Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 46 - 6. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Altjóða kanningar vísa, at nógvastaðni í heiminum eru børnini ov feit, og at í 2010 fara minst ein triðingur av børnunum at hava trup­ul­ leikar við vektini. Í Norð­ur- og Suðuramerika verður tað upp aftur verri, tí har verða tveir triðingar av børnunum ov feit um fimm ár. Granskarar hava nýliga kannað hagtøl, sum heims­ heilsustovnurin WHO hev­ ur skrásett í 25 londum tey seinastu 25 árini, og nið­urstøðan er, at í øllum lond­unum veksur talið á børnum, sum eru ov feit. Út frá hagtølunum vænta granskararnir, at um fimm ár verður talið á evrope­ iskum børnum við ovurfiti tvær ferðir so stórt sum í dag, og at tað sama fer at henda í Miðeystri. Kanadiumaðurin Brian McCrindle, sum hevur verið í granskarahópinum, sigur við BBC, at verður einki gjørt fyri at tálma gongdini, kunnu vit fáa so nógvar tilburðir av hjarta­sjúkum, at tað fer at spreingja tað almenna heilsuverkið í nógvum lond­um. Hann heldur, at politikararnir eiga at sam­ tykkja neyðugar lógir, sum kunnu venda gongdini, tí eftir hansara tykki er tað ikki nóg mikið at biðja fólk broyta matvanarnar. Børnini eru ov feit Í Svøríki er ein trý ára gomul genta deyð av vatn­kopp um, og tað er so sjáldsamt, at tað eru bara tveir tilburðir í hvørjari øld, siga svensku læknarnir. Aftonbladet skrivar, at tann trý ára gamla gent­ an fekk vatnkopp ar tann 15. februar. Nakrar dag­ar seinni kendi hon seg illa, samstundis sum hon spýði, og læknarnir á sjúkra­hús­in­ um staðfestu, at hon hevði fingið bruna í heilan. Teir væntaðu kortini, at tað fór at laga seg eftir einari viku, so gentan slapp heim við foreldrunum. Men seinni sama dag versnaði gentan, og tann 20. februar var hon so ring, at foreldrini gjørdu av at fara aftur á sjúkrahúsið við henni. Hon varð ald fyri eitt doyvd og løgd í respirator, men náttina eftir staðfestu læknarnir, at hon var heiladeyð. Læknarnir á sjúkra­hús­ in­um í Linköping siga, at gentan hevði fingið sera sterkan bruna av vatn­kopp ­ unum, og at tað er ógvuliga sjáldsamt. – Hetta er sera óvanligt. Eg havi ongantíð sæð tað fyrr, og eg fari heldur ikki at síggja tað aftur, sig­ur Stefan Croner, yvir­lækni á barnadeildini á sjúkra­ hús­inum í Linköping við Aftonbladet. Deyð av vatnsoppum Nakrir menn úr Japan, Suð­ urkorea, Fraklandi, Italia og Eysturríki hava átikið sær at rudda á heims­ins hæøgsta fjalli, Mount Everest. Arbeiðið er sjálvboðið, so menninir noyðast at gjalda ferðina sjálvir. Mount Everest verður ofta umrøtt sum heimsins størsta ruskpláss. Han Wang-Young úr Suður­korea, sum stendur fyri ferðini, sigur við AP, at bara nepalsku megin fjallið eru umleið 50 tons av ymsum burt­urkasti, sum menn hava lagt eftir seg, tá teir hava ferðast niðan og oman fjallið. Hann sigur, at hann og hinir ætla sær at rudda tey ovastu ruskplássini fyrst, og at ætlanin er at bygja í einari legu, sum er í 8.000 metra hædd. Sam­bært Han Wong-Young lík­ist hetta plássið einum veruligum ruskplássi, har menn hava lagt alskyns útgerð og annað eftir seg. Síðani menn settu fótin á Mount Everest á fyrsta sinni, hava fleiri latið lív í royndini at røkka tindinum, og Han Wong-Young sigur, at teir ætla at vita, um tað ber til at fáa nøkur av líkunum oman av fjallinum. Sjálvur var Han Wong-Young upp i á Mount Everest í 1995. Rudda á Mount Everest Tey flestu munnu kenn­ast við fransmannin Jaqu­es Cousteau og hans­ara hugtakandi sjón­ varps­ sendingar um lívið í havinum og á havbotninum. Tey munnu ivaleyst eisini minn­ ast skip hansara „Calypso“, sum hann gjørdi tær nógvu kanningarferðirnar við. Nú er „Calypso“ aftur vorð­ ið umrøðuevni í Fraklandi og aðrastaðni. Orsøkin er, at arvingarnir eftir tann kenda granskaran eru farnir at stríð­ ast um, hvør teirra eigur tað, og hvørja lagnu tað skal fáa. Í mong ár hevur skipið