Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 46 - 6. mars 2006 Helena Heinesen Rebensdorff (16 ár, Keypmannahavn), Christa Reynheim (17 ár, Tórshavn) og Durita Djurhuus (16 ár, Kollafjørður) hava seinastu dagarnar verið á tónleikaverksmiðjuni, og eru tær stak væl nøgdar við stevnuna. Hvat hava tit gjørt hesar dagarnar? – Til almennu framførsluna spældu vit nakrar sangir, vit sjálvar hava gjørt. Serliga eru vit stoltar av sanginum ‘Exteme’, ið snýr seg um, at veruleikin ikki er so dapur, sum hann ofta tykist. Hugskot og íblástur til sangin kom av fyrstan tíð fríggjakvøldið, tá vit sótu og jammaðu á gólvinum. Fyrst skrivaðu vit bara okkurt ung í Føroyum Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Tá eg sunnumorgunin komi inn í Norðurlandahúsið úr kavanum, leggi eg beinanvegin til merkis, at her er lív og røring í ungdóminum. Framførslunar skulu upp á pláss, og seinasta hond verður løgd á verkætlaninar í ymisku verksmiðjunum. Á borðinum í forhøllini stendur millummáli á borðinum við súreplum, appelsinum, bollum, mjólk, kaffi o.ø. Men hóast borðið er búgvið, og maturin hevur staðið á borðinum í góðan hálvan tíma, tykist eingin at hava stundir at fáa sær. Øll eru hvør í sínum lagi upptikin av sínum arbeiði. Látur á pallinum Eg fari beina leið yvir í Klingruna, har lista- verksmiðjan ‘Sjónleikur’ heldur til. Men tað fyrsta, eg renni meg í er ein lepi, har tað stendur: ‘Óviðkomandi onga atgongd, meðan arbeitt verður’. Velji tískil bara at standa uttanfyri glasdyrnar og eygleiða sjónleikararnar, ið arbeiða ógvuliga virkishugaðið eftir boðum frá vegleiðaranum Mikkjali Helmsdal. Tey hava gjørt ein leik, ið snýr seg um familjutrupulleikar, happing og kærleika, sum tey í løtuni venja til almennu framførsluna seinnapartin. Meðan eg standi har, biðjur Mikkjal tey steðga á við at spæla sjónleikin. Nú skulu tey flenna eftir hvørjum øðrum, alt tað, tey eru ment. Láturin byrjar, fyrst spakuliga, men lítla løtu seinni eru øll í skellilátri. Gentubólkur Tá eg havi staðið eina løtu uttan fyri glasdyrnar, hoyri eg brádliga ljómandi tónar út í forhøllina. Tónarnir koma úr stóra salinum, har verksmiðjan ‘Tónleikur’ heldur til. Fýra gentur eru á pallinum og mynda ein tónleikabólk. Eitt sindur sermerkt at síggja. Tær leggja alla orku í at gera eina fullfíggjaða ljóðroynd, og eru avgjørt ikki smædnar, hóast Sosialurin vitjar saman við nøkrum áskoðarum. Tónleikurin ljóðar væl, og liva tær seg væl inn í leiklutin á pallinum. Men knappliga brýtur leiðarin, Kárri Sverrisson, tónleikararnar av: – Spælið eitt vet skjótari og ikki syngið so nær mikrofonini. Genturnar byrja umaftur og spæla hesuferð enn betur. Tá sangurin er liðugur, lata tær pallin til aðrar tónleikarar. Eg fari víðari oman trappurnar og aftur um pallin, har verksmiðjan ‘Design’ heldur til. Klipp og flipp Í ‘design’ hølinum eru tað kvinnurnar, ið seta sín dám á. Níggju seymimaskinur standa spjaddar í hølinum, ein rúgva av toystykkjum liggja á gólvinum og eru allar genturnar í holt við at seyma taskur, niðurdeilar, turrikløð, mappur o.a. Í einum horni stendur eisini ein genta og passar ein heldur sermerktan kjóla, hon júst hevur seymað. Brádliga tekur hon ein saks, og klippur eitt stórt stykki av kjólanum: – Soleiðis, nú var betri. Eg eri ikki heilt nøgd við hann enn, men tú skuldi bara sæð, hvussu hann sær út innanfyri. Eg breyt eini fýra nálir, meðan eg seymaði hann, men tað var tað