Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 46 - 6. mars 2006 Bóndagarðar úr øllum Føroyum vóru leygardagin í Sjónleikarhúsinum á marknaðardegi. Nógv forvitin leitaðu sær vegin framvið at smakka kjøt og hyggja at mótasýning millum annað. Framsýning Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Sjáldan hevur Sjónleikar- húsið luktað so væl sum tað gjørdi leygardagin. 
Kjøt í øllum ymiskum formum var lagt fram at síggja og smakka. Ræst kjøt, skerpikjøt, kópakjøt, mjólk beinleiðis frá kúnni og mangt meira kundu tey vitjandi royna. Nógv høvdu myndir við at vísa hvussu gjørt verður tá seyður, kúgv, kópur og annað verður slaktað. ì hølinum aftanfyri stóra salin varð víst hvussu rotskógvar vórðu gjørdir og hvat kann fáast burtur úr ull. Eisini var gjørligt at keypa sær eitt breyðstykki til matna. Bóndin úr Koltrið Bjørn Patursson hevði eina stóra húð av sínum serligu fjallaneytum við. Fyrr hevur hann selt alt sítt kjøt til Hotell Føroyar, men nú fer hann at bjóða tað fram eisini til privatar familjur. Tað sum lokkaði flest fólk var tó mótasýningin. Sirri, Tøting og MBM høvdu sínar nýggjastu vørur við, og til tónleik av “Vestmonnum” gingu modellir mótasýning. Bóndafelagið og Meginfelag Búnaðarmanna skipaðu fyri hesum tiltakinum. Ummæli Pauli Hansen Sunnudagin, 26. febr. hevði harmoniorkestrið GHM jasskonsert í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Hans Petur í Brekkunum, sum var solistur og frásøgumaður, leiddi okkum áhoyrarar á eina ferð gjøgnum bigband jasstónleikin frá 1920 árunum til 1950 árini. Kend nøvn vóru á skránni: Scott Joplin, Duke Ellington, Glenn Miller, Count Basie og Benny Goodman. Byrjað varð við ragtime tónleiki á klaveri fyri síðani at fara yvir til tey stóru blásaraarrangementini, sum eru so eyðkend fyri bigband tónleik. Byrjanin var eitt sindur skinklut, men tá vit komu til Duke Ellinton- Sophisticated Ladies, var tað, sum at alt orkestrið rættaði seg inn eftir leiðaranum, tí ótroyttiliga og dugnaliga Peder Riis-Jensen, og hetta helt sær til seinasta tóna. GHM megnaði at fáa henda serliga klangin, sum bert bigband orkestur megna at fáa fram- tættar harmoniir, klangur, sum er víður, lágur og høgur- ja, stórur klangur, tað var sanniliga stuttligt at hoyra. Skiftini millum messingblásarar og træblásarar vóru eisini hugtakandi. At spæla medleyir (er tað sirpur, tað eitur?) er ikki júst tað lættasta, tí skiftini eru mong og skjót, men hetta kláraði orkestrið heilt væl Persónliga dámdi mær nú best A Tribute to the Count Basie Orchestra og Benny Goodman Memories og ikki at forsmáa drønsoloina hjá Hans Peturi í Take the A- Train. Sera stuttligt var at síggja ta ungu og glaðu manningina í GHM, eg rokni við, at miðal aldurin man liggja um 16- 17 ár. Fleiri royndu seg við improvisatión og komu meira og minni væl frá tí. Tað er frálíkt, at hesi ungu sleppa at royna seg við slíkum tónleiki. Tað er við til at skapa breidd í føroyskum tónleiki, og tøkk fái GHM fyri tað. Sum eg havi skilt tað, so arbeiðir orkestrið við verkætlanum, sum strekkja seg yvir einar tríggjar mánaðir- hetta var ein slík verkætlan, og síðani verður farið víðari til næstu. Ein góður háttur at arbeiða uppá, tú fært nógv input og tøvir ikki í tí sama ov leingi. Sanniliga ein góð og væl uppløgd konsert, men høllin var dekan og køld, hvør so grundin til tað var. Takk fyri, GHM, og haldið á fram við tí góða stríðnum! Seinasti mótin frá Tøting Ullvørur vóru vístar fram Skaparnarhuginum var onki galið við Víst varð hvussu rotskógvar verða gjørdir Kjøt av ymiskum slagi var á borðinum Sjónleikarhúsið gjørdist bóndagarður Tórshavnar kommuna hevur latið Ólavi Hátún serstaka gávu fyri gott samstarv og trúfesti Ólavur, sum júst er fyltur 75 ár, hevur í 40 ár virkað sum kórleiðari hjá Havnarkórinum, sum hann á sinni var við til at stovna. Tá undir navninum, Útvarpskórið. – Tað hevur altíð verið sera gott samstarv øll 40 árini millum Tórshavnar kommunu og Havnarkórið, ikki einans tá talan er um sangin á ólavsøku, men til næstan øll tiltøk, sum Tórshavnar kommuna hevur fyriskipað hesi nógvu árini. – Í hesum sambandi og nú Ólavur hevur lagt midnáttarsangin aftur um seg sum leiðari, hóast framvegis aktivur, fer Tórshavnar kommuna at takka Ólavi fyri gott samstarv og trúfesti, verður staðfest í tíðindaskrivi, sum er lagt út á heimasíðuni hjá kommununi Samkoman var hildin í Posthúskjallaranum har Heðin Mortensen, borgarstjóri handaði Ólavi eina lítla áminning. -mørk Heiðursgáva til Ólav Tað kann verða trupult hjá fólki at finna bústað í Klaksvík, og hetta merkist millum annað hjá familjum, sum fara sundur. – Dømi eru, um at fólk velja at vera búgvandi saman, hóast tey ikki longur liva sum hjún. Hetta skapar so aðrar trupulleikar, men vit eiga ongar kommunalar íbúðir at vísa til, sigur Jancy B. Klein, leiðari á Sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu, við Norðlýsið fríggjadagin. – Vit hava heimild til at vísa til gistingarhús, um stórir trupulleikar eru – sum eitt nú harðskapur – men ta tíðina, eg havi starvast á hesum økinum, hevur tað sjáldan verið aktuelt, sigur hon. – Tað eru dømi um, at kvinnur hava leitað til Kvinnuhúsið í Havn, men hetta hendir heldur ikki ofta. Búgva saman hóast fráskild Nýggjur barnagarður Klaksvíkar kommuna hevur gjørt sáttmála við sp/f Kanjon um at byggja nýggjan barnagarð til 60 børn í Klaksvík. Arbeiðið byrjar í hesi vikuni. Sáttmálin millum Kanjon og Klaksvíkar kommunu varð undirskrivaður í farnu viku, og avtalan er, at Kanjon skal byggja barnagarðin fyri smáar 10 milliónir krónur. Afturat hesum kemur innbúgv, spælipláss og annað. -ek Heitir tónar í kaldari høll Talan var um eina sera væl eydnaða konsert, sum GHM hevði í Fuglafirði fyri viku síðani