mánadagur 6. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 46 - 6. mars 2006
Marknaðarrák
Evropiski miðbankin, ECB,
hækkaði rentuna við 0,25%-
stigum til 2,50% hósdagin.
Danski tjóðbankin hækkaði
samstundis sína rentu til
2,75%. Stutta rentan í Evr
opa var 2,00% frá juni ’04
til desember ’05. Tað eru
betraði útlit fyri evropiska
búskapinum, umframt at
prísvøksturin er í ovara lagi,
sum elva til rentuhækkingar.
Evropiski búskapurin hevur
havt framgongd síðan síðsta
summar. Búskaparvøksturin í 4.
ársfj. 2005 var 1,7% hægri enn
árið fyri. Ídnaðarframleiðslan
økist í hvørjum, og sjálvt
arbeiðsloysið lækkar eitt sindur.
ECB hevur sum stavnhald, at
prísvøksturin skal liggja um
2% um árið. Alt hetta seinasta
árið hevur hann verið omanfyri
2%, og í februar vóru prísirnir
2,4% hægri enn fyri ári síðan.
Formaðurin fyri ECB, Trichet,
vísti á tíðindafundi á, at ECB
hevur hækkað sínar metingar
um búskapar- og prísvøkstur
í ’06 og ’07. Hetta bendir á,
at tað fara at koma fleiri rentu
hækkingar frá ECB. Markn
aðurin hevur innroknað tvær
rentuhækkingar á 0,25%-stig
aftrat í ár.
Lánsbrævarentur
hækkaðu eisini
Endiliga hendi okkurt við láns
brævarentunum. Allan februar
mánað sveiggjaði danska 10-
ára rentan bert millum 3,45%-
3,55%. Í farnu viku hækkaði
hon til 3,62%. Um hon verður
omanfyri hetta stig hesa
vikuna, eru útlit fyri hægri
rentum komandi vikurnar.
Pan Fish hækkaði 33%
Vaksandi ørkymlan vegna
fuglakrím hevur økt um
væntaða eftirspurningin eftir
fiskaúrdráttum. Hetta fekk Pan
Fish at hækka uppaftur meira
í farnu viku. Pan Fish er nú
hækkað yvir 60% seinastu
tvær vikurnar. Kaupthing metir
kursin at vera ov høgan og
mælir tí íleggjarum til at minka
sín ognarlut í fyritøkuni.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verða høvuðs
tíðindini amerikanska arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin, sum
verður kunngjørd fríggjadagin.
Marknaðurin fer væntandi
serliga at hyggja at, um nakað
bendir á hægri lønarvøkstur
ella annað, sum kann stuðla
undir fleiri rentuhækkingum.
Væntandi fleiri rentuhækkingar frá ECB
Vika 9 2006
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
619,58
-1,4%
Lánsbrøv í DKK
102,24
-0,3%
JPY
5,32
-1,0%
Evru lánsbrøv
171,02
-0,4%
GBP
1.087,68
-0,8%
Norrøn Partabrøv
115,41
0,5%
NOK
93,33
0,7%
Altjóða vøkstur
74,42
-0,5%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,20%
3,40%
3,60%
06/12
06/01
06/02
1040
1080
1120
1160
06/12
06/01
06/02
– Hetta er sum at
koma heimaftur. Eg
gleði meg til at fara
undir arbeiðið. Tað
eru greiðu orðini
hjá Jørn Astrup
Hansen, fyrrverandi
bankastjóra, nú
landsstýrið hevur valt
hann í Búskaparráðið
og hann entá er
vorðin formaður
Búskaparráð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nýggja Búskaparrráðið
hevði sín fyrsta fund í Havn
hósdagin, tá tað skipaði seg
við Jørn Astrup Hansen sum
formanni. Vit hittu hann eftir
fundin og spurdu, hvussu tað
kenst at hava fingið slíkan
álitispost.
Astrup er sera fegin um
at hava fingið áheitan um
at gerast limur í ráðnum, tí
tað gevur honum møguleika
at koma heim til Føroya av
og á og at kunna fylgja við
í føroyskum viðurskiftum.
Hann sær ikki nakran trupul
leika í tí, at hann er dani og
býr í Danmark.
