Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 6. mars 2006 21 eikafelag vann iliga uppiborin, og bæði í tekniska og listarliga støðinum var liðið væl framman fyri hini Nógv varð gjørt burtur úr búnum og smyrsli. Her er tað liðið hjá Støkk, sum hevur framførslu kappingina og sostatt eru fyrstu føroyameistararnir í est­ et­iskum fimleiki nakr­an­tíð. Genturnar í liði A hjá Havnar Fimleikafelag fingu 15,22 stig. Hini trý liðini vóru sera jøvn; einans 0,51 stig vóru frá nummar tvey til fýra. Støkk gjørdist nummar tvey við 13,73 stig­um, á triðja plássi varð Ljósið við 13,43 stigum, og Havnar Fimleikafelag B gjørdist nummar fýra við 13,22 stigum. Trý lið til HM 21. mars fara trý lið úr Før­oy­ um til Est­lands at kappast um heims­meist­ara­skapin í est­et­ iskum fimleiki. Liðini eru frá Havnar Fim­leikafelag, Støkk og Ljós­in­um. Eisini fara tveir dóm­arar, Elna Johansen frá Støkk og Beinta Danielsen frá Havnar Fimleikafelag, at døma fyri fyrstu ferð sum altjóða dómarar. Áskoðararnir fingu eina helt serliga uppliving fríggjakvøldið. Tað sást, at bæði fimleikarar og venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiði hetta seinasta árið. Hugaligt var at síggja, at fimleikurin her á landi veruliga hevur lyft seg uppá eitt altjóða støði. Eftir kappingini at døma kunnu vit veruliga vænta okkum nógv av okk­ara gentum til HM. Sigast kann ikki annað enn, at fimleikurin í Føroyum hevur nógvar stórar og spenn­andi avbjóðingar fyri framman, bæði her heima og úti í stóru verð. Eisini B-liðið hjá Havnar fimleikafelag var sera væl fyri á tekniska økinum Úrslitini vóru hesi: Nr. Felag Tøkniligt Listarligt Framførsla Samanlagt 1 HF a 4,60 2,55 8,07 15,22 2 Støkk 3,70 2,10 7,93 13,73 3 Ljósið 3,90 1,80 7,73 13,43 4 HF b 4,05 1,70 7,47 13,22 FAKTA