mánadagur 6. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 46 - 6. mars 2006
So eru dyrnar inn
til bergtakandi ævin
týrheimin Narnia enn
einaferð latnar upp
á føroyskum. Triðja
bókin í Narnia røðini
hevur heitið Hesturin
og drongurin, og aftur
hesaferð er tað Bóka
deildin, sum gevur út
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í hesi triðju bókini hittast
tveir rýmingar og sameinast.
Teir royna at sleppa undan
einum strævnum lívi í trong
um korum, men verða ístaðin
miðdepul í ræðuligum bar
daga. Einum bardaga, ið
avger lagnu teirra og lagnu
Narnia.
Pauline Baynes hevur mynd
prýtt allar Narnia-bøkurnar
við sínum eyðkenda stíli, har
hon leggur stóran dent á at
lýsa smálutirnar.
Tað er Theodor Hansen,
sum hevur týtt Hesturin og
drongurin til føroyskt.
Høvuðsverk
Spennandi og humoristisku
søgurnar um Narnia eftir C.
S. Lewis fara fram í ævin
týrheimi, hagar børnini verða
førd fyri at taka lut í stríðnum
um tað góða og tað ónda; tað
góða er umboðað av leyvuni
Aslan, og tað ónda av gívrini
Jadis. Hurðin til heimin er
ígjøgnum eitt skáp. Narnia
hevur sína egnu tíðarrokning
og alheim, men landslagið
líkist tí, vit kenna.
Søgurnar um Narnia
verða mettar at vera eitt høv
uðsverk í ritverki høvundans,
og Bókadeildin fer komandi
fýra árini at geva út allar sjey
bøkurnar í bókarverkinum.
Ætlanin er at geva tvær bøkur
út um árið. Í fjør komu tær
báðar fyrstu bøkurnar í røðini,
Systursonur Gandakallsins og
Leyvan, gívurin og klædna
skápið.
Ævintýrið í
veruleikanum
Tað er ikki frítt at Narnia heim
urin hevur fingið líka fast tak
á børnum og barnsligum
sálum, sum Harry Potter
fepurin. Tá Leyvan, gívurin
og klædnaskápið kom sum
filmur í fjør, flokkaðust
fjepparar um allan heim til
biografarnar, og forvitnið
kring Narnia heimin tykist
ongan enda at fáa. Nú bjóðar
Norðurírska ferðaráðið seg
fram at vísa veg í tí veruliga
Narnia, Mourne Mountains
sunnanfyri Belfast, har C.
S. Lewis traðkaði sínar
barnaskógvar. Sagt verður,
at tað var hetta landslagið,
sum var íblásturin, tá hann
gandaði fram sína kavakløddu
ævintýrverð við tosandi djór
um og gátuførum verum av
ymsum slag. Í eini lund ber
millum annað til at síggja
løgna lyktarsteyran í Narnia
bókunum, og á einum savnið
beint við stendur høvundurin
”sjálvur” við gandakenda
klædnaskápið, sum allir
Narnia fjepparar kenna.
– Ein framúr pro
blematisering av,
hvussu tað ber til,
at kvæðini ikki vilja
seta seg á aftasta
bonk í føroyskari
mentan, verður sagt
um nýggju bókina
Endurreisn kvæðanna
eftir Sólfin Hansen,
Phd. lesandi
Nýggj bók
Nýggja føroyska univer
sitetsforlagið, Fróðskapur
sp/f, hevur givið út bókina
”Endurreisn
kvæðanna
– um støðufesti kvæðanna
í føroyskum skaldskapi”,
ið Sólfinn Hansen hevur
skrivað. Hetta er samstundis
fyrsta útgávan hjá nýggja
forlagnum.
Nýggjur áhugi
Seinnu árini er áhugin fyri
føroysku kvæðunum øktur í
stórum. Nýggjar útgávur av
kvæðunum síggja dagsins ljós,
og ískoyti verða gjørd til tær
eldru útgávurnar. Kvæði eru
at hoyra í nýggjum hami við
nýggjum løgum og framførd
á nýggjar hættir, umframt
at áhugin fyri siðvandu
kvæðaframførslunum aftur
er í øking, ikki minst innan
skúlagátt.
Kvæðini og teirra aðal
framførsla, føroyski dans
urin, eru nakað sermerkt
fyri føroyska mentan. Í
grannalondunum eru kvæð
ini mest av øllum at meta
sum ein fornleivd, ið verður
tikin fram av søguligum
áhuga. Hvussu ber tað til,
at kvæðini ikki fingu somu
lagnu sum aðrastaðni, og í
hvønn mun standa kvæðini
í samband við føroyskan
samleika og tjóðskap, eru
spurningar, ið hendan bók
roynir at svara.