ligið við bryggju í býnum La Roc­ helle í Vesturfraklandi, og tað er so illa rustað, at tað tykist ongan góðan eiga, skrivar Politiken. Seinna kona Jaques Cou­steau heldur upp á, at skipið skal sendast til Bahama-oyggjarnar og brúk­ast sum savn, men elsti sonur hansara frá fyrra hjúnarlagnum, Jean-Michel Cousteau, heldur, at skipið skal brúkast sum skúlaskip í Miðjarðarhavinum, har pápin byrjaði sínar ferðir. Og meðan tey stríðast, forferst tað eina ferð so kenda skipið, skrivar Politiken. Samstundis sum bumbuspreingingar krevja mannalív í stórum tali, er tann politiska støðan í Irak mest lík ein­ um ruðuleika, og for­sætisráðharrin fær altsamt minni undirtøku. Irak Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er lítið hugaligt at vera Ibrahim al-Jaafari í hesum døgum. Aftan á valið herfyri vann hann atkvøðugreiðsluna um forsætisráðharrastarvið í Irak við einari atkvøðu í meiriluta, men í dag hevur hann lítla undirtøku í ting­in­ um. Sunnimuslimarnir, kurd­ arnir og teir smáu flokkarnir styðja hann ikki longur og vilja hava hann frá. Sunnimuslimarnir fýlast á, at forsætisráðharrin hev­ur einki gjørt fyri at steðga teimum víðgongdu shiamuslinunum, sum hava hevnt álopið á halgiodómin í Samarra tann 22. februar. Í hevndarálopunum hava meiri enn 500 fólk latið lív, nógv tey flestu sunnimuslimar. – Irak er farið úr øskuni í eldin. Al-Jaafari hevur ikki megnað at steðga ágang­ inum, sum kann enda við borgarakríggi, sigur for­mað­ urin í sunnimuslimska ting­ bólkinum, Khalaf al-Qlayan, við AP-tíðindastovuna. Kurdarnir eru heldur ikki nøgdir við al-Jaafari, tí teir vilja vera við, at hann drálar við at staðfesta eina kunngerð, sum skal geva teimum eftirlit við tí oljuríka býnum Kirkuk. – Ætlar al-Jaafari at skipa stjórn, verður tað ein stjórn, sum eingin vil samstarva við, sigurt Mahmoud Othman, sum er ein av teimum fremstu kurdisku limunum í irakska tjóðartinginum, við AP. Um vikuskiftið gjørdi Jalal Talabani, forseti, eis­ ini vart við sína misnøgd við forsætisráðharran, og hann mælti shiamuslimsku samgonguni til at finna eitt annað evni til for­sætis­ráð­ harrastarvið. Tað kann enda við innanhýsis stríði ímillum shiamuslimarnar, skrivar AP og minnir á, at seinast var bara ein atkvøða í meiriluta fyri al-Jaafari. Irak í politiskari kreppu Fær matvørustovn­ ur­in hjá ST ikki meiri pengar, fara fólk í stórum tali at doyggja í hungri í Landnyrðingsafrika Hungur Árni Joensen fartekst@mail.dk – Heimurin hevur ikki skilt, hvussu álvarssom støðan er. Vit eru mitt í einari krepp u, og vit bera ótta fyri, at verður hjálpin seinkað ella steðgað, fer tað at elva til líðing og deyða hjá mongum. Tað sigur stjórin í mat­vøru­ stovninum hjá ST, James Morris, um støðuna í pørtum av Eysturafrika. ST sigur, at í Kenya er vandi fyri, at 3,5 milliónir fólk fara at hava ov lítið til matna um stutta tíð. Støðan í hinum londunum er einki mætari, og tí er vandi fyri, at 11 milliónir fólk kunnu fara at líða hungur har, sigur James Morris við Reuter. Í síðstu viku var hann í Somalia, sum er meint rakt. . – Hesi fólkini hava einki, og teimum tørvar mat, um tey yvirhøvur skulu halda sær á lívi, segði hann, tá hann kom aftur til Nairobi í Kenya. Matvørustovnurin hjá ST hevur biðið um hálva aðru milliard dollarar til tey neyðstøddu í Kenya, men higartil hevur stovn­ur­ in bara fingið ein sætta­part av pengunum. Aðrir hjálp­ar­ felagsskapir rópa eisini var­ skló. Bretski hjálpar­fel­ags­ skapurin Christian Aid sigur, at fáa tey neyðstøddu ikki hjálp tær næstu vikurnar, doyggja tey. Tað er áhaldandi turk­ur, sum er orsøkin til neyð­ina í londunum í Land­nyrð­ings­ afrika. Turkurin ger, at jørðin gevur einki, og húsdjórini doyggja í hungri og tosta. Fáa ikki pengar til neyðhjálp Milliónir fara at líða hungur í Landnyrðingsafrika næstu vikurnar, fáa tey ikki hjálp frá altjóða samfelagnum Stríðast um kent skip