mánadagur 6. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 6. mars 2006
17
Ársins filmar vóru
meiri politiskir enn
vanligt. Nógvir av
teimum sum vunnu
vóru ein uppgerð
við Bushstjórnina
og amerikansk
høgravend virði
Oscar
Kim Simonsen
Filmarnir vóru um rasu
órógv og rasismu Crash, um
samkynt Brokeback Moun
tain, politiskur rotinskapur
í 50inum Good Night, and
Good Luck, hesir eru allir
kontroversiellir. Filmurin
”Capote” er eisini um sam
kynta høvundan Truman
Capote, ið fór til grundar av
at skriva eina bók um morð.
Steven Spielbergsa ”Munich”
er eisini ein politiskur filmur
um yvirgang í München í
1972. Hollywood hevur í
ár valt at geva virðislønir
til álvarsamar og politiskar
filmar
Hetta var 78. ferð, at Holly
wood gevir Oscarvirðisløn
ina. Tað var sjálvandi spenn
andi, at síggja, um
Ang Lee (Brokeback
Mountain), Poul Haggis
(Crash), Steven Spielberg
(München) ella Bennett
Miller (Capote) fór at vinna
fyri ársins film. Crash fór
við Oscarinum fyri ársins
filmi, hetta var óvænta, men
Crash er ein umráðandi og
óhugnaligur filmur, ið snýr
seg um rasuófrið og nógva
kriminaltietin í Los Angeles
í dag. Crash var tó ”The
Dark Horse”, tí hann var
ein bíligur filmur, ið eingin
roknaði við fór at vinna.
Ang Lee vann sum væntað
virðisløn fyri leikstjórnanini
fyri Brokeback Mountain.
Harður bardagi var um
ársins mannliga sjónleik
ara. Tey flestu hildu, at
Philip Seymour Hoffmann
(Capote), Joaquin Phoenix
(Walk the Line) og Heath
Ledger (Brokeback Moun
tain) allir kundu vinna.
Outsidarin her var Terrence
Howard (Hustle & Flow).
Mong roknaðu við, at hin
sera dugnaligi Philip Sey
mour Hoffmann, ið vit
kenna frá bileiklutum í
Cold Mountain, 25th Hour,
The Talented Mr. Ripley,
Magnolia og geniala Happi
ness hjá Todd Solondz, fór at
vinna, og hendan metingin
var ikki skeiv. Hin 37 ára
gamli leikarin hevur hetta
sera væl uppiborið.
Besti hjáleiklutur
Í ár vóru sera sterkir leik
arar útnevndir fyri besta
hjáleikutin, her vóru leikarar
sum George Clooney fyri
politiska filmin Syriana
(Hann var eisini instillaður
sum leikstjóri fyri politiska
filmin Good Night and Good
Luck). Matt Dylon sum
rasistiskur løgreglumaður í
Crash. Paul Giamatti (kend
ur frá Sideways, Ameri
can Splendor og Story
telling) fyri leiklutin sum
boksipromotarin í Cinderella
Man. Kendi William Hurt
(Smoke) er eisini nominer
aður fyri filmin A History of
Violence. At George Cloony
vann fyri hin kontroversiella
og USA atfinningarsama
Syriana, var ikki óvæntað.
Fyri kvinnur í hjáleiklutum,
vóru Amy Adams (Junebug),
Vatherine Keener (Capote),
Frances McDormand (North
Country), Rachel Weisz
(The Constant Gardender)
og Michelle Williams frá
Brokeback Mountain. Hesin
leikluturin varð fyri atfinn
ing herfyri, har rektarin fyri
skúlan hjá Michelle Willi
ams, á Santa Fe Christian
School i San Diego, Cali
fornia, einki vildi hava at
gera við hana longur, tí hon
spælir við í einum filmi um
samkyntar menn. Filmurin
Brookeback Mountain er
er ein provokerandi filmur,
serliga í USA, men ikki
nakað, ið vit ikki hava sæð
í Evropa fyrr. Endin var at
Rachel Weisz vann.
