mánadagur 6. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sámal Petur Svartá,
Saksun, andaðist í
heiminum sunnudagin
5. mars, 89 ára gomul.
Kistan fer frá heiminum
í dag kl. 17. Jarðarferðin
verður mikudagin kl.
14. Tey, ið vilja minnast
Sámal Petur, kunnu
lata Føroya Felag móti
Krabbameini
eina
peningagávu.
Jóannes
Stakkslíð,
Tórshavn, ættaður úr
Tjørnuvík,
andaðist
fríggjadagin 3. mars
57 ára gamal. Kistan
fer úr kapellinum á
Landssjúkrshúsinum í
dag kl. 19. Jarðarferðin
verður týsdagin 7.
mars, kl. 13 úr Vestur
kirkjuni. Sungið verður
úr Sálmabókini. Tey,
sum
vilja
minnast
Jóannes, kunnu lata eina
peningagávu; konta í
Suðuroyar Sparikassa.
Olaf
Andreasen,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 3. mars 81
ára gamal. Bønarhald
verður
á
Lands
sjúkrahúskapellinum
týsdagin 7. mars kl. 19.
Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju mikudagin
kl. 13. Tey, ið vilja minn
ast Olaf, kunnu lata
eina gávu til Cystisk
Fibrosufelagið, konta í
peningastovnunum.
Kistan við Torbjørn
Justinussen, Leirvík,
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum týsdagin 7.
mars kl. 16. Jarðarferðin
verður úr Leirvíkar kirkju
mikudagin 8. mars kl.
14. Tey, ið vilja minnast
Torbjørn, kunnu lata
eina peningagavu; konta
í Norðoyar Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
7. mars. Perpetua, deyð
ár 202 ella 203. Trælkona
í Kartago, sum saman við
hábornari konu Felicitas
varð tikin av døgum fyri
trúar sakir.
Stýrið fyri SEV
samtykti í dag at
seta Finn Jakobsen,
deildarstjóra fyri
býtisvirkini, at
røkja starvið sum
rakstrarleiðari. Finn
Jakobsen tekur við
sum rakstrarleiðari,
tá Elnevndin hevur
góðkent setanina
Tíðindaskriv
Finn Jakobsen, deildarstjóri
fyri býtisvirkini hjá SEV, fer nú
umframt deildarstjórastarvið
eisini at røkja starvið sum
rakstrarleiðari í Elfelagnum.
Hann tekur við, tá Elnevndin
hevur góðkent setanina.
Rakstrarleiðarin
hevur
ábyrgdina av trygdini í SEV,
og at sterkstreymsreglugerðin
verður hildin.
Klæmint Weihe, stjóri,
hevur verið rakstrarleiðari,
síðani hann tók við stjóra
starvinum fyri skjótt 25 árum
síðani, og undan honum røkti
fyrrverandi stjórin, Hjalgrím
Winther, hetta starv.
Tá stríðið tók seg upp um
m.a. rakstrarleiðarastarvið í
undanfarna stýri, og Klæmint
Weihe varð sendur til hús,
varð Jón Nielsen, kaðal- og
linjumeistari, settur fyribils
rakstrarleiðari. Hann er nú
givin í hesum fyribils starvi,
og Klæmint Weihe røkir tað,
til Elnevndin hevur góðkent
Finn Jakobsen.
Bæði sum rakstrarleiðari
og sum deildarstjóri vísir
Finn Jakobsen til stjóran,
sum hevur tilvísing til stýrið.
Undanfarna stýri mælti til,
at rakstrarleiðarin skuldi
vísa beinleiðis til stýrið.
Men nýggja stýrið er av
teirri áskoðan, at tað er ein
greiðari bygnaður, at stjórin
einsamallur vísir til stýrið.
Finn Jakobsen hevur
starvast hjá SEV síðani
1. november 1997, og í
2004 tók hann við sum
deildarstjóri fyri býtisvirkini.
Hann er 38 ár og útbúgvin
sterkstreymsverkfrøðingur.
Stýrið valdi á fundinum í
dag eisini nýggjar nevndar
limir í SeWave og P/F
Fjarhitafelagið. Poul Arni
Jacobsen,
næstformaður
í stýrinum, og Jógvan
Emil Nielsen, stýrislimur,
eru valdir í nevndina í
SeWave. Stýrislimirnir, Tor
leif Sigurðsson og Regin
Olsen, eru valdir at umboða
SEV í nevndini í P/F
Fjarhitafelagnum.
SEV útnevnt Finn til rakstrarleiðara
Konfirmantarnir 1. oktober 1916. Teir 9
dreingirnir aftast, f.v.: ókendur, ókendur,
ókendur, Lars Peter Julian Hansen (Havn)
ókendur, ókendur, Samuel Peter Martin
Davidsen (Havn), ókendur og ókendur.
Teir 12 konfirmantarnir í miðjuni f.v.:
Thomine Jacobsen (Nólsoy), Ragna Mohr
(Havn), ókend, ókendur, ókendur, ókend, ókend,
Jenny Karoline Marie Thomsen (Nólsoy),
Johannes Martin Djurhuus (Havn), ókend,
Mikkel Samuelsen (Havn) og ókendur.
Tær 6 genturnar fremst f.v.: ókend, Ragn
hild Theodora Nikoline Susanne Mørkøre
(Havn), ókend, ókend, ókend og ókend.
Teir konfirmantarnir ið ikki eru navngivnir
á myndini eru: Ellen Kate Bærentsen, Anna
Marie Oluffa Katrine Andreasen, Oluffa
Helene Jakobine Jacobsen, Hanna Sigrid
Jacobsen, Dagmar Frederikke Hansen, Thomas
Steingrim Joensen, Johannes Frits Wejhe,
Poul Müller, Sofus Hans Poulsen, Thorstein
Arge, Poul Thorstein Joensen, Poul Olaf Emil
Hansen, Sofus Holberg Jacobsen, Herluf
Andreas Johansen, øll úr Havn. Síðani eru
tað Alvilde Christine Eide (Nólsoy), Josefine
Marie Petersen (Nólsoy), Johanne Malene
Benedikte Kolbjørnsen (Hestur), Susanne
Malene Danielsen (Nólsoy), Ole Christian
Joensen (Argir), Joen Oliver Jacobsen
(Nólsoy), Bærent Eivind Vang (Kaldbak) og
Hans Edvard Hansen (Nólsoy).
Á myndini eru 13 gentur, og er tað talið á
teimum, sum blivu fermdar. Dreingirnir eru
14 á myndini, meðan 17 blivu fermdir, tv.s.
at 3 dreingir mangla á myndini.
Vit fara so inniliga at heita á lesararnar um
at hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á
røttu persónarnar. Vinarliga ringið til Birgar
Johannessen, tlf. 314647 ella 214647.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í 1916