Uppá fyrispurning um tað
ikki kann vera ein vansi fyri
starv sítt í Búskaparráðnum,
at hann býr uttan fyri Føroyar
sigur Jørn Astrup, at hetta
nýtist ikki at vera so. –Eg
havi arbeitt leingi og búð her
leingi her, so mín kunnleiki
til hetta samfelagið er stórur.
Hann vísir annars á, at allir
hinir limirnir eru føroyingar
ella partur av samfelagnum
her, so hansara uppgáva sum
formaður verður meira at
samskipa, evaluera og syrgja
fyri, at man raðfestir rætt.
Jørn Astrup vísir á, at talan
er ikki um ein ”enmandshær”
sum hann málber seg.
Fleiri fyrimunir
Hann heldur annars sjálvur,
at tað kann vera ein stórur
fyrimunur fyri Búskapar
ráðið, at hann hevur verið
bankastjóri í góð 12 ár, og
entá í eini hendingarríkari
tíð bæði so og so. Tað hevur
givið honum eitt gott innlit í
føroysk viðurskifti, og hann
heldur seg hava verið her
nóg leingi til at síggja, at
tingini útvikla seg ymiskt.
Uppá fyrispurning um
hansara føroyska bankafortíð
ikki kann vera ein ampi fyri
hann, nú hann skal til at
ráðgeva myndugleikunum
sigur Jørn Astrup Hansen, at
hann er ikki heftur á nakran
hátt ella inhabilur, tí hann er
ikki í bankanum longur. -
Eg komi í Búskaparráðið við
eini vitan, sum vónandi kann
brúkast til nakað skilagott.
– Tú hevur altíð verið
kontantur í tínum úttalilsum
og ikki bangin fyri at siga
tína hugsan?
– Tað fari eg at halda fram
við.
– Hvønn týdning heldur
tú ráðgeving frá einum
búskaparráð hevur?
– Eg havi lagt til merkis,
at báðir undanfarnu formenn
inir hava sagt, at stovnurin
eigur at vera niðurlagdur.
Tað er helst partur av tí fru
stratión, sum av og á er at
finna í starvinum, eitt nú tí at
orka hevur manglað. Eg vóni
ikki, at eg veri partur av eini
slíkari frustratión og støðu,
tí eg haldi sjálvur, at tørvurin
á einum slíkum ráðgevandi
útvalgi er stórt. Eg haldi,
at tørvurin, líka síðani at
gamla ráðgevandi nevndin
varð slep, á eini meting av
føroyskum viðurskiftum
hevur verið stórur. Avger
andi spurningurin er at seta
neyðuga orkuna av til hetta
týdningarmikla arbeiðið.
Havi harða húð
Jørn Astrup sigur seg vóna,
at onkur kann brúka teirra
ráðgeving. – Eg sigi ikki,
at man skal fylgja tí men
man skal kunna fyrihalda
seg til hesa ráðgeving. Og
hann leggur aftrat: – Eg
havi harða húð, skuldi onkur
komið eftir mær.
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur um støðuna í
føroyska samfelagnum og
búskapinum í løtuni sigur
Jørn Astrup, at hann nú fer
at kunna seg um støðuna
og fylgja gongdini. Hann
ynskir tí ikki í verandi løtu
at gera nakrar forhastaðar
niðurstøðu men viðgongur,
at tað er eitt ávíst slag av
bjartskygni og ávísari upp
drift í Føroyum í løtuni og
her ikki minst viðvíkjandi
forbrúkinum og sigur seg
vera eitt sindur kløkkan av tí
oftani euforiska stemningi,
sum tú møtir nógva staðni í
Føroyum í dag.
Hann sigur seg tó ikki
kenna aktuellu støðuna í
búskapinum til fulnar men
staðfestir, at tað búskaparliga
hevur gingið væl seinastu
mánaðirnar, hóast hann ikki
kennir orsøkina til tess.
Jørn Astrup Hansen heldur ikki, at tað er nakar vansi, at ein dani, sum býr í Danmark, er valdur
til formann í Búskaparráðnum
Jørn Astrup Hansen formaður í Búskaparráðnum:
Glaður um at koma ”heimaftur”