mánadagur 6. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 46 - 6. mars 2006
»Bert lúsin útlendsk er«. Soleiðis verður oftani
tikið til her á landi, og fríggjadagin fingu vit enn
eitt dømi um, at soleiðis er so mangan.
Sokallað emballagulógin – lógin um íløt til øl,
mineralveatn og lidnar leskidrykkir – skal nú
broytast. Orasøkin er, at fríhandilsavtalan við
Ísland ikki loyvir hesum. Ella rættari, tí íslendska
tulkingin av hesi lóg ikki loyvir hesum!
Frá íslendskari síðu verður sagt, at talan er um
tekniska handilsforðing – protektionismu, og at
lógin tí ikki samsvarar við fríhandilsavtaluna.
Her skal verða frítt hjá íslendskum útflytarum
at koma við øli, sodavatni v.m. í teimum íløtum,
sum tey halda vera hóskiligt.
Tað tykist, sum hava bæði innlendismálaráðið
og løgmaður fullkomuliga gloymt, at talan er
ikki um nakra vinnulóggávu. Talan er um eina
umhvørvislóggávu, sum hevur til endamáls at
verja umhvørvið á landi og á sjónum.
Soleiðis var í øllum førum, tá danskir útflytarar
seinast í 80’unum royndu at selja føroyingum
juice í blikk-dósum. Eisini hóast handilsmenninir
vildu vera við, at talan var um handilsforðing.
Talan var eisini um umhvørvislóggávu, tá før
oysk (partvíst íslendsk) handilsketa fyri góðum
10 árum síðani seldi sodavatn í stórum ein
gangsfløskum. Eisini hóast fyritøkan setti í verk
serstaka innsavningarskipan fyri fløskurnar, sum
tó ikki kundu endurfyllast.
Og soleiðis var eisini, tá føroyskur pub-eigari
royndi at fáa loyvi at innflyta Guinnes-øl í fløsk
um, sum tó ikki verða endurnýttar, men ístaðin
knústar og stoyptar av nýggjum.
Men nú er øðrvísi. Íslendingar siga, at talan er
um handilstekniska forðing, og so verða eingi
spurnartekin sett. At onkur serskøltur her heima
hevur eina øðrvísi fatan av støðuni, verða eingi
atlit tikin til. Íslendska orðið er lóg – og harvið
verður tað. Men tað er kortini merkisvert, at
lóggávan – sum nú brádliga er vinnulóggáva –
hoyrir heima í Innlendismálaráðnum. Har plaga
tey millum annað at umsita umhvørvismál – ikki
vinnumál!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroysk undirbrotligheit
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sambandið millum
Suður- og Sandoynna
verður av avgerandi
týdningi fyri Sandoynna,
nú tosað verður um
visión 2015, skrivar Joen
Peter Petersen
Nú vit hoyra at tunnilin til
Norðoyggjar letur upp, mugu
vit í Sandoynni halda fast um,
at næsti undirsjóvartunnil,
ið skal gerast, verður tann í
Sandoynna.Vit skulu í holt
við at bora beinanvegin. Fara
minnini aftur í tíðina, eru tað
eini 3 ár síðani , tað varð lagt
fram á ting, at Sandoyggin
er tann næsta, sum farast
skal undir. Hetta eru stórar
íløgur, og fólkagrundarlagið
er lítið í mun til íløguna,
men samstundis meta vit, at
Sandoyggin sum framleiðslu
eind, serliga av landbúnaðar
vørum, hevur stóran týdning
fyri landið, og møguleikar
fyri bústaðarøkjum eru
nærmast óavmarkaðir, og
hetta kemur at hava stóran
týdning fyri alt landið.
Tá hugsað verður um far
leið millum Sandoynna og
Suðuroynna, og møguleikar
fyri at økja títtleikan á sjóveg
is farleið millum Sandoynna
og Suðuroynna upp til t.d. 10
ferðir um dagin, gevur hetta
Suðuroynni ein heilt nýggjan
møguleika, og verður tá hugs
að um samlaðu ferðsluna
við fólkagrundarlagnum í
Sandoynni og Suðuroynni,
so eiga fíggjarkarmarnir at
síggja hampiligir út.
Tí halda vit, at byrjast skal
so skjótt seismisku kanning
arnar eru gjørdar lidnar.
Tað eru nógvir bilar sum
vera førdir um Skopunar
fjørð. Teistin flutti í 2005,
48795 persónbilar/lastbilar
og 152.223 ferðafólk. Her
eru bilførararnir tiknir við
, so tað vil siga, at gott og
væl 103.000 ferðafólk eru
uttan bil, og fer bara helvtin
av hesum ferðafólkum at
ferðast við bili, ja, so eru
vit uppi á 100.000 bilum
árliga, og í mun til ferða
fólkatalið 2004, var vøkst
urin á sandoyarleiðini 4,1%
fyri 2005. Fáa vit eisini tey
frá Suðuroynni við, fer ferða
fólkatalið upp um 315.000.
Har var ferðafólkatalið í
2005 uml. 164.000.
