mánadagur 6. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
9
Hósdagin varð
skipað fyri
fiskivinnuráðstevnu
í Cochin, har fólk
frá fiskivinnuni í
indiska landslutinum
Kerala luttóku
saman við føroysku
sendinevndini,
sum í løtuni er
við løgmanni á
handilsferð í India.
Ráðstevnan varð
skipað í samstarvi
við The Seafood
Exporters Association
of India – meginfelag
hjá indiskum
fiskaútflytarum.
Á
ráðstevnuni
vóru
framløgur um Føroyar sum
fiskivinnutjóð, um fiskiskap
í norðuratlantshavi, um
føroyska fiskiídnaðin, um
globaliseraða fiskiídnaðin
og hvørjir møguleikar
eru fyri samstarvi. Fokus
varð sett á møguleikar at
samstarva millum Føroyar
sum fiskivinnutjóð og
India sum eitt land í stórari
menning, og sum ynskir at
menna sín fiskivinnuídna.
Tøkni og rávøra
Indarar hava stóran áhuga í
fiskivinnutøkni – serstakliga
tøkni til botnfiskiskap og
matvøruframleiðslu. Eisini er
áhugin fyri eitt nú samvinnu
um rávøru – bæði til matna
og til fóðurframleiðslu til
alivinnuna. Møguleikarnar
eru eisini at innflyta vørur –
eitt nú fisk – til India fyri at
virðisøkja fiskin, og so selja
hann víðari til annað land.
Eingin tollur er á sonevndari
“import til export-vøru”.
Laksur
Ein forðing fyri at innflyta
vørur á indiska marknaðin
er høgur tollur á nógvum
innflutningsvørum. Men
hesar forðingar verða stigvíst
fyribeindar. Eitt nú lækkaðu
indusku myndugleikarnir
tollin á innflutningi av aldum
laski úr 30 % niður í 10 %
fyrr í vikuni, tá stjórnin legði
fram fíggjarlóg. Áhugi er
fyri at keypa aldan laks úr
Føroyum og øðrum londum
er stórur, tí eftirspurningurin
eftir laksi veksur skjótt,
serstakliga í býunum.
Føroyar í fokus
Í Cochin hava løgmaður og
sendinevndin vitjað eina
røð av indiskum fyritøkum
og stovnum – CAP Seafood,
Central Marine Research
Institute, Sealab, Amalgam
Food & Beverages Industries
og The Marine Products
Export
Development
Authority (MPEDA).
Allastaðni hevur verið
gjørt nógv burturúr vitjanini.
Fjølmiðlarinir hava eisini
víst stóran áhuga, og fleiri
bløð og sjónvarpsrásir hava
borið tíðindir um vitjanina.
– Tit kundu ikki havt
valt eitt betri høvi at vitja
India enn beint í løtuni.
MPEDA og felagið hjá
fiskaútflytarunum royna av
øllum alvi at finna vegir til
millumtjóða samstarv innan
fiskiframleiðslu,
aling,
botnfiskiskap við meira.
Eingin ivi kann vera um, at
bæði India og Føroyar kundu
fingið nógv burturúr einum
samstarvi, segði formaðurin
fyri MPEDA, M. Mohan
Kumar.
– Útlendskir íleggjarar
eru sera vælkomnir í
India, og tí ynskja vit, at
føroyskar fyritøkur hyggja
hendanvegin. Tit hava
tøkni og rávørur við høgari
góðsku. 85% av okkara
útflutningi er blokkur, og
vit hava sera stóran áhuga í
at virðisøkja fiskin. Tað eiga
at vera nógvir møguleikar
fyri samstarvi, segði A.J.
Tharakan, presidentur í
The Seafood Exporters
Association of India, tá
ráðstevnan í Cochin endaði
hóskvøldið.
Allastaðni hevur verið
gjørt nógv burturúr vitjanini.
Fjølmiðlarinir hava eisini
víst stóran áhuga, og fleiri
bløð og sjónvarpsrásir hava
borið tíðindir um vitjanina.
Vitjan á Central Marine Fisheries Research Instititute
Ráðstevna um føroyska fiskivinnu í Cochin
Føroyar í fokus í Cochin
Løgmaður hevur hitt
Dominic
Presen-
tation, ráðharra í fiski-
vinnumálum í indiska
landslutinum Kerala til
óformligan fund hósdagin.
Dominic Presentation
og Jóannes Eidesgaard
hittust í sambandi við
fiskivinnuráðstevnuna,
ið varð hildin í býnum
Cochin,
sum
er
fiskivinnumiddepilin í
India.
– Hóast Føroyar er
eitt lítið land, so er tað
tøkniliga sera framkomið
innan fiskivinnu. Eg
vóni veruliga at okkara
vinnulívsfólk,
sum
luttaka á ráðstevnuni í
dag saman við tykkara
vinnulívsfólkum, kunnu
ganga saman í samstarv
til felags gagn fyri
báðar partar. Her eru jú
nógvir møguleikar, segði
Dominic Presentation.
Løgmaður legði dent
á hvussu áhugaverd
búskaparliga menningin
í India er fyri føroyingar.
Hann fegnaðist um tey
vinnuligu sambond, sum
verða knýtt á hesi ferðini,
og segði seg ikki ivast í,
at møguleikarnir eru
sera nógvir at samstarva
í framtíðini.
Føroyar vilja, eins og
okkara grannalond, eisini
troyta hesar spennandi
møguleikar,
segði
løgmaður.
Løgmaður fund
við ráðharra í
fiskivinnumálum
Aki Johansen fyrilestur á ráðstevnu
Løgmaður og Domimic Presentation, ráðharri fyri
fiskivinnu í Kerala-landslutinum
Rói Egholm, fyrilesur á ráðstevnu