Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 • mánadagur • 6. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tað eydnaðist teimum báðum føroyingunum í danska superliga­ felagnum AaB at spæla seg í hálv­ final­una í donsku steypakappingini sunnudagin. Súni Olsen var ein av skjúttunum í brots­ sparks­kapp­ingini, sum dysturin endaði við Fótbóltur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroysku landsliðsspæl­ar­ ar­nir í AaB, Jón Rói Ja­cob­ sen og Súni Olsen, vóru báðir á vøllinum, tá ið AaB sunnudagin vann fjórð­ings­ finaluna í donsku steypa­ kappingini ímóti OB. Fjórðinsfinalan var leikt á Aalborg Stadion, og bæði Súni Olsen og Jón Rói Ja­cob­ sen byrjaðu dystin á beink­ inum. Jón Rói kom á vøllin stutt undan, at vanliga leiktíðin var lokin. Tá var støðan 2-1 til AaB, men OB javnaði í næstseinasta minuttinum. Súni skoraði Síðani var farið til longda leiktíð, men har kom einki mál, og tí var neyðugt við brotsspørkum fyri at finna ein vinnara. Súni Olsen var komin á vøllin stutt fyri, at longda leiktíðin var av, og hann var fjórði brotssparksskjútti hjá AaB, og gøtumaðurin sveik ikki álitið. Neyðugt var tó við ikki færri níggju brotsspørkum í part, áðrenn ein vinnari var funnin, og tað var liðið hjá føroyingunum báðum, sum dróg longra stráið. Bergur breyt fótin Bergur Midjord hjá B36 hevur brotið fótin og skal halda frí frá fótbólti í upp til 6 vikur. Sum vit greiddu frá í síðstu viku, var tað undir einum venj­ ingardysti á USA-ferðini hjá landsliðnum, at Bergur var ógvusliga takklaður. Eftir at hann kom heim, vóru kanningar gjørdar av fótinum, og illgrunin um brot í fótinum var váttað­ur. Nú noyðist álopssinnaði miðvallarspælarin halda at frí í eina tið, og hann verður tí ikki tøkur hjá B36 í teimum fyrstu steypa- og lands­kapp­ing­ ar­­dyst­unum. Gunnar nú GÍ’ari Gøtumenn hava tryggjað sær undirskriftina hjá Gunnar Nielsen, sum tey bæði seinnu árini hevur spælt við ÍF. Gunnar kom til ÍF, tá teir í fyrraári styrktu sær um hópin móti kappingarenda. Í fjør var hann ikki í so stóran mun partur av hópinum, men hetta komst mest av einum vøddaskaða í búk­inum, sum áhaldandi argaði. Hóast danska navnið, so er talan um argentinskan spælara, sum tó hevur dansk­ar røtur í abbanum. Gunnar spælir fyri tað mesta á framrættaða mið­ vøllinum, men kann eisini nýtast í álopinum. Heidi kappast í Danmark Heidi Andreasen, sum vann eitt bronsu­heiðurs­ merki á paralympisku leikunum í Athen, fer nú aftur at royna seg í altjóða kapping. Heidi skal verða við í Danish Open, sum verður hildin í Esbjerg í døgunum 11. og 12. mars. Við á ferðini til Dan­markar verður lands­ liðsvenjarin Jón Bjarna­ son. Andrew aftur við Fremad Andrew av Fløtum spældi við aftur hjá Fremad Amager um vikuskiftið, og nú eydnaðist tað liðnum at vinna aftur. Dysturin ímóti Næstved endaði við 1-0 sigri til Fremad Amager. Einasta málið í dystinum kom eftir ein góðan tíma, tá ið Martin Skov skoraði. Andrew av Fløtum byrjaði dystin á beinkinum, men hann var sendur á vøllinum frá byrjan í seinna hálvleiki. Fótbóltssambandið roynir at fáa í lag venjingardyst ímóti Íslandi, men letur tað seg ikki gera, verður farið at leita eftir øðrum landi at spæla ímóti. Eysturríki við Hickersberger á odda kundi verið ein møguleiki Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stendur tað til Fótbólts­sam­ bandið, fara Føroyar og Ís­land at spæla venjingardyst í fótbólti síðst í mai mánaði ella fyrst í juni. Føroyar skulu hava ein venj­ingardyst afturat, áðrenn EM-undankappingin byrjar eftir summarsteðgin, og Ísland stendur fremst í røðini. Føroyar og Ísland hava havt eitt gamalt samstarv um landsdystir, og avtalan hevur verið, at dystirnir hava verið í Føroyum og Ís­landi upp á skift. Tá ið Før­oyar og Ísland endaðu í sama bólki til seinastu EM-undankappingina duttu venj­ingardystirnir burtur, tí nú stóð meira upp á spæl í eina tíð. Síðani hevur eingin venj­ ingardystur verið ímillum Føroyar og Ísland, men Fót­ bóltssambandið vil gjarna hava, at gamla samstarvið við íslendingar kemur aftur í lag, so londini javnan spæla dystir ímói hvørjum øðr­um. Kanska Hickersberger Íslendingar hava fingið ein fyrispurning frá Føroyum, og teir hava lovað at svarað innan stutta tíð. Íslendingar ætla sær sjálvir at spæla venjingardyst um tað mund­ ið, men møguliga ætla teir at finna sær aðra fótbóltstjóð enn Føroyar at spæla ímóti. Verður dysturin ímóti ís­lendingum av ongum, ætl­ar Fót­bólts­sambandið at finna annað land at spæla venj­ingar­dyst ímóti, og eitt boð kundi verið Eysturríki. Nýggi landsliðsvenjarin hjá Eysturríki er tann sami, sum stóð á odda fyri liðnum í 1990, tá ið Føroyar vunnu í Landskrona. Tá fekk Josef Hickersberger sekkin, men hann er nú aftur blivin landsliðsvenjari í Eysturríki. Hann hevur sagt við eitt blað, at hann vil fegin spæla aftur ímóti Føroyum, so hvør veit, um hann ikki fær til­ boðið í næstum. Leita eftir dysti til landsliðið í mai Súni og Jón Rói nærkast steypafinaluni Súni Olsen skoraði, tá ið AaB vann á OB í brotssparkskapping FSF ætlar, at fótbóltslandsliðið skal fyrireika seg til EM-undankappingina í heyst við venjingardysti í mai ella juni