Fáa vit ikki broytt for
midlingina av Stjórn
skipan Føroya til annað
enn at geva bøkur út
fyri tey fáu, sær ikki
gott út. Jú fleiri bøkur,
verri verður. Tess fleiri
upp skot torskildari verð
ur. Hetta er beinleiðis í
mótsøgn við principp ið
”stutt og greitt”, sum
sjálvt upp skotið til
Stjórnskipanina m.a.
byggir á, skrivar Gordon
Ejdesgaard millum annað
Fyrst er at siga takk fyri eitt
gott og áhugavert arbeiði
sum fyrra Flaggdagsálitið
er. Havi ikki so nógv at við
merkja til sjálvt uppskotið
til Stjørnarskipan Føroya,
men meira um tann partin av
álitinum sum eitur Skipanin.
Sjálvur lesið eg álitið soleið
is, at lógarteksturin er vorðin
til, sum m.a. úrslit av kjak
inum í partinum Skipanin.
Grundgevingarnar fyri
eini stuttari Stjórnskipan eru
sera greiðar, og niðurstøðuni
eri er samdur í. Ein ikki
ov stutt, men heldur ikki
ein Stjórnskipan sum fer í
smálutir. Hetta hevur hepn
ast í uppskotinum.Vandin
fyri politiskum paragraff
pedantarí gerst minni, færri
og breiðari formuleringarnar
eru í lógartekstinum. Gott
samsvar millum ætlan og
úrslit, sæð frá einum teoret
iskum, men ikki minst
praktiskum sjónarmiði.
Søguliga gjøgnumgongdin
av møguleikunum og grund
gevingar er spennandi lesn
aður – áhugavert og vælskriv
að.
Men tað kemur óiva, í
praksis, at taka væl av tol
og tíð at implementera hesa
– ella líknandi- sannførandi
í praksis. Og aftur hinvegin-
ein Grundlóg, sum man
vera frægari ella rætta orðið
– er ikki nakað sum verður
soleiðis skrivað og imple
menterað her og nú. Talan er
um at leggja høvuðskarmar
fyri politisku skipanini. TA‹
grundleggjandi fundamentið
undir tjóðini.
Vit sita tó eftir við m.ø. tí
trupulleika, sum formaðurin
Jóan P. Joensen greiðir frá.
Ein kann bera ótta fyri ”at
tjóðskaparmótpartarnir
skerpa klørnar”. Og kanska
kinkur kemur í. Eftir míni
meta hava vit júst ein høv
uðstrupulleikan her. Hin
høvuðstrupulleikin er um
”vanligi føroyingurin” sær
nakra nyttu av eini nýggjari
Stjørnarskipan. Bert heitið
Stjórnarskipan hevur ikki
sama dám og tign sum
orðið Grundlóg. Ikki enn
í hvussu er. Her er gjørdur
ein málsligur kiksari, sum
kann koma okkum aftur um
brekku.
Hvar er forrestin logikkur
in við eini Grundlógarnevnd,
sum skuldi gera uppskot til
Grundlóg, men sum nú ger
uppskot til Stjørnskipan. Van
ligi føroyingurin man uttan
iva spyrja eftir muninum.
Eru fólk eitt sindur ørkymla,
skilji eg tað væl. Eg eri í
hvussu er.
Harnæst er tað ein spurn
ingur um materialistiski før
oyingurin ikki hevur annað
at hugsa um enn…enn eina
lóg.
Komandi uppgávan er
ikki nakað, sum bert eigur at
ganga fyri seg innan tinggátt.
Men eg eri bangin fyri, at
tað gerst veruleikin. Fáa vit
ikki broytt formidlingina
av Stjørnskipan Føroya til
annað enn at geva bøkur út
fyri tey fáu, sær ikki gott út.
Jú fleiri bøkur, verri verður.
Tess fleiri uppskot torskildari
verður. Hetta er beinleiðis
í mótsøgn við princippið
”stutt og greitt”, sum sjálvt
uppskotið til Stjørnskipanina
m.a. byggir á. Tó skal sigast
at Grundlógarnevndin ikki
kann gera annað, enn henni
er álagt.
Her er ein beinleiðis kunn
ingartrupulleiki. Tað er full
komuliga órelistisk at vænta,
at fólk- hóast ókeypis bøkur-
lesa slíkan tungan lesna. So
her skulu” aðrir bollar í
suppuna”, um tað er til at
skilja, góðu menn. Hvør er
so uppgávan í praksis: jú, at
selja Stjørnskipan Føroya
til okkara, so vit skilja,
hvør hon er. Sum er, sær
tað nakað vónleyst út, skal
eg viðganga. Og enn havi eg
ikki møtt nøkrum, sum við
vissu kundi greiða frá, hvat
veruliga gongur fyri seg.
Onkur helt fyri:” Jamen vit
hava eina Grundlóg, hvat
skulu vit við tveimum”ð Og
tað er rætt. Fáa vit okkara,
so hava vit væl tvær, so
leingi vit eru partur av
Danmark. At tað so ikki er
heilt óvanligt at hava tvær
grundlógir, ger ikki okkara
støðu einfaldari.
Gamaní at halda ráðstevn
ur fyri teimum, sum hava
áhuga og vita hvat tað snýr
seg um. Men hvat við meiri
lutanum, sum møguliga er
troyttur av politiska kjak
inum og keglinum. Her
hava vit kanska størstu PR-
uppgávu í Føroya søgu.
Henda uppgáva liggur á
borðið løgmans.
Sandoyar Sýslu
Sambandsfelag
Joen Peter
Petersen
Gordon
Ejdesgaard
Sandoyggin 2015
Viðmerking til fyrra Flaggdagsálitið