Ytru og innaru
eyðkenni
Bókin kann býtast í tveir høv
uðspartar. Søguliga baksýnið
og kvæðanna innaru eyð
kenni seta fram eitt ástøði
um, hvussu kvæðini komu
higar til lands, og hvussu
skaldskaparformurin er
uppbygdur.
Kvæðanna
ytru eyðkenni og mótstøða
mótvegis kvæðunum tæna
at seta kvæðini í eitt størri
mentanarligt høpi og at lýsa
hvussu kvæðini hava hórað
undan, hóast kapping við
onnur skaldskaparsløg og
beinleiðis mótstøðu. Bókin
er upprunalig høvuðsritgerð
til cand.phil.-prógv á Føroya
málsdeildini.
Sólfinn Hansen er í
2003 útbúgvin cand. mag.
í norðurlendskum, serliga
føroyskum máli og bókmentum
sum høvuðsgrein og søgu
vísindum sum hjágrein, og
bachelor í stjórnmálafrøði.
Í løtuni starvast hann
sum Ph.D.-stipendiatur í
skaldskaparvísind á Føroya
málsdeildini við verkætlan
um føroyska kvæðamentan.
Úr metingini
av ritgerðini
Bókin er áhugaverd at
lesa og nágreinilig í sínum
viðgerðum og endurgávum
av søguligum niðurstøðum.
Høvundurin ger eftir hvønn
partin eina dygga samanfatan.
Greitt og nýorðandi verða
niðurstøðurnar
tiknar
ígjøgnum. Ein framúr pro
blematisering av, hvussu
tað ber til, at kvæðini ikki
vilja seta seg á aftasta bonk
í føroyskari mentan.
Bókin fæst til keyps í
bókabúðunum.
ave
Kvæðini liva
Í bókini
Endurreisn
kvæðanna
kannar Sólfinn
Hansen,
høvundur,
hvussu tað ber
til, føroysku
kvæðini
yvirlivdu,
meðan tey
aðrastaðni
eru vorðin
fornleivdir
Enn ein søga úr Narnia
Bókadeildin hevur júst givið út triðju Narnia bókina,
Hesturin og drongurin
Hóast lítil møguleiki
er fyri at menniskju
kunnu verða smittað
við fuglakrími,
so verða kortini
tikin til at tryggja
føroyingum ímóti
hesi sjúkuni.
– Fuglakrím kann
koma við flyti
fugli í vár, sigur
Bjørn Harlou,
landsdjóralækni
Fuglakrím
Snorri Brend
Hóast fuglakrím enn ikki
er staðfest her á landi,
so er neyðugt at verða til
reiðar tá ella um hetta fer
at henda.
Landsdjóralæknin tekur
í øllum førum hetta málið
í størsta álvara, og hevur
nú sett fram sína meting av
støðuni her á landi.
Arbeitt verður í løtuni
við eini kunnugerð um,
hvussu ein kann skráseta
heimafugl.
Í øðrum lagi er ein kunn
gerð á veg um, hvussu ein
kann vaka yvir og berjast
ímóti fuglakrími, um tað
gerst aktuelt her á landi.
Kunngerðin um skrá
setingina vil m.a. tryggja,
at Heilsufrøðiliga Starvs
stovan hevur allar upplýs
ingar um, hvar og hvussu
nógvur heimafuglur finst
í Føroyum.
– Á enda hátt kunnu vit
skjótt og væl finna fram til
tey støðini við heimafugli,
har ein skal seta í verk
verjutiltøk og tiltøk fyri at
berja niður hesa sjúkuna,
verður sagt.
Ein partur av hesum
arbeiðinum er gjørt í
samsvari við tær reglur,
sum eru gjørdar í øðrum
europeiskum londum.
Nógvur flytifuglur
Enn er eingin tilburður
fráboðaður av fuglakrími.
Men tað kann so skjótt
verða.
Heilsufrøðiliga Starvs
stovan er sjálvandi áhugað í
at fáa allar upplýsingar um
hetta, um so er at fólk koma
fram á deyðan fugl.
Her verður serliga hugs
að um fugl framvið strond
ini, fugl á landi ella í bø og
haga.
Talan kann her verða
um sjófugl, hagafugl og
heimafugl, heilt frá svanum
og hegrum til kráku og
ravn.
Koma fólk fram á fuglar,
sum kunnu verða deyðir
orsakað av sjúku, kann ein
boða fra starvsstovuni frá,
og sum síðani tekur sær
víðari av málinum.
– Við tí mynstri fyri
útbreiðslu hjá villfugli
í Europa eiga vit ikki at
gerast bilsin, um fuglakrím
verður at finna her á landi
við flytifugli í vár einaferð,
verður sagt.
Til verju móti
fuglakrími