vert, sigur hon við einum brosi. Nú bert 20 minuttir eru til døgurða, eggjar verksmiðjuleiðarin, Svan- hild Strøm, gentunum til at fara at seta mótasýningina saman. Hesar dagarnar hava tær gjørt hvør sín búna, ið skal sýnast fram seinnapartin. Eg fari víðari út í forhøllina, har millummálaborðið fram- vegis stendur órørt. Yrkja til dans Upp trappurnar og aftanfyri høvuðsskrivstovuna sita fyriskipararnir Rakel Helmsdal, við bert tríggjar vikur gamla soninum í føvninginum, og Hedvig Westerlund-Kapnas og leggja ymiskt til rættis og tosa um, hvussu dagarnir hava gingið. Eg fari víðari at leita eftir teimum, ið arbeiða á verksmiðjuni ‘Skriving’: – Tey hava, eins og veruligir rithøvundar framleitt ymisk, ið aðrar verksmiðjur síðan hava fingið gagn av at nýta, og nú eru tey í ymisku verksmiðjunum og hjálpa til, sigur Rakel Helmsdal. Løtu seinni hitti eg eina gentu við gulum bandi um hálsin. Bandið sigur mær so mikið, at gentan hoyrir til verksmiðjuna ‘Skriving’: – Vit eru allastaðni í húsinum og gera nógv í felag við hinar verksmiðjurnar – t.d. havi eg gjørt eina yrking, ið dansibólkurin hevði hug til at framføra. Og har havi eg verið júst nú. Annars er okkara verksmiðja við at verða liðugt við alt, men kanska vit fara at yrkja nakrar yrkingar afturat, tann tíman, ið eftir er. Spegil í skeið Básurin hjá ‘Foto’ verk- smiðjuni stendur at kalla mitt í forhøllini. Ágrýtin sita øll við teldurnar og arbeiða. Á borðinum liggja hópin av myndauppsetingum, prentarin er í gongd og prentar støðugt vakrar uppsetingar – bæði óítøkiligar og ítøkiligar. Myndirnar eru í alskyns litum og aðrar í svørtum og hvítum. Undir liðini á mær stendur brádliga ein genta og vísir mær nakrar myndauppsetingar, hon hevur gjørt: – Áðrenn vit fóru í gongd, fingu vit at vita, at høvuðsevni fór at vera ‘spegil’. Vit hava síðan eftir besta førimuni roynt at fylgt evninum, hóast tað til tíðir hevur verið trupult. Her havi eg t.d. gjørt eina mynd, har ein genta speglar sær í eini skeið, og hana eri eg væl nøgd við. Nú eru vit hinvegin næstan liðug og fara síðan at prýða veggirnar við myndunum. Hesar báðar dagarnar hava vit annars fingist við alt millum himmal og jørð - serliga hevur tað verið avbjóðandi og spennandi at arbeiða við telduforritinum ‘Photoshop’. Sveittutar dansigentur Í forhøllini taka hjálparfólk millummálan av borðinum og gera klárt til at seta døgurðan á borðið. Ímeðan fari eg yvir um vegin í útvarpshøllina, har verksmiðjan ‘Dansur’ heldur til. Genturnar venja eina ‘seriu’, ið tær gleða seg at framføra. Tað gongur skjótt fyri seg, og tí er trupult hjá onkrum at Samanhald, stuttligar løtur og skapandi umhvørvi. Summi spældu sjónleik, meðan onnur fingust við tónleik, dans og design. Norðurlandahúsið livdi við, tá Ung í Føroyum um vikuskiftið royndu sína styrki innan listina. Ung og livandi list Helena, Christa og Durita: Knýtt vinabond Listaverksmiðjur Skriving Verksmiðjuleiðari: Marjun Kjelnæs, rithøvundur Tónleikur Verksmiðjuleiðarar: Kári Sverrisson og Heri Joensen, tónleikarir Sjónleikur Verksmiðjuleiðari: Mikkjal Helmsdal, dramaturgur Dansur Verksmiðjuleiðarar: Kristina Sørensen Ougaard og Rannvá Káradóttur, dansarir Foto Verksmiðjuleiðari: Ingi Joensen, grafikari Filmslist Verksmiðjuleiðarar: Sigga Vang, filmsleikstjóri og Gudmund Nielsen, filmslesandi Design Verksmiðjuleiðari: Svanhild Strøm, sniðgevi F.v. Christa Reynheim, Durita Djurhuus og Helena Heinesen Rebensdorff