Besti kvinnuligi
leikarin
Stóri favoritturnir vóru Felici
ty Huffman fyri leiklutin í
framúrskarandi filminum
Transamerica, men eisini
Reese Witherspoon frá filmi
num um Johnny Cash Walk
the Line. Annars var Judi
Dench nominera fyri filmin
”Mrs. Henderson Presents”,
ið er um eina eldri konu, ið
opnar eitt sjónleikarhús undir
krígginum. Stóri outsidarnir
vóru Charlize Theron (North
Country) og Keira Knighley
(Pride & Prejudice). Endin
var at Reese Witherspoon
vann, hetta var ikki uppi
borið, meti eg, hon er ein
einki serliga dugnaligur
sjónleikari og filmurin
Walk the Line er alt annað
enn góður, Transamerica var
betur og Felicity Huffman
longdir framman fyri sum
sjónleikari.
Tað vóru nógvir spennandi
filmar við í ár, sum eisini
eru instillaðir til Oscar.
Nakrir av hesum eru t.d. A
History of Violence (Josh
Olson), ið m.a. hevur danan
Viggo Mortensen í høvuðs
leiklutinum, hesin filmurin
er við fyri besta leikrit,
men vann einki. Filmurin
Memoirs of a Geisha fekk
tó tríggjar Oscars, fyri art
direction, filming og klæðir.
Hetta merkti, at ótrúligi
filmurin Charlie and the
Chocolate Factory ikki fekk
ein Oscars. At Tim Burton
onga virðisløn fekk í ár var
ein feilur.
Hvar var King Kongð
Eitt sum var løgi, var at
stóri dýri filmurin hjá Peter
Jackson King Kong, bert
fekk nomineringar fyri t.d.
art direction, ljóð og special
effects, men onga fyri leikar
ar, ella leikstjórn.
Øll vóru einaferð í iva,
um Jackson megnaði at
lyfta uppgávuna at gera teir
tríggjar ”Ringana Harri”
filmarnar, men Jackson
kom at skriva filmsøgu við
stóru filmatiseringini av
Ringana Harra, fyri hetta
stóra arbeiði fekk hann, og
tey sum arbeiddu saman við
honum, 17 Oscarvirðislønir,
12 enskar British Academy
of Film and Television
virðislønir og 4 Golden
Globe Virðislønir. King
Kong endaði tó við at fáa 3
Oscars.
Hví ikki Tim Burtonð
Ein annar genialur filmur
frá 2005 var eftir dugnaliga
leikstjóran Tim Burton, ið
við filminum ”Charlie and
The Chocolat Factory” gjørt
ein av sínum bestu filmum.
Johnny Depp var stutt
sakt genialur í leiklutinum
sum hin eksentriski sjoku
látuframleiðarin
Willy
Wonka, ið mest av øllum
minnir um eina stuttligari
útgávu av Michael Jackson.
Hví nevndin ikki kann
taka barnafilmin í álvara,
er sera sygiligt. Eg havi
ikki sæð Johnny Depp
spælt betri síðani Finding
Newerland, Blow og Dead
Man. Søgan, snýr seg um
fátæka arbeiðaradreingin
Charlie Bucket, ið livir sam
an við mammuni og pápan
um, báðum ommunum og
báðum abbunum í einari
lítlari kroysu. Tað kavar inn,
tí hol er í loftinum og húsini
eru skeiv. Filmurin ”Charlie
og chokoladefabrikken” er
ótrúliga væl gjørdur. Her er
ikki bert brúkt special-effekts
sum í t.d. ”Star Wars”, men
stórar senur, ið hava kosta
nógvar milliónir dollarar.
