Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 15 fylgja við. Sveittin lekur av teimum, hárið í andarisi og kjálkarnir reyðir, meðan lurta verður eftir boðum frá leiðarunum: – Vit eru ikki lidnar enn, eru eitt sindur í tíðarneyð, men skulu nokk fáa alt upp á pláss. Genturnar eru góðar at fáast við, so tað gongur fínt, sigur Kristina Sørensen. – Puha, nú verður gott at fáa ein døgurðabita, sigur ein av gentunum. Deyðiligur DVD Øll savnast í forhøllini til døgurðan, ið er høsnarungi, sós og epli. Men tann eini bólkurin ‘Filmslist’ hevur ikki stundir at eta, men ganga stressað aftur og fram. Ein partur av teirra arbeiði er niðri í sjónvarpinum, meðan restin gekk fyri seg í Norðurlandahúsinum. Tað styttist til ‘deadline’, tá filmurin skal verða liðugur: – Vit hava gjørt ‘storyboard’, tikið upp, leikstjórna o.a.. Filmurin snýr seg um deyðan, dráp og blóð og varir um 5-6 min. Vit náa tíverri ikki at seta filmin saman sjálvi, og hava tí fingið hjálp til tað, sigur ein spentur dreingur í bólkinum. Framførslan Seinnaparturin gongur skjótt og klokkan nærkast 17. Stóri salurin fyllist so við og við, og tað sama gera firvaldarnir í ungu búkunum. Eitt langt og læruríkt vikuskifti endar við almennari framførslu á pallinum. Tað sæst týðiliga at øll gera sítt allar besta á pallinum, og áskoðararnir – foreldur, familja, vinir og kenningar og onnur við – fagna teimum. Stuttligt at síggja, hvussu nógv ber til at fáa burturúr trimum døgum. Tey takka fyri seg fyri síðan at fara í hvør sína ætt, rík av upplivingum í listarligum høpi og nýggjum vinarbondum. Væleydnað ungdómsstevna humbukk, sum at enda hevði nógv at siga fyri okkum. Hvussu er tað at spæla í bólki saman, tá tit bara eru gentur? – Tað er kanska ikki so vanligt í Føroyum, at fýra gentur mynda ein tónleikabólk, men hetta órógvar okkum ikki – tvørturímóti. Vit hava arbeitt væl saman, og hóast vit fingu møguleikan at læna onkran drong úr øðrum bólki, valdu vit heldur bara at grunda bólkin á tey ljóðføri, vit sjálvar duga at spæla á – t.e. klaver, blokkfloytu og gittara. Hvat hava tit fingið burtur úr stevnuni? – Hetta hevur verið eitt frálíkt upplivilsi. Vit hava allar knýtt nýggj vinabond. Helena býr í Keypmannahavn og er bara komin til Føroya fyri at luttaka á stevnuni, og henni høvdu vit ikki møtt, um vit ikki vóru her.Vit eru allar eisini á ein hátt farnar um okkara egnu mørk: tora at standa á palli og syngja og spæla fyri so nógvum áskoðarum, at skriva sangir og at smíða løg. Kendust tit áðrenn? – Nei, tað gjørdu vit ikki. Men hvør veit – kanska hetta vinalagið fer at føra enn meira við sær. Tað hevði í øllum førum verið stuttligt, um vit hildu á fram at spæla tónleik saman, tí higartil hevur tað gingið stak væl. Hvussu var tað at framføra fyri almenninginum? – Tað var frálíkt. Um hugsað verður um, at vit bert hava vant í tveir dagar, eru vit stoltar av okkara framførslu. Alt gekk, sum tað skuldi og áskoðararnir vóru við upp á tað. - lh og farnar um mørk Um 70 ungdómar hittust um vikuskiftið til Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum. – Tey ungu hava verið sera ágrýtin og hava skapað júst tað, tey hava havt hug til, sigur ein av høvuðs- fyrireikarunum, Hedvig Westerlund- Kapnas. ung í Føroyum Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Fimta árið á rað var skipað fyri ungdómsmentanarstevnuni, ið ber heitið Ung í Føroyum. Tey ungu arbeiddu í tríggar dagar í sjey ymiskum listaverksmiðjum undir leiðslu av føroyskum yrkislistarfólkum: – Endamálið við tiltakinum er í høvuðsheitum at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á ungdómsmentanina í Føroyum og fyri at vísa, hvat tey ungu í Føroyum duga og vilja. Her sleppa tey framat á palli undir góðum umstøðum, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas. Hedvig Westerlund- Kapnas er væl nøgd við tiltakið, ið er tað størsta av hesum slag í Føroyum: – Alt hevur gingið sum eftir ánni. Øll hava skapað júst tað, tey hava havt hug til í frið og náðum, men samstundis í serliga ágrýtnum arbeiði. Sjálvandi væntaði eg, alt fór at ganga væl, men at vit heilt sluppu undan trupulleikum, er bert enn ein dreymur, ið er gingin út. Hedvig Westerlund- Kapnas vísir á, at vandi altíð er fyri, at bara somu andlit síggjast aftur ár undan ári: – Tí er tað stuttligt at síggja, at tey ungu, ið luttaka í ár, koma úr øllum herðashornum og eru í øllum aldri. Øll eru ikki á sama støði, nøkur er komin rættiliga langt innan sítt listarliga økið og kunnu í roynd og veru kallast verulig listarfólk. Men eisini luttaka nógv, ið júst eru byrjað og hava framúr listarligargávur, men bara ikki nógvu royndirnar. Nýtt blóð er altíð gott. Fyriskipararnir Rakel Helmsdal og Hedvig Westerlund-Kapnas 70 ung úr øllum herðashornum løgdu lív og alla orku í ungdómsstevnuna um The extreme Once upon a time when the world was like a pancake And the risk of walking too far was falling down After falling you become covered with scares Hitting The waves and expecting to drown Sometimes things just don’t work out the way You want them to But I guess drowning is to go to the extreme One upon a time there was a girl calles Prisilla She didn’t take any chances in her life She ended up watching TV in her purple apartment Joined by 52 cats and no husband no wife Sometimes things just don’t work out the way You want them to But I guess purple is to go to the extreme