ søgumaður tjóð­veld­isflok­ sins í vinnumálum. – Tað kemur ikki upp á tal, at vit í tjóðveldisflokkin taka undir við at einskilja hvørki Atlantsflog ella nakra aðra fyritøku, fyrrenn løgtingið hevur gjørt eina greiða samtykt um, hvat vinningurin av søluni skal brúkast til, tí peningurin má fyri alt í verðini ikki fara til nýtslu, sigur Tórbjørn Jacobsen Vilja vita hvar pengarnir fara