Stóra áin av sjolulátu í film
inum er verulig. Her brúktu
tey 757.000 litrar, ella 757
tons av sjokolátu. Eisini
er ein sena har 100 livandi
íkorn spæla við í senn. Slíkar
senur eru sera flottar.
Tim Burton fekk bert
eina nominering fyri bestu
leikbúnar, men eisini fyri
Corpse Bride animatións
filmin, men her vann Walther
& Gromit in the Curse of
the Were-Rabbit. Innan
animeraðan film, ið er ein
risavaksin ídnaður, serliga í
Japan, og skjótt eisini í USA
og Evropa, eru sera góðir
filmar nomineraðir, so sum
Corpe Bride (Tim Burton)
og Wallece & Gromit in
The Curse of the Were-
Rabbit (Steve Box og Nick
Park), hetta eru ótrúliga
góðir filmar, men eisini
japanski Hauru no ugoku
shiro eftir Hayao Miyazaki
er ótrúligur.
Filmar sum The Chronicles
of Narnia: The Lion, the
Witch and the Wardrobe,
Star Wars: Episode III -
Revenge of the Sith vóru
báðir nomineraðir fyri
smyrsl, Star Wars III, eisini
fyri ljóð. Ein annar fimur, ið
ikki var vældámdur, var War
of the World, hjá Spielberg,
men tó var hann instillaður
fyri ljóðblanding og special
effects. Narnia fekk bert ein
Oscar fyri Smirsl, og Star
Wars ongan.
Nógvar feilmetingar
Besti útlenski filmur var
afrikanski Tsotsi, ið vann
á m.a. týska Sophie Scholl
– The Final Days, franska
Joyeux Noël.
Tað var gleðiligt, at film
urin Crash vann fyri ársins
film, Philip Seymour Hoff
man fyri Capote, haldi tó at
Matt Dylon kundi vunni fyri
Crash, Felicity Huffman fyri
Transamerica. At tey valdu
March of the Penguins sum
ársins dokumentarfilm, var
óseriøst, tí í ár var filmurin
Darwin´s Nightmare nomi
neraður, ið allur heimurin
tosaði um í 2005. At filmar
sum Münich, Cinderella
Man, Batman Begins og
Charlie and the Chocolat
Factory einki vunnu, var ein
feilur, og at filmurin Good
Night, and Good Luck ikki
vann okkurt, var eisini sera
skeivt.
»Crash« gjørdist ársins filmur
Hóast Joaquin Phoenix taldist millum favorittarnar at vinna virðisløn fyri ársins manliga leiklut, so fór hendan virðislønin til
Philip Seymour Hoffmann
Besti filmur: ”Crash”
Leikuppseting: Ang Lee ”Brokeback mountain”
Høvuðsleiklutur kvinna: Reese Witherspoon ”Walk the
line”
Høvuðsleiklutur maður: Philip Seymour Hoffman
”Capote”
Hjáleiklutur kvinna: Rachel Weisz ”The constant
gardener”
Hjáleiklutur maður: George Clooney ”Syriana”
Handrit: ”Crash”
Handrit eftir bók: ”Brokeback mountain”
Mynd: ”En geishas memoarer”
Tónleikur: ”Brokeback mountain”
Lag: ”It´s hard out here for a pimp”
Ikki enskt talandi: ”Tsotsi”
Klipping: ”Crash”
Teknaður: ”Wallace & Gromit - varulvskaninens
förbannelse”
Dokumentar: ”Pingvinresan”
Stuttur dokumentar: ”A note of triumph”
Stuttur teknaður filmur: ”The moon and the son”
Klæðir: ”En geishas memoarer”
Smyrsl: ”Narnia - berättelsen om häxan och lejonet”
Pallmynd: ”En geishas memoarer”
Ljóð mix: ”King Kong”
Ljóð redigering: ”King Kong”
Sereffekttir: ”King Kong”
Stuttfilmur: ”Sixshooter”
Her eru allir vinnararnir