Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 46 - 6. mars 2006 Fríggjakvøldið var ítróttarhøllin á Nabb karmur um ta fyrstu FM kappingina í estetiskum fimleiki fyri gentur FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Myndir: Álvur Hóast veðrið ikki var av tí besta, var nógv fólk komið saman í ítróttarhøllini á Nabb fríggjakvøldið. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipaði Føroya Fimleikasamband fyri FM kapping í estetiskum fimleiki. Kappingin hesaferð var fyri gentur. Liðini, sum kappaðust, vóru tvey úr Havnar Fimleikafelag, eitt úr Støkk og eitt úr Ljósinum. Styrki og smidligheit Høllin var sera vakurt pynt­ að við blómum og øðrum. Eitt serligt gólv var lagt á, umframt at ljós bert var á miðjuni á gólvinum, so­leiðis at tað einans vóru fimleikararnir, sum vóru í miðdeplinum. Hetta gjørdi eisini, at genturnar ikki vórðu órógvaðar, ímeðan tær framførdu. Estetiski fimleikurin krev­ur annað og meira av fimleikarunum enn hin vanligi rútmiski fimleikurin, sum vit eru von við. Gent­ur­ nar skulu vera sterkar og sera smidligar, umframt at tær skulu hava orku til at liva seg inn í rørslurnar og tónleikin, meðan tær framføra. Tað er ikki bara at siga tað at skifta fimleikagrein frá rútmiskum til estetiskan fimleik. Umframt fim­leik­­arar og venjarar, verða dómararnir eisini ávirk­aðir. Alt er nýtt hjá øllum, bæði rørslur, venj­ingar og ikki minst reglu­gerðin. Tí hava nakrir dóm­arar verið uttanlands á skeiðum, har teir hava sett seg inn í reglugerðina og mannagongdir annars í sambandi við dømingina. Stiggevingin Liðini fáa trý met; eitt tøkni­ ligt, eitt listarligt og eitt fyri framførsluna. Tøkniliga met­ið er í mesta lagi 6,00 stig, sum verða givin, um ymisk krøv um kropsrørslur, javnvágir og lop verða upp­fylt. Listarliga metið er í mesta lagi 4,00 stig, sum verða givin eftir, hvussu tón­leikur og rørslur hanga sam­ an, um fimleikararnir megna at gera íðkaninar til fulnar o.s.fr. Dømingin av framførsluni er øðrvísi enn hinar, við tað at liðini hava 10,00 stig, tá tey fara út á gólvið, og síðani verða stig drigin frá so hvørt, sum okkurt miseydnast hjá fim­leikarunum. Í estetiska fimleikinum verður stórur dentur lagdur á útsjóndina. Liðið skal vera ein heild; rørslur, tónleikur, draktir, hár og smyrsl skal alt vera ein eind, ein vøkur heildarmynd. Tað sást eisini fríggjakvøldið, at genturnar høvdu gjørt nógv burturúr. Allar høvdu somu hárseting, vóru smurdar líka, umframt at vera í sera vøkrum drakt­ um, sum eru bílagdar til endamálið. Kappingin var hørð og jøvn; tó skaraði eitt lið fram­ úr, og tað var lið A hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann Havnar Fimle A-liðið hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist fyrsti føroyameistarin í estetiskum fimleiki. Sigurin var eisini rudd Styrki og smidligheit spælir í nógv størri mun ein høvuðsleiklut, tá talan er um estetiskan fimleik heldur enn rútmiskan