Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 7 Eitt minnilutaupp­ skot hjá Dánjali Vang, býráðslimi í Fuglafirði, um at gera eina 70 metrar langa oljubryggju sunnanfyri Enni­ bryggju er samtykt á býráðsfundi í Fuglafirði Oljubryggja Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á býráðsfundi í Fuglafirði hóskvøldið 2. mars var málið um bygging av oljubryggju á skránni. Havnanevndin hevði býtt seg í ein meiriluta og ein minni­luta. Meirilutin í nevndini, Sign­ ar á Brúnni og Tórfríður Abra­ hamsen, mælti til at leingja Ennibryggjuna heimeftir. Minnilutin, Dánjal Vang, mælti til at gera eina oljubryggju sunnanfyri Enni­ bryggju, sum verður umleið 70 metrar til longdar og kem­ur at kosta einar 12,5 milliónir krónur. Jón N. Olsen mælti til at gera eina bryggju mill­um Fóðurbryggjuna og Enni­ bryggjuna, men upp­skotið hjá honum fall. Tríggir fyri Úrslitið av býraðsfundinum hóskvøldið varð, at minni­ lutauppskotið hjá Dánjali Vang varð samtykt við fimm atkvøðum fyri, trimum ímóti og ein atkvøða var blonk. Tey, sum atkvøddu fyri upp­skotinum hjá Dánjali, vóru Sigurd Simonsen, Elisabeth Eldevig, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og Dánjal Vang. Signar á Brúnni, Tórfríður Abrahamsen og Jón N. Ol­sen atkvøddu ímóti – og Petur Abrahamsen atkvøddi blankt. Uppskotið hjá meirilut­ anum í havnanevndini fall sostatt burtur. Oljufelag Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fuglfirðingar fáa meira enn eina oljubryggju, sum býráðið samtykti á fundi hóskvøldið. Um miðjan februar varð eisini eitt nýtt oljufelag stovn­að, sum hevur til enda­máls at byggja eina olju­goymslu í Fuglafirði. Verkætlanin hevur til enda­ máls at skapa grundarlag fyri at veita tungolju í Før­oyum – til skip, virkir og komandi viðskiftafólk annars. Stjóri í nýggja felagnum er Janus Rasmussen, sum frammanundan er stjóri í P/F Bergfrost í Fuglafirði. Nevndarformaður er Dávid Jacobsen, ið umboðar P/F Vinnu í Gøtu. Janus Rasmussen segði í samrøðu við Sosialin, tá ið felagið varð stovnað, at verkætlanin í Fuglafirði kem­ur at kosta einar 25 mió kr. – Fuglafjarðar kommuna hevur útvegað okkum grund­øki, og vit hava fingið prin­sipielt byggiloyvi. Vit miðja eftir, at goymslan og útbúnaðurin annars stendur uppi og klár at taka í nýtslu skjótast gjørligt. Kortini er órealistiskt at hugsa sær, at verkætlanin stendur liðug longu í hesum árinum, segði stjórin. Hann vísti á, at tørvurin á einum veitara av tungolju í Føroyum er veksandi – og at hann væntandi eisini kem­ur at veksa sum frá líð­­ur. – Jú, tað er einki at ivast í, at eftirspurningurin eftir tungolju í Føroyum er veks­ andi, segði stjórin í nýggja oljufelagnum. Ein vágbingur meld­ aði ein stjolnan bil til løgregluna sunnu­ náttina. – Vit fóru avstað við tveimum løgreglubilum beinan­ vegin og byrgdu soleiðis uppfyri, at menninir í ringasta føri gjørdu feigdina um seg í bygdum øki, sigur Jaspur Vang, løgreglumaður Bilstuldur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnunáttina fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein bilur var stjolin í Vági. Tað var ein maður, sum undraði seg yvir, at bilurin hjá grannanum var burtur hesa tíðina av samdøgninum. Hann ringdi til eigaran, og skjótt var greitt, at bilurin var stjolin. Maðurin, sum hevði staðfest, at bilurin var burtur, gjørdi ikki matari enn at ringja til løgregluna á Tvøroyri beinanvegin. Jaspur Vang, løgreglu­ maður, fegnast um, at grann­ in ”handlaði” so skjótt og boðaði løgregluni frá. – Soleiðis kundi ein ábyrgd­arfullur maður vera við til at byrgja uppfyri, at ungir menn í stjolnum bili komu inn í bygt øki og í ringasta føri gjørdu feigdina um seg. Jaspur Vang sigur, at løg­ reglan á Tvøroyri fór avstað beinanvegin í tveimum bil­ um. – Vit mettu, at hetta vóru ungir menn í Vági, sum ætlaðu sær norður á Tvøroyri í dans. Og tað varð rætt mett, sigur hann. Í aðru atløgu Menninir í stjolna bilinum snýttu tann fyrra løgreglubil­ in og koyrdu framvið honum, hóast løgreglan gav tekin um at steðga. – Vit møttu bilinum á lut­ falsliga breiðum vegi, so hann smeyg sær fram við okkum. Men, sigur Jaspur: – Tá ið menninir í stjolna bilinum møttu næsta løg­ reglubilinum, gekst ikki so væl hjá teimum, tí nú sluppu teir ikki fram við. Hann sigur, at løgreglan royndi at sperra vegin av, tí teir stúrdu fyri, at menninir í stjolna bilinum kundu vera ávirkaðir av rúsdrekka. – Um so var, kundi vandi staðist av, um teir komu inn í bygt øki á Tvøroyri. Jaspur sigur, at endin av hesum var, at menninir í stjolna bilinum stoyttu spaku­ liga móti høgra bakskermi á løgreglubilinum og endaðu í veitini. – Men tá høvdu teir longu tikið ferðina av bilinum, so materielli skaðin var lut­ falsliga lítil, og eingin per­ sónsskaði stóðst av hesum. Blóðroynd tikin Jaspur Vang fegnast um, at maðurin, sum fekk illgruna um stjolna bilin, boðaði løg­ regluni frá so skjótt. – Hvør veit, um hetta í ring­ asta føri ikki kundi endað við onkrum verri, um menninir komu inn í bygt øki, sigur hann. Illgruni er um rúsdrekka­ koyring, og tí er blóðroynd tikin av monnunum, eins og báðir verða skuldsettir fyri brúksstuldur. Bilur út av millum Hov og Porkeri Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í vikuskiftinum fór ein bilur niðan av lands­veg­ num millum Hov og Porkeri. Bilurin fór eina ferð runt oman eftir veg­ skráanum og endaði á lið­ini. Óhappið hendi, tá ið bilurin í hálkuni fór tvørur á vegnum og endaði vestanfyri landsvegin. Tveir persónar vóru í bilin­um; teir fingu eingi likamlig mein. Hinvegin fekk bilurin materiellan skaða. Oljubryggja í Fuglafirði fyri 12,5 mió kr. Oljugoymsla fyri 25 mió kr. Meldaði bilstuldur Fuglafjørður fær nú eina 70 metrar langa oljubryggju, sum fer at kosta einar 12,5 mió krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Dánjal Vang, býráðslimur, fekk sítt minnilutauppskot samtykt á býráðsfundi seinasta hóskvøld Mynd: Vilmund